tiltakið nú sunnudagin kl. 14-16. Høvi verður hjá fólki at keypa tilfar til jóladekoratiónir, men tað ber eisini til at keypa lidnar dekoratiónir. Somuleiðis ber til at keypa sær ein drekkamunn og ein [...] posanum til børnini. Í ár fer Havnar Horn-orkestur at seta sín dám á við jólatónleiki. Tiltakið verður framt í tøttum samstarvi millum L. C. Tórshavn og Skógrøkt Landsins, sum letur tilfarið til dekoratiónirnar [...] dekoratiónirnar. Eisini fáast posar við pinnabrenni og saguspønum. Ágóðin frá tiltakinum fer allur til Skógrøktina, ið, sum øll helst minnast, varð meint rakt av jólaódnini 1988. Skaðin, ið hendi tá, tekur ár
kemur tó bert víðari til endaumfarið í USA, um tekning hansara/hennara verður nýtt til frímerki. Hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing hjá børnunum og gevur okkum samstundis høvi til at finna út av, hvønn [...] Tekningarnar skulu hava tilknýti til framtíðina. Børnini kunnu tekna framtíðarumhvørvið, framtíðartól, framtíðarbústaðir og annars alt, sum hevur nakað við framtíðina at gera. Besta tekningin verður - [...] - um hon hóskar seg - gjørd til frímerki, ið verður útgivið av Postverki Føroya. Góðir vinningar verða eisini latnir fyri bestu uppskotini. Fyrsti vinningur er 5.000 kr., annar vinningur er 3.000 kr. og
pening í partafelag til arbeiðsskapandi tiltøk, og tað bleiv til West Fisk. Felagið hevur annars stuðlað fleiri øðrum tiltøkum gjøgnum árini. Húsmøðrafelagið vónar, at nógv fólk nýta høvi at støkka inn á gólvið [...] gamla missiónshúsið, sum Føroya Banki keypti í 1979-80 og bygdi um til banka. 27. februar 1995 fekk Sørvágs Húsmøðrafelag lyklarnar til húsið. Í hálvt annað ár hevur Sørvágs Húsmøðrafelag havt dagtilhald [...] gjøgnum árini Hósdagin verður Sørvágs Húsmøðrafelag 35 áar, og henda dag hava tær opið hús frá kl. 15 til 19. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at fáa ein drekkamunn, kakao og okkurt afturvið. Um kvøldið
sum stundar til – og summir sláa seg saman og royna at tjena sær nakrar krónur. Hugsandi er, at menn, sum hava høvi til tess, nú samfelagið er vorðið so dýrt at liva í við høgum olju-og matvøruprísum, [...] líradag, og nú eru menn farnir at rigga seg til at taka nátungar á sjónum. Onkur hevur longu verið fyrsta túrin, og vit hava frætt um bátar, sum longu í gjár fingu út við 150 nátar. Hetta er ein spennandi [...] veingir, til hann at enda flýgur út av rókini. Nátaveiða er meira kend um alt landið enn líraveiða, og í hesi tíðini plaga hópur av bátum og monnum kring landið at taka sær upp í tunnuna til veturin, sum
ikki eru millionerar, so hava tey við sínum fátæku krónum roynt at savna stovnsfæ til arbeiðspláss. Onnur svør ber ikki til at geva tí harða jødanum ið kallar seg Prædikarin. Men hvør var Prædikarin? Hansara [...] ikki og hótta við at draga umboð fyri Sameindu Tjóðir við til tær komandi samráðingarnar. At S.T. fer at kveistra eitt møguligt føroyskt ynski til viks, tí kenni eg meg sannførdan í. Slík luksusproblem vilja [...] vit harafturímóti fullveldi, ja so kann man siga um okkum, at vit hoyra til tað lítið virðiliga fólkaslagið, sum man kann fáa til keyps á tí politiski marknaðinum. Jóanes Nielsen
iðið kallaði, og hon varð nú aftur send til nýtt stað, hesaferð til Gambia. Eftir tað gekk leiðin aftur til Kreta, og tá Spies vildi hava hana at fara aftur til Marokko, var kærleikin sterkari. Arbeiðið [...] Rethimnon. Har varð borðreitt við øllum góðum, sum hoyrir einum kretianskum køki til. Og í tí heita og vakra kretakvøldinum fingu vit so at hoyra søguna um ta ungu havnagentuna, sum fekk sín barnadreym uppfyltan [...] askúla á Mallorca í Spania í januar 1989. Frá Mallorca gekk leiðin til Rhodos. Har var hon í eitt hálvt ár. Eftir tað gekk leiðin til Marokko. Tá enn eitt hálvt ár var farið, varð kósin sett móti Kreta
alt fingu til dagin og vegin, tá fiskiskapur og prísur svíku, fingu vit eina skipan, sum kundi brúkast til spekulatión hjá snildum reiðarum. Hann vísir á, at frá at hava eina skipan, har menn fingu tryggjað [...] tryggjað eina minstuløn, tá illa vildi til, fingu vit nú eina skipan, sum av summum reiðarum, ið annaðhvørt sjálvir eiga virki ella móttøkuskip, verður brúkt til at tryggja, at menn ongantíð fara upp um [...] Tað sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð. Hann vísir á, at fram til 2010 varð minstulønarskipanin umsitin av Lønjavningargrunninum. - Hetta var ein skipan, sum vit av
Discovery, var um hesar leiðir um vikuskiftið á einari 14 daga ferð til Kanarisku Oyggjarnar. Neyðugt varð hjá skipinum av avlýsa ferðina til Las Palmas. Tískil setti skipið kós móti spanska býnum, La Coruña [...] Avleiðingin av hesum var, at 100 av teimum 1000 ferðafólkunum umborð fingu skaðar, tó í flestu førum smærri skaðar. Fimm fólk fingu tó viðgerð umborð fyri meira álvarsligar skaðar. ##med2## Tað er felagið [...] viðmerkingar til, um neyðugt varð at senda ferðafólk á sjúkrahús, tá skipið kom í havn. - Tað var alla tíðina trygt at vera umborð í Spirit of Discovery, men orsakað av illveðrinum fingu nøkur ferðafólk
6. november fingu Eydna Lucia Nesá og Samson Nesá, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 7. november fingu Guðrið Danielsen og Ove Magnussen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 51 [...] 51 cm long og vigaði 3470 gr. 8. november fingu Elsa og Ken Johannesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4160 gr. 9. november fingu Annvør Hammer og Jóhannes Ó. Johannessen, Vestmanna [...] Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3800 gr. Tann 18. oktober bleiv Mikkjal stóribeiggi til eina fitta gentu. Hon vigaði 4350 g og var 57 cm lang. Foreldrini eru Joan Eiðisgarð og Svend Poulsen
einum máli, td. á føroyskum, til eitt annað mál, td. enskt, greiður Ingunn frá. - Til dømis hevur tað ikki borið til at umseta sangin ”Dag um dag”, sum Herborg hevur skrivað til td. enskt. – Hann riggar bara [...] trash bólkinum Musica Diablo. Til framføsluna hjá tiemum í Flags Tjaldinum var ikki so nógv fólk, men tey sum vóru, sóu avgjørt út til at njóta harða tónleikin og høvi til at rista hárið saman við limunum [...] ein framførsla, sum avgjørt var verd at hoyra og síggja. Tað er heldur ikki hvønn dag, at vit hava høvi til at hoyra eina kvinnu framføra ”Blue Suede Shoes” á ein so Elviskulan máta, sum Ingunn gjørdi í dag