frá, at ein avtøka av fyrivarninum merkir, at Føroyar binda seg til at skerja útlátið við 8%. Danska umhvørvismálaráðið sigur eisini, at ein samtykt av málinum vil vera treytað av eini greiðari samtykt [...] um Føroyar skulu gerast ein partur av avtaluni hjá Kongeriget Danmark mótvegis Kyoto-frumskjalinum. Tað er at harmast um, at vit fáa hesa tilvildarligu viðgerð av hesum stóra málið og ilt at skilja, hví [...] samtyktini av hesum máli binda vit okkum til ein niðurskurð upp á 8% í mun til basisárið 1990, afturat vøkstrinum upp á 11% hesi árini, ella tilsamans 19%. Sum skilst, so er framvegis eingin orka sett av til
ein av veiku bólkunum í samfelagnum, tá tað kemur til umfarssjúkur, og tí verður altíð mælt teimum til at lata seg vaccinera móti hesum sjúkum. Eldraráðið gjørdi sær sínar metingar av virðinum av eini [...] hvar í landinum tey búgva, taka av tilboðnum. Her hjá okkum taka læknarnir 250,- krónur fyri hvørja vaccinatión. Verður roknað við at 4.000 pensionistar í Føroyum taka av tilboðnum, verða útreiðslurnar [...] eini tílíkari skipan, og helt at umframt at geva teimum eldri eitt hægri lívsvirði, verður tað eisini samfelagsliga ein bíligari loysn, tá hugsað verður um tað ið spart verður á heilsuøkinum. Í okkara grannalondum
dúgliga verið arbeitt við at rigga hølini í Haraldsundi til, eins og útgerðin til flettingina er flutt av Nesi og sett upp. Rør eru løgd, nógv er málað, og bygningurin hevur eisini fingið wc og skrivstovu [...] Haraldsundi. - Alberg Gaardlykke, sum seldi mær alla útgerðina, bæði til fletting og skering og pakking av neytum, hevur verið mær góður í ráðum og hevur soleiðis víst okkum á, hvussu vit best settu fletti [...] Dávur, ið hava royndir við amboðunum, komu norður at leggja okkum lag á, og eg eri rættiliga ovfarin av, hvussu skjótt tað var at fletta hesar 32 seyðirnar. Hann sigur, at AG-Kjøt, sum Alberg hevur rikið
Bilarnir sum vóru ummæltir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vóru nýggjasta nútgávan av Nissan X-Trail í luksus útgávuni og so ein Lada Niva, sum er eitt 30 ára gamalt modell. Nissan X Trail [...] heilt nýggjan, størri og rúmligari bil við øllum innbygdum trygdarskipanum og eini framkomnari 4x4 skipan, sum altíð syrgir fyri at hann hevur best møguligt festi í koyriundirlagnum. Bilurin, sum varð r [...] var ein Nissan X-Trail LE 2.0 dCi við 173 hk dieselmotori og kostar 450.000 krónur. Bíligasta útgávan av X-Trail kostar annars 330.000 krónur hjá Auto Service. Lada Niva Lada Niva er ein gamal kenningur.
pengar av til rakstur av barnaskúlunum. Nevnt varð, at 4.700 kr verða settar av til hvønn næming í teimum størru skúlunum og 7.000 kr í teimum báðum minstu skúlunum. Tá rokni eg, sum áhugaður lesari av greinini [...] Poulsen, at Sunda kommuna hevur gjørt av at raðfesta undirvísingina í barnaskúlanum sera ovarliga. Síðani verður skrivað, at Sunda kommuna setur nógvar pengar av til telduútbúnað, ja, heilt nógvar pengar [...] Fyrr enn tað er í lagi, kann ongin taka undir við, at føroysku kommunurnar eisini fáa ábyrgd av tí partinum av skúlaverkinum, sum Mentamálaráðið umsitur. Og vit, sum minnast aftur til tað tíðina, kommunurnar
verður við at 10% av teimum innløgdu sjúklingunum verða raktir av feilum og komplikatiónum. Tað verður eisini mett, at tað í Norðanlondum hendir eitt deyðsfall av 1000 fólkum árliga ársaka av feilum og kom [...] hava gjørt feil. Av og á ber hetta brá av, at finna ein sindabukk. Innan onnur øki verður farið fram á annan hátt. Tá flogferðslan skuldið gerðast tryggari varð avgjørt, at rapportering av feilum ikki skuldið [...] harafturímóti til rutinur sum elvdu til tryggari ferðslu. Soleiðis øktist talið av rapporteraðum feilum og manglum. Undir tí skipan vit hava hveppa starvsfólk seg við at rapportera. Bara tað, at informera sjúklingar
samfelagið.” ”Eg kann bara staðfesta, at komandi fíggjarlóg hjá Tórshavnar kommunu bert er ein staðfesting av, hvussu óvjant livikorini eru hjá borgarunum í ymisku økjunum í landinum.” ”Við at hækka íløgurnar [...] sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður í kommunumálum” Eg eri samdur við J. Vestergaard í flestu av hansara niðurstøðum, tó má eg ásanna, at um ikki landsstýrismaðurin sum umsitur kommunumál ikki kann [...] verður undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og stýringsamboðið eigur at verða ein samankoyrd skipan, soleiðis at neyvari eftirlit kann verða við nýtslu kommununar. Landið innkrevja allan skatt og síðan
Harri. Jesus er Guds sonur, sum tók á seg hold og gjørdist monnum líkur. Hann er gitin av Heilagum Anda, borðin í heima av Mariu moy, deyður undir Pontius Pilatusi og upprisin, hevur alt valdið á himni og á [...] sær av hesi undirvísing. Presturin á staðnum hevur ábyrgd fyri at læran samsvarar grundarlagi. Tann, sum hevur umsjón við, at prestarnir halda seg til læruna, er biskupur. Og tann, sum tekur sær av, at [...] Eisini sonn virðing mótvegis øðrum kirkjum og samkomum eins og menniskjum við aðrari trúgv er treytað av, at ein sjálvur veit, hvar ein stendur. Sum eitt samfelag má hava sína lóggávu eftirkannaða, má ein
gagnar javnstøðu og eg dugi ikki at síggja nakað endamál í at gera eina skipan, har tað er vandi fyri, at hon kann virka beint øvugt av tí, sum ætlanin var. Løgmaður sigur, at sostatt fer hann ikki at taka [...] úrslitið av tí kann akkurát tað sama vera, at kvinnurnar koma í eina verri støðu, enn tær eru í frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard. - Eg dugi ikki at síggja, at eg kann leggja navn til eina skipan við einum [...] fyri, at kvinnur verðið valdar og tað vil eg ikki vera við til, sigur løgmaður. Tað var ein bólkur av kvinnum, um umboðaði Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum herfyri hevði fund við løgmann
- Løgmaður hevur gjørt av, at hann vil heldur stuðla monnunum í Suðurstreymoy, enn hann vil stuðla kvinnunum. Tað sigur Ingrid Henriksen, sum er í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hon hevur staðið [...] til at siga nakað við vissu, fyrrenn eftir eitt val, men hon sigur, at talan er um eina sjálvbodna skipan, sum flokkarnir eiga at fáa møguleikan til og so kunnu teir sjálvir viga fyri og ímóti. - Hevði tað [...] ikki gagnar kvinnunum, verða fleiri listar ikki gjørdir, tí hetta verður sjálvandi ein sjálvboðin skipan, sigur Ingrid Henriksen. - Men við síni støðu, forðar løgmaður fyri kvinnulistum og tað skilji eg