Løgmaður gongur ikki kvinnum á møti

- Eg vil ikki koma í eina støðu, har eg geri tað torførari hjá kvinnum at verða valdar á Løgting, sigur Jóannes Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer ikki at ganga ynskjunum frá einum kvinnubólki á møti um at gera tað lættari hjá kvinnum at verða valdar á Løgting.

- Tað er nevniliga slett ikki vist, at tað hevði blivið lættari hjá kvinnum at blivið valdar. Tvørturímóti kundi uppskotið forða fyri, at kvinnur verðið valdar og tað vil eg ikki vera við til, sigur løgmaður.

Tað var ein bólkur av kvinnum, um umboðaði Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum herfyri hevði fund við løgmann, har teir vildu hava hann at seta tiltøk í verk, sum skuldi gera tað lættari hjá kvinnum at verða valdar á ting.

Við sær á fund við Løgmann, høvdu tær eitt ítøkiligt uppskot.


Kann vera ein vansi

Men Løgmaður er ikki sinnaður at ganga teimum á møti.

- Eg taki sjálvandi undir við, at okkara felags mál skal vera at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, sigur løgmaður.

Men hann heldur ikki, at tað er rætti vegurin at taka stig til at broyta vanliga mannagongd fyri, hvussu vallógin verður tulkað.

- Gera vit tað, er væl hugsandi, at tað beinleiðis verður ein forðing fyri, at kvinnurnar verða valdar og tað vil eg ikki leggja navn til, sigur løgmaður.

Hann sigur, at eitt dømi kann vera, at ein flokkur ger tveir listar í Suðurstreymoy, har annar er ein mannfólkalisti og hin er ein kvinnulisti.

Men hevur mannfólkalistin nóg sterk valevni, kann hann fara við øllum umboðnum. Sostatt kann kvinnulistin sita eftir við ongum, hóast onkur á kvinnulistanum fær fleiri atkvøður enn umboð nummar tvey ella trý á mannfólkalistanum.

- Eg dugi ikki at síggja, at hetta gagnar javnstøðu og eg dugi ikki at síggja nakað endamál í at gera eina skipan, har tað er vandi fyri, at hon kann virka beint øvugt av tí, sum ætlanin var.

Løgmaður sigur, at sostatt fer hann ikki at taka stig til at nágreina vallógina eftir ynskinum frá kvinnubólkinum.


Føra kvinnur fram

Ístaðin fyri at nágreina vallógina, setir løgmaður sítt álit á, at teir ymisku politisku flokkarnir virða javnstøðuna, tá ið teir stilla upp til val og fáa líka nógvar kvinnur á listarnar, sum tað eru menn og at teir syrgja fyri, at kvinnurnar verða líka sjónligar í valstríðnum.

Løgmaður heldur, at hetta fer at geva kvinnum størri møguleika at verða valdar.

Men nú er hetta eitt beinleiðis uppskot frá Javnstøðunevndini at nágreina vallógina, soleiðis, sum hesin kvinnubólkurin vil. Samstundir heldur talskvinnan at støða tín sampakkar illa við tað, at løgmaður er ambassadørur fyri Demokratia?

- Eg haldi ikki, at hetta er vegurin at fara. Hyggja vit eftir øðrum londum, er tað ikki eftir hesum leistinum, at javnstøðan er ment. Har er javnstøðan ment soleiðis, at hvør flokkur sær hevur tikið avgerð um at menna javnstøðuna.

- Og annars megnaði kvinnubólkurin, sum hevði fund við meg, ikki at vísa aftur, at teirra uppskot tann stóra veikleika, at úrslitið av tí kann akkurát tað sama vera, at kvinnurnar koma í eina verri støðu, enn tær eru í frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Eg dugi ikki at síggja, at eg kann leggja navn til eina skipan við einum so stórum og sjónligum veikleika, leggur løgmaður afturat.

Les eisini greinina: Kvinnur vilja ikki stilla upp fyri Javnaðarflokkin.