Djokovic er ósteðgandi

Serbiski Novak Djokovic er ósteðgandi, og vinnur hann allar sínar dystir greitt

Nógv verður prátað um Olympisku leikirnar – og eru tað serliga føroyingarnir, ið fara avstað við yvirskriftunum. Harafturat fylgja flest øll við í størstu ítróttargreinunum, eitt nú fótbólti og hondbólti, sum eru í gongd niðri í Tokyo.

 

Har er tó serliga ein ítróttargrein, ið nú hevur fingið kjakið upp at kóka - nevniliga um spenningurin er ov lítil, og um ein ávísur spælari hevur vunnið sær monopol uppá sigrarnar. Serbiski Novak Djokovic er ósteðgandi, og vinnur hann allar sínar dystir greitt. Spenningurin er lítil hvørjaferð hann fer á vøllin, tí tað tykist ikki at vera nøkur mótstøða, ið kann so mikið sum bjóða honum eitt lítið sindur av. Hann er óvinnandi, ljóðar frá einum av mótstøðuspælarunum (t.e. Kei Nishikori), ið júst hevur tapt 2-0 í settum fyri Djokovic. Settini endaðu 6-2 og 6-0.

 

Har er ongin ivi um, at tað eru nógv ár síðani, at nakar hevur verið stýrandi í eini ítróttargrein, sum Djokovic er tað í tennisheiminum.

 

Djokovic spælir semifinaluna í morgin, har mótstøðumaðurin eitur Alexander Zverev. Hetta er ein dystur ið mong síggja fram til, tí Zverev er ein topspælari, sum veruliga kann seta omanfyri nevndu metingarnar í perspektiv. Dysturin verður spældur í morgin klokkan 08:30 føroyska tíð.