mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler, illfýsnan fyrrapart og so Ásu, sum gleið niðri í Jónasi Broncks. Tað er ikki bara tað hvíta og kalda, ið kallar myndina fram, men eisini Vetrarbreytin [...] skalv fyri skalv. Men sum sagt, úti á Jónasi Broncks fór hon á glið. Løtan situr eftir sum ein fastfryst mynd, ein óvissa, andartak, stilt og verandi. Ikki tí, tað hendi einki sum so, tí í Ásu er satt veiggj [...] á eini hospitalsdýnu. Vit plaga at hittast, hesar sjey íslendsku konurnar, fáa ein kaffimunn og góða kaku, práta, minnast, gleðast. Løturnar, vit hava saman, eru fjálgar. Hóast vit eru í øllum aldri og
málið er av slíkum slag, at vit sum flokkur ikki fara at døma John Petersen, áðrenn rætturin hevur talað, sigur Óli Breckmann og vísir til, at Fiskivinnudeildin virkar sum hon skal, og at løgmaður hevur [...] fyri John Petersen, hava eisini verið frammi, men at tingmanningin og flokkurin ikki eru samdir um persónar. Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa hesi tíðindi váttað. Vit fara fyribils einki at gera [...] og bíða nú eftir dómsúrskurðinum, sigur Óli Breckmann. Vit hava ikki hug at útinna bráðrættarskil (lynjustits) móti John Petersen. Tað er sum at leggja stein oman á byrðu. Eingin trupulleiki Er tað
sunnudagin. Fyri Stjørnuna var hetta ein dystur, sum skuldi vinnast, um liðið skal halda sambandið við oddaliðini Kyndil og Neistan. Tað eydnaðist eisini, men burtursæð frá tveimum stigum verður lítið at [...] Langgaard, sum var leikbannað eftir reyða kortið móti VB, og felagsliðið royndi at halda leikferðini niðri í fyrra hálvleiki. Tað var heldur ikki tann stóri munurin á liðunum fyrra umfarið, sum Stjørnan [...] 45. Dómararnir, sum komu úr Havn, møttu ov seint, og tað elvdi til, at allur hondbólturin í KÍ-høllini varð forskotin. Dysturin í 3. deild hjá monnum millum Stjørnuna og Kyndil b, sum var aftan á 1. d
senda góðkendan roknskap og fíggjarætlan inn saman við sáttmálanum, sum skal góðkennast. ? Hetta vilja vit fegnir hava, og tað fáa vit eisini í flestu førum. Men okkara uppgáva er millum annað at tryggja, at [...] millum spælararnar og feløgini, sum standa í sáttmálunum, skal nevndin ikki fara út við: ? Partarnir, sum hava gjørt sáttmála, mugu um tað, men eg kann siga so mikið sum, at tað er ymiskt, hvussu sáttmálarnir [...] staðni í fyrstu atløgu hevur fingið: ? Á aðalfundinum fyrst í hesum árinum kunnaðu vit um standard sáttmálan, sum vit vilja hava, at avtalurnar millum feløgini og spælararnar skulu gerast eftir. Í fyrstu
at siga at sleppa toftamonnum upp á fjall: ? Vit í FSF hava altíð virðismett ógvuliga høgt tað arbeiðið, sum toftamenn gjørdu fyri seks árum síðani, og vit hava alla tíðina kent og fara framvegis at kenna [...] at brúka vøllin, sum FSF rindar felagnum á Toftum eina ferð um mánaðin, og so okkurt annað gjald í sambandi við hvønn einstakan dyst, sum verður spældur á Toftum. A-landsliðið eisini á Toftum Størsta [...] fara at verða spældir í Gundadali. Í mínum hugaheimi er tað upplagt, at vit eisini í framtíðini fara at brúka vøllin á Toftum ? eisini til dystir hjá a-landsliðnum. Feløgini gera sjálvi av, hvat tey vilja
Føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, gjørdi aftur sunnudagin tað, sum roknast kann við av einum málverja. Hann syrgdi fyri, at mótstøðumenninir einki mál fingu, og so var støðið lagt undir, at [...] av. Tað hevur verið óvanliga nógv regn í Danmark síðstu vikurnar, og tað sást aftur á grasvøllunum, sum bæði eru tungir og uppeltir. Síðst tá AGF var í Herfølge endaði tað 1-1, og tann dysturin verður serliga [...] dystunum hava teir bara fingið trý stig, men tað verður ikki tosað um kreppu í felagnum. Venjarin og eisini Jákup Mikkelsen hava fleiri ferðir undirstrikað, at teir hava ikki styrki at vera millum toppliðini
fyri okkum, er, at vit kunnu leggja til rættis hetta við lønum, pensiónum og skatti, soleiðis, at vit eisini hava eyguni eftir kappingsarførinum. Soleiðis at vit í síðsta enda fáa nøkur burðardygg arbeiðspláss [...] ringari tíðum. Kappingarførið Vit hava spurt løgmann, hvat hann sigur til ynskini og møguliga eisini krøvini hjá Starvsmannafelagnum og øðrum feløgum við til lønarhækkingar! -Tað, sum hevur størsta týdning fyri [...] sáttmálaviðurskiftini soleiðis, at keypiorkan sum so ikki aftur hvørvur í tí bláu luft, og at vit sita eftir við einum verri kappingarføri. Hetta vil vera tað ringasta, sum kann henda, og tí vónar Anfinn Kallsberg
slagnum. Hvørki USA ella heimurin sum heild hava brúk fyri einum høgravendum forseta, sum brýtur niður alt tað, sum roynt hevur verið at byggja upp í hesum margháttliga landi - sum um somu tíð er heimsins ríkasta [...] TAÐ vóru ikki minst tey svørtu og arbeiðararnir, sum stuðlaðu demokratunum til valini í farnu viku. Høvuðsmálini tey løgdu dent á vóru eisini mál, sum demokratarnir meta høgt, nevniliga ein góðan og sunnan [...] Clinton-kampanjan var bert hamurin, sum hesir høgravendu politikarnir høvdu latið seg í. Innan fyri henda ham livdi ein maktgyrnd og ein høgravendur hugsunnarháttur, sum skuldi brúkast til at kollvelta a
hesum stovnum lutvíst í útflutningsráð, sum er í umbúna at stovna, og lutvíst undir Vinnumálastýrið. Ídnaðargrunnurin og Menningargrunnurin eru lánistovnar, sum áður veitti lán til ídnaðarfremjandi endamál [...] útflyta gerast betur, og fara at liggja nærri vinnuni. Harnæst fáa vit størri orku at arbeiða við hinum partinum av Menningarstovuni, sum er virkisskráseting, vinnugreiningar og tilmæli viðvíkjandi ymsum [...] at viðmerkja, at tað hendir als einki beinanvegin Virksemið á Menningarstovuni heldur fyribils fram sum higartil, sigur Arne Poulsen. Ídnaðargrunnurin umsitir vinnufremjandi skipanir, ið halda fram undir
Tað hevur eisini verið ført fram frá Arbeiðsgevarafelagsins síðu, at skulu vit stuðla føroysku vinnuni, er tað ein góður háttur at stovna útflutningsráð. Vit eru áhugaðir í, at uppgávur sum Menningarstovnurin [...] at Arbeiðsgevarafelagið er ónøgt við tað arbeiðið, sum Menningarstovan hevur gjørt higartil, heldur tvørturímóti. Tá tað snýr seg um tann partin, sum er um útflutning og at stovna útflutningsráð, vænti [...] skal setast, sum skal hava til uppgávu at fáa greiðu á, hvussu útflutningsráðið skal skipast, og hvussu tað skal loysa sínar uppgávur, og har fær Arbeiðsgevarafelagið eitt umboð. Vit halda hinvegin