Bilarnir sum vóru ummæltir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vóru nýggjasta nútgávan av Nissan X-Trail í luksus útgávuni og so ein Lada Niva, sum er eitt 30 ára gamalt modell.
Nissan X Trail er ein væl útgjørdur SUV, sum í luksusútgávuni hevur allar hentleikar.
Hóast hesin X-Trail líkist forgangarnum, er tó talan um ein heilt nýggjan, størri og rúmligari bil við øllum innbygdum trygdarskipanum og eini framkomnari 4x4 skipan, sum altíð syrgir fyri at hann hevur best møguligt festi í koyriundirlagnum.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein Nissan X-Trail LE 2.0 dCi við 173 hk dieselmotori og kostar 450.000 krónur. Bíligasta útgávan av X-Trail kostar annars 330.000 krónur hjá Auto Service.
Lada Niva
Lada Niva er ein gamal kenningur. Bilurin kom fyrstu ferð á marknaðin í 1977 sum ein haldbarur og bíligur jeepur, gjørdur til at koyra á vánaligum vegi og uttan fyri vanliga koyrivegin.
Bilurin er ikki nógv broyttur at síggja til hesi 30 árini. Hann er tó moderniseraður eitt sindur og hevur t.d. servostýring og innspræning í staðin fyri karburator.
Lada Niva er ein slitsterkur arbeiðsbilur við bæði hægri og lægri girum, sum verður skift mekaniskt eins og hann hevur differentialsperru. Motorurin er 1,7 litra 4 syl. bensin við 82 hk. Bilurin kostar kr. 120.000 krónur og kann síggjast og roynast hjá Akfarsøluni við J.C. Svabosgøtu.
Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum, Sofus Hansen, bilbyggjari, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.
mg
Myndatekstur:
1.
Nissan X Trail er ein væl útgjørdur SUV, sum í luksusútgávuni hevur allar hentleikar
2.
Lada Niva er ikki serliga nógv broyttur seinastu 30 árini. Men hann er ein haldbarur og bíligur jeepur