100 fingu skaðar umborð í ferðamannaskipi

Tá Spirit of Discovery um vikuskiftið rendi seg í herviligt illveður í Biskayavíkini, fingu 100 ferðafólk løstir umborð - í flestu førum var talan tó um smærri skaðar.

 

Veðrið gjørdist rættiliga avbjóðandi í Biskayavíkini, tá ferðamannaskipið, Spirit of Discovery, var um hesar leiðir um vikuskiftið á einari 14 daga ferð til Kanarisku Oyggjarnar.

 

Neyðugt varð hjá skipinum av avlýsa ferðina til Las Palmas. Tískil setti skipið kós móti spanska býnum, La Coruña, men har varð havnin stongd av illveðrinum, sum herjaði.

 

Tá manningin síðan gjørdi av at venda aftur til Bretlands, fekk ferðamannaskipið trupulleikar við onkrari mekaniskari skipan, sum gjørdi, at skipið gjørdist trupult at stýra.

 

Endin var, at motorarnir steðgaðu.

 

Avleiðingin av hesum var, at 100 av teimum 1000 ferðafólkunum umborð fingu skaðar, tó í flestu førum smærri skaðar. Fimm fólk fingu tó viðgerð umborð fyri meira álvarsligar skaðar.

 

##med2##

 

Tað er felagið, Saga Cruises, ið eigur skipið, sum mánakvøldið kom aftur í havn í Portsmouth. Felagið hevur ikki gjørt viðmerkingar til, um neyðugt varð at senda ferðafólk á sjúkrahús, tá skipið kom í havn.

 

- Tað var alla tíðina trygt at vera umborð í Spirit of Discovery, men orsakað av illveðrinum fingu nøkur ferðafólk skaðar. Ferðafólkini fingu heilsuhjálp umborð, sigur reiðaríið í tíðindaskrivi.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.