- Í Føroyum hava vit gingið á odda, tá ræður um at tryggja fiskimonnum eina minstuløn. Fyrsta minstulønarskipanin, ið eisini fevndi um eina sjúkraviðbót, varð sett í verk av løgtinginum longu í 1947.
Tað sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð. Hann vísir á, at fram til 2010 varð minstulønarskipanin umsitin av Lønjavningargrunninum.
- Hetta var ein skipan, sum vit av røttum kundu vera errin av. Lønjavningargrunnurin hevði játtan á fíggjarlógini. Men, í 2010 varð landsalmenna minstulønarskipanin sett úr gildi, og í staðin fingu vit Trygdargrunn Fiskivinnunar, sum bæði manningar og reiðarí gjalda inn í.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at henda broyting - úr landskassanum og yvir í vinnuna- hevur verið ein vanlukka.
- Tí, frá at vera ein góð skipan, har menn hóast alt fingu til dagin og vegin, tá fiskiskapur og prísur svíku, fingu vit eina skipan, sum kundi brúkast til spekulatión hjá snildum reiðarum.
Hann vísir á, at frá at hava eina skipan, har menn fingu tryggjað eina minstuløn, tá illa vildi til, fingu vit nú eina skipan, sum av summum reiðarum, ið annaðhvørt sjálvir eiga virki ella móttøkuskip, verður brúkt til at tryggja, at menn ongantíð fara upp um minstulønina.
- Hesir halda nevniliga avreiðingarprísinum niðri fyri at skúma róman í góðskingarliðnum. Harvið rinda teir eisini minst møguligt inn í grunnin, men belasta útgjaldið maksimalt.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur, at hetta er eitt rán av Trygdargrunninum, sum manningarfeløg og fiskimenn ikki framhaldandi kunnu standa modell til.
- Men, politiska skipanin varar av grunninum og hansara virksemi, so tað er haðani, at broytingarnar skulu koma, sigur Annfinnur Garðalíð.