Fjarstøðan millum nummar tíggju og nummar níggju er tann sama, sum hon var, áðrenn FC Suðuroy og teir næstbestu hjá KÍ dystaðust á Vágseiði seinnapartin.
Úrslitið var 1-1. Nú hevur FC Suðuroy 13 stig fyri 16 dystir, og KÍ hevur 16 stig fyri 17 dystir.
Um eina viku fær FC Suðuroy vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og hóskvøldið fær KÍ vitjan av skálamonnum.
Bæði málini á Vágseiði í dag vórðu skorað lítla løtu undan steðginum. Tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki, tá ið Salmundur Bech legði heimaliðið á odda. Pætur Augustinussen átti uppleggið. Hetta var sjeynda málið hjá Salmundi Bech í ár. Hann er toppskjútti hjá FC Suðuroy.
Í síðstu løtu í fyrra hálvleiki javnaði KÍ. Málskjútti var Óli Eyðsteinsson Poulsen, og uppleggið átti Jóannes Bjartalíð, sum var á vøllinum fyri fyrstu ferð í meiri enn ein mánað.
Hetta var triðja málið á næstbesta KÍ liðnum hjá Óla Eyðsteinsson Poulsen í ár. Hann er av álvara við at koma seg aftur, eftir at hann í tvey ár ikki hevur spælt, tí hann hevur verið so skaðadarvaður.
Síðstu løtuna pressaði heimaliðið fyri at vinna sigursmálið, men tað eydnaðist ikki, hóast bæði innskifti Dávid Jónsson Lisberg og Valjko Vukovic vóru í góðum støðum í tíðini, sum dómarin, Áki Leitisstein Hansen, legði aftrat vanligu leiktíðini.