Fyrst taka vit Manhattan, síðan taka vit Klaksvíkina

Veðrið var av tí allar fagrasta í Klaksvík í kvøld, tá Summarfestivalurin 2010 byrjaði við einum væl vitjaðum barnatiltaki á Føroya Tele pallinum kl. 19

Bilar, bátar, fólk, camping­vogn­ar, bussar v.m. í stríðum streymum hava inntikið Klaks­víkina síðan í gjár, og endamálið við innrásini er at njóta tónleik, mat og hvønn annan í tríggjar dagar á familju­vinaliga festivalinum, sum seinastu árini hevur verið plágaður og tvungin í knæ av veðurgudunum, sum avgjørt ikki hava víst til­takinum nakra náði.

Summar og familju festivalur
Tónleikurin á Summar­festi­valinum, festivalurin sum marknaðarførir seg sum hin mest familjuvinarligi festi­valurin í Føroyum, er á trim­um pallum: Stórapalli, sum er høvuðspallurin, Flags Tjaldið og Føroya Tele pallin, ið er hin minsti. Í skrivandi løtu oysir tað tíverri niður í Klaksvík. Regnið buldrar niður á tekjuna, og fólk renna undir tekjur og annað fyri at finna sær skjól.
– Hetta var ein heldur óhepp­in háttur at enda eitt annars væleydnað kvøld uppá, bæði tá talan er um veður og vind, og ikki minst í mun til tónleika­fram­førslurnar. Sum áður nevnt, byrjaði SF við einum barna­tiltaki á Føroya Tele pallin­um kl. 19, og síðan hildu fram­førslur á framm, slag í slag.

Íslendskt/føroyskt gullsamstarv
Ungu kvinnurnar, íslendska Ingunn Kristiánsdóttir og Her­borg Hansen, sum er úr Klaksvík, framførdu á Føroya Tele pallinum saman við guitar- og trummu­spælaranum Pætur Gerðalíð kl. 21.00. Tær hittust á Red Cross School Nordic United World College í Noregi í 2008. Síðan tá hava tær spælt nógv saman. Í ár eru tær lidnar á skúlanum og liva nú tónleikadreymin út, og tað gera tær væl. Utt­an smædni og við eini ótrú­liga vælupplagdari og charmer­andi framførslu megnaðu tey trý at geva teim mongu áhoyrarunum eina góða tón­leika­uppliving, sum var ser­­merkt á fleiri ymiskar hættir.

Lost in translation?
Tað, ið var mest serligt við framførsluni hjá teimum vóru væl eydnaðu og væl fram­førdu umsetingarnar av enskum, føroyskum og donskum sangum til ís­lendskt. - Móðirmálið hjá Ingunn. Ma. framaførdu tær ”Tú” hjá Moira, ”Right next to the right one” hjá Tim Christensen og 80´ara hittið ”Alone” hjá Heart á ís­lendskum.
– Eg haldi, at tað er týð­ningarmikið, at tón­leikarar royna at halda seg til røturnar, bæði málsliga og mentanarliga, sigur Ingunn, sum er sangari í bólkinum. – Av og á er ein ”lost in translation”, men eins ofta er tað líka torført at umseta sangir, man hevur skriva á einum máli, td. á føroyskum, til eitt annað mál, td. enskt, greiður Ingunn frá. - Til dømis hevur tað ikki borið til at umseta sangin ”Dag um dag”, sum Herborg hevur skrivað til td. enskt. – Hann riggar bara á føroyskum, og so er onki at gera við tað!

Elvis í niðurdeili.
Framførslan hjá teimum trim­­um gjørdist enn betur við fantastisku aðru­stemm­uni hjá Herborg, sum komplimenteraði Ing­unn á best hugsandi hátt. Við trummuni og guitar­spælinum hjá Pæturi afturat, var hetta ein framførsla, sum avgjørt var verd at hoyra og síggja. Tað er heldur ikki hvønn dag, at vit hava høvi til at hoyra eina kvinnu fram­føra ”Blue Suede Shoes” á ein so Elviskulan máta, sum Ingunn gjørdi í dag, við sínum charmerandi íslendska accenti, sum fekk áhoyr­ararnar at smíla og kenna seg væl undirhildnar bæði so og so.

Tað feitasta!
– Hetta var tað feitasta, segði ein glaður og sveittur, Heini Gilstón Corfits eftir framførsluna hjá The Dreams í Flags Tjaldinum. Ikki løgið, at hetta var tann kenslan guitarspælarin hevði eftir konsertina hjá The Dreams, sum byrjaði í Flags Tjaldinum kl. tíggju í kvøld, tí teltið var stúgvandi, stappandi fult av væl uppløgdum og spentum áskoðarum, sum komu at hoyra bólkin spæla.
– Eg haldi, at tað var nógv betur at spæla á hesum pallinum enn á tí stóra, sigur Heini. – Tað er meir intimt, og vit komu í nógv betur samband við áksoðararnar, enn vit gjørdu í fjør, tá vit spældu á stóra pallinum.

Tættari at áskoðarunum
- Á hesum pallinum í teltinum føldu vit betur fólkið, komu nærri at teimum, og á henda hátt bleiv stemningurin betur og samskiftið við áskoð­ararnar nógv betur og tættari, greiður Heini frá.
- Og tað var sanniliga góður stemningur frá byrjan til enda. Tá The Dreams framførdu allar teir góðu, gomlu føroysku slagararnar í punkútgávu fingu teir og áksoðararnar akkurát tað, tey ætlaðu.
– Eina fjøld sum dansaði, klappaði og sang við, so tað at enda gjørdist so trongligt uppi við pallin, at fleiri máttu koma út fyri at fáa sær fríska luft.

The Dreams levera vør­una
The Dreams eru topp proffessionellir og veruliga rock'n roll allan vegin. - Og proffessionalisman er galda­ndi á øllum økjum. Tað er væl skilligt, at teir hava hittað ferð eftir ferð í Danmark, og nú eru á veg fram á týska tónleikapallinum, har teir hava vunnið seg fram á hittlistan hjá MTV.
- Klæðir, hár, attituda, sam­skifti, tónleikaskrá og framførslan sum heild var gjøgnumførd til fingra­spíssarnar. Tá danski rapp­arin, Niarn kom á pallin við síni gangsta attitudu gjørdist framførslan tyngri og harðari, men tað var ikki ein keðilig broyting. Saman við Niarn spældu The Dreams lagið hjá áðurnevnda, ”Undskyld (Jeg Var Fuld) og lagið hjá The Dreams ”Murderers”, og tað riggaði væl.
Rapparaattitudan og tón­leikurin hjá bólkinum kompli­menteraðu merkverd­iga væl hvønn annan, og góvu konsertini eina aðra dimensión. Nakað, sum kem­ur teimum til góðar, eftir teir eru byrjaðir at spæla saman í Danmark. M. a. skulu The Dreams víðari til Skanderborg festivalin, har teir skulu spæla, longu í morgin.

Ein onnur dimensión
Hetta var fínt, tí konsertin á henda hátt so at siga var deild í trý: Gomlu føroysku slagararnar, m. a. ”Sasasasa”, ”Til allar vinir”, ”Sirkus Tinganes” og ”Sjeikurin”, sum altíð eru ein succes millum áhoyrararnar, donsku og ensku løgini hjá The Dreams, m. a. hittið ”Backstabber” og ”Himlen falder, helvede kalder” og síðan duettirnar millum forsangaran við pinka hanakambinum, Hans Edward Andreasen og mr. Niarn.
Hesi skiftini høvdu við sær, at konsertin gjørdist ein fjølbroytt uppliving, sum tó ikki gjørdist ørkymlandi á nakran hátt, tí tann gjøg­numgangandi reyði tráðurin, ið er tunga, punk, emu, rokk kendi botnurin og samskifti millum limirnar í bólkinum við áhoyrararnar ongantíð var kliptur.

Eitt vátt punktum
Tá hóskvøldið var at enda, settu veðurguðarnir eitt óvanliga vátt punktum fyri fyrsta kvøldið av trimum á Summarfestivalinum, 2010.
– Eitt kvøld, sum umframt The Dreams, Ingunn og Her­borg og barnatiltak eisini bjóðaði tungt, mergjað metall við rokkbólkinum Synarchy, sum í mai og juni var á konsertferð í Europa við brasilska trash bólkinum Musica Diablo. Til framføsluna hjá tiemum í Flags Tjaldinum var ikki so nógv fólk, men tey sum vóru, sóu avgjørt út til at njóta harða tónleikin og høvi til at rista hárið saman við limunum í bólkinum.
Martin Joensen, fólkakæri sangarin og guitarleikarin, var seinasta navnið á skránni fyri kvøldið, og hann framførdi á Føroya Tele pallinum kl. 01 í nátt. Eitt heldur løgið tíðspunkt at leggja eina slíka framførslu, sum kanska hevði egnað seg betur tíðliga um kvøldið. Umframt hesar framførslur vóru eisin Uni Arge og Rógvi Jacobsen á palli á ávíkavist Føroya Tele pallinum og í Flags Tjaldinum
sissal@sosialurin.fo