Hugnaløta í Viðarlundini

Nú stundar til jóla, og øll gleða seg, bæði børn og vaksin.

Tíðin frammanundan høgtíðini er altíð hugnalig; hóast nógv hava úr at gera, so hava fólk tó stundir at steðga á viðhvørt og fyrireika jóladagarnar.

Seinastu árini hevur eitt av tiltøkunum í desember mánað verið jólahugnin í Viðarlundini í Havn, sum Lions Club í Tórshavn skipar fyri. Tá er møguligt hjá foreldrum og børnum at koma í rættiligt jólahýri við jólatónleiki, granni, jólamonnum og drekkamunni afturvið jólakøkum av ymsum slag.

Í ár verður tiltakið nú sunnudagin kl. 14-16.

Høvi verður hjá fólki at keypa tilfar til jóladekoratiónir, men tað ber eisini til at keypa lidnar dekoratiónir. Somuleiðis ber til at keypa sær ein drekkamunn og ein køkubita, jólamenn eru eisini á skránni, og okkurt hava teir í posanum til børnini. Í ár fer Havnar Horn-orkestur at seta sín dám á við jólatónleiki.

Tiltakið verður framt í tøttum samstarvi millum L. C. Tórshavn og Skógrøkt Landsins, sum letur tilfarið til dekoratiónirnar. Eisini fáast posar við pinnabrenni og saguspønum.

Ágóðin frá tiltakinum fer allur til Skógrøktina, ið, sum øll helst minnast, varð meint rakt av jólaódnini 1988. Skaðin, ið hendi tá, tekur ár at bøta um, men allur bati bøtur!

Vónandi hittast nógv fólk í viðarlundini sunnudagin.