Vit hava ikki hug at útinna bráðrættarskil

­ Vit fara ikki at leggja okkum út í dømandi valdið, men bíða eftir dómsúrskuðinum, sigur Óli Breckamnn, sum ikki heldur, at landsstýrismaðurin í farloyvi er nakar trupulleiki fyri samgonguna ella landsstýrið

Dagny Joensen


Tað hevur ljóðað, at næstimaðurin hjá Fólkaflokkinum var til reiðar at fara í Tinganes, men tað heldur Óli Breckmann ikki hevur skund.

Tíðindini um at Jørgen Niclasen, tingmaður, er til reiðar at fara í Tinganes fyri John Petersen, hava eisini verið frammi, men at tingmanningin og flokkurin ikki eru samdir um persónar. Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa hesi tíðindi váttað.

­ Vit fara fyribils einki at gera, og bíða nú eftir dómsúrskurðinum, sigur Óli Breckmann.

­ Vit hava ikki hug at útinna bráðrættarskil (lynjustits) móti John Petersen. Tað er sum at leggja stein oman á byrðu.


Eingin trupulleiki

­ Er tað ikki óheppið fyri Landsstýrið, at eingin er til at umsita fiskivinnuøkið?

­ Formliga er málið ikki nakar trupulleiki, av tí at John Petersen ikki er í Landsstýrinum.

­ Vit eiga tríggjar landsstýrissessir, harav bert tveir eru virknir í løtuni. so um nakar hevur skund at fáa málið avgreitt, so átti at at verið vit, sigur Óli Breckmann.

Hann er tryggur við at løgmaður umsitur fiskivinnumál fyri landsstýrismannin í farloyvi, og heldur, at hinir í Landsstýrinum helst einki hava ímóti, at Fólkaflokkurin er undirmannaður í Tinganesi í løtuni.

­ Hinvegin, so hugsi eg at fólk skilja, at málið er av slíkum slag, at vit sum flokkur ikki fara at døma John Petersen, áðrenn rætturin hevur talað, sigur Óli Breckmann og vísir til, at Fiskivinnudeildin virkar sum hon skal, og at løgmaður hevur ábyrgdina, eins og at Landsstýrið sínamillum arbeiðir sum vanligt.


Landsstýrið á Norðurlandaráðsfundi

Av tí at Norðurlandaráðsfundir eru í vikuni, er stórur partur av Landsstýrinum burturstatt í løtuni. Bert Finnbogi Arge og Eyðun Elttør, landsstýrismenn eru heima.

Eingin tingfundur er fyrstu dagarnar, ikki fyrr enn fríggjadagin ið hvussu so er, sigur Óli Breckmann, og áðrenn tað hendir einki við landsstýrismanningini.