Fyrsta flogfar við koppingarevni fer úr Rumenia í morgin

Eitt lið við donskum serfrøðingum hevur kannað varðveitslu og frystarar fyri flutningin av koppingarevni úr Rumenia til Danmarkar.

Danmark keypir 1,17 milliónir skamtir av korronukoppingarevni frá Rumenia. Koppingarevnið kemur til Danmarkar næstu dagarnar. (Arkivfoto) - Foto: Denis Balibouse/Reuters

Seinastu koronukoppsetingarskamtirnir í handlinum millum Rumenia og Danmark kom eftir ætlan til Danmarkar fríggjadagin.

 

Tað sigur Statens Serum Institut (SSI).

 

SSI roknar við, at allir 1,17 milliónir skamtirnir, sum Danmark keypir frá Rumenia, koma til Danmarkar komandi dagarnar.

 

Rumenia hevur ov nógvar skamtir, tí tað hevur ikki gingið eins væl, sum í øðrum londum, at koppseta fólkið í Rumenia. Tí hava Danmark og Rumenia gjørt eina avtalu um, at Danmark kann keypa ein part av koppingarevninum.

 

Eftir ætlan skal koppingarevnið flytast til Danmarkar við trimum flogførum. Fyrsta flogfarið skal lætta úr Rumenia í morgin, annað flogfarið í annaðkvøld, og tað triða flogfarið fer eftir ætlan úr Rumenia fríggjadagin, skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

Enn er ikki greitt, hvussu stóran part av koppingarevninum, sum vit fáa til Føroyar. Men vit hava fingið í mun til fólkatalið, tað vil siga umleið eitt prosent. Tað svarar so til umleið 11.000 skamtir. Grønland hevur fingið somu nøgd sum Føroyar. Men meðan Føroyar bara hava fingið koppingarevni frá Pfizer-BioNTech, so hevur Grønland bara fingið koppingarevni frá Moderna. Allir skamtirnir, sum nú koma úr Rumenia, eru av slagnum Pfizer-BioNTech.

 

Sambært Heilsumálaráðnum verður greitt seinni í vikuni, hvussu stórur luturin hjá Føroyum verður.

 

Danmark keypir 1,17 milliónir skamtir av korronukoppingarevni frá Rumenia. Koppingarevnið kemur til Danmarkar næstu dagarnar. (Arkivfoto) - Foto: Denis Balibouse/Reuters