Stjørnan heldur sambandið við toppin

Hondbóltur: Stjørnan hevði ikki stórvegis trupulleikar av at vinna á GÍ/Tjaldrinum sunnudagin. So eru størri trupulleikar av strævnu dystarskránni hjá Stjørnuni, sum hóttir við at taka liðið úr kappingini

Spælið var óruddiligt, tá Stjørnan vann við ellivu málum á GÍ/Tjaldrinum í KÍ-høllini sunnudagin. Fyri Stjørnuna var hetta ein dystur, sum skuldi vinnast, um liðið skal halda sambandið við oddaliðini Kyndil og Neistan. Tað eydnaðist eisini, men burtursæð frá tveimum stigum verður lítið at minnast aftur á hjá klaksvíksliðnum.

Stjørnan hevur í hvørjum dysti eitt fólk, sum telur, hvussu nógvar málroyndir (avslutningar) Stjørnan hevur í einum dysti. Móti GÍ/Tjaldrinum hevði Stjørnan 74 málroyndir, men bert 27 góvu mál. Sostatt ber til at rokna út, at høvdu klaksvíkskvinnurnar rakt málið betur, kundi sigurin helst verið størri.

GÍ/Tjaldrið spældi uttan Monu Langgaard, sum var leikbannað eftir reyða kortið móti VB, og felagsliðið royndi at halda leikferðini niðri í fyrra hálvleiki. Tað var heldur ikki tann stóri munurin á liðunum fyrra umfarið, sum Stjørnan vann 11-7.

Í seinna hálvleiki gjørdist munurin størri. Verjan hjá Stjørnuni spældi betur, Joan Midjord Joensen fór fram, tá Stjørnan skifti til eina 5-1 verju, og hon fangaði nógvar bóltar. Men tað var sum sagt í hinum endanum, tað sveik.

Í byrjainini av seinna hálvleiki fór Stjørnan frá 11-7 upp á 16-8, og so var í roynd og veru liðugt. Seinni kom eitt hál afturat, tá munurin øktist frá 20-14 til 25-14, og at enda vann heimaliðið 27-16.

GÍ/Tjaldrið er nú farið at liggja rættiliga einsamalt í botninum saman við VB. Enn eru bert tvey stig upp til StÍF, men um vit hava seinasta kappingarár í huga, er tað helst bert ein spurningur um tíð, nær strandakvinnur veruliga fáa glið á. Tað líkist einum botnstríðið millum GÍ/Tjaldrið og VB.


Møttu ov seint

Dysturin í Klaksvík sunnudagin skuldi byrja klokkan 14.30, men varð ikki settur í gongd fyrr enn klokkan 14.45. Dómararnir, sum komu úr Havn, møttu ov seint, og tað elvdi til, at allur hondbólturin í KÍ-høllini varð forskotin. Dysturin í 3. deild hjá monnum millum Stjørnuna og Kyndil b, sum var aftan á 1. deildardystin hjá kvinnunum, mátti spælast yvir 2x25 minuttir í staðin fyri teir vanligu 2x30, so Kyndlamenn náddu fartin yvir um aftur Leirvíksfjørð.

Tað er óheppið, at so skal vera, og tað er sera óheppið, at tað skal vera tí dómararnir møta ov seint.


Hóttir við at taka

liðið úr kappingini

Annars frætta vit úr Klaksvík, at tey í Stjørnuni eru rættiliga ónøgd við, hvussu kappingin er løgd. Herfyri spældi Stjørnan tveir dystir sama vikuskifti, og tað skulu tær aftur gera í seinasta umfarinum av grundspælinum. Stjørnan hevur ikki serliga stóran hóp, og tí merkist tað, tá dystarskráin er so strævin.

Nú hava spælararnir tikið seg saman og hótta við at taka liðið úr kappingini, um HSF ikki ger okkurt við henda trupulleikan. Ein av grundgevingunum er, at alla hesa vikuna hava tað bert verið fýra-fimm spælarar til venjing. Hinir venja ikki orsakað av sonevndum »belastningsskaðum«, og tað heldur Stjørnan hvørki kann vera rætt ella rættvíst.