Framtíðin á frímerkjum

Í sambandi við at vit skjótt fara inn í eitt nýtt túsundár, skipar Frímerkjadeildin fyri teknikapping, har føroysk børn í aldrinum 8 til 12 ár fáa møguleika fyri - við myndum - at siga sína hugsan um framtíðina.

Tekningarnar skulu hava tilknýti til framtíðina. Børnini kunnu tekna framtíðarumhvørvið, framtíðartól, framtíðarbústaðir og annars alt, sum hevur nakað við framtíðina at gera. Besta tekningin verður - um hon hóskar seg - gjørd til frímerki, ið verður útgivið av Postverki Føroya.

Góðir vinningar verða eisini latnir fyri bestu uppskotini. Fyrsti vinningur er 5.000 kr., annar vinningur er 3.000 kr. og 3.-7. vinningur er 1.000 kr.

Tær frægastu av teim innkomnu myndunum verða sýndar fram á frímerkjaframsýningunum Philexfrance ?99 í Fraklandi í juli 1999 og á China ?99 í Peking í august 1999.

Okkara teknikapping er samstundis partur av eini millumtjóða teknikapping, ið postverkið í USA stendur á odda fyri. Tekningin hjá føroyska vinnaranum verður tí eisini sýnd fram á framsýningini World Kids Congress í Anaheim, Usa í juli ár 2000. Har hevur hann eisini møguleika fyri at vinna endaumfarið í millumtjóðakappingini. Føroyski vinnarin kemur tó bert víðari til endaumfarið í USA, um tekning hansara/hennara verður nýtt til frímerki.

Hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing hjá børnunum og gevur okkum samstundis høvi til at finna út av, hvønn kunnleika børnini hava til vísind, umhvørvið, ídnað og um heimin sum heild.