Hattin av fyri Sunda kommunu

Viðmerking til grein í Sosialinum nr. 184 mánadagin 24. september 2007

Undir yvirskriftini “Raðfesta skúlan ovarliga”, skrivar blaðmaðurin, Leo Poulsen, at Sunda kommuna hevur gjørt av at raðfesta undirvísingina í barnaskúlanum sera ovarliga.

Síðani verður skrivað, at Sunda kommuna setur nógvar pengar av til telduútbúnað, ja, heilt nógvar pengar sammett við aðrar kommunur, og lesarin skilir eisini, at Sunda kommuna hevur eina langtíðarætlan í samband við telduútbúnað. Frálíkt!!

At lærararnir eisini fáa eina arbeiðsteldu hvør, er eitt ynski, sum lærarar í føroyska fólkaskúlanum hava havt í nógv ár, og tað vísir, at Sunda kommuna respekterar arbeiði hjá lærarunum.

Skrivað verður eisini, at Sunda kommuna setur nógvar pengar av til rakstur av barnaskúlunum. Nevnt varð, at 4.700 kr verða settar av til hvønn næming í teimum størru skúlunum og 7.000 kr í teimum báðum minstu skúlunum. Tá rokni eg, sum áhugaður lesari av greinini, við, at hetta er tann puljan tann einstaki skúlin fær til nýtslu. Vask, el, hiti og umvælingar eru ikki við.

Brotini sum grundgeva fyri, hví Sunda kommuna raðfestir skúlan so ovarliga, eru hesi: “Ynski er at skapa fortreytir við barnaskúlarnar í kommununi soleiðis, at lærararnir veruliga merkja, at økið verður høgt raðfest”.

Og “Vit meta, at hetta er ein góð skipan, sum gevur lærarunum størri ábyrgd og økir um áhugan hjá teimum fyri starvinum”.

Hetta boðar frá einum positivum hugburði mótvegis lærarunum og gerandisdegi skúlans, og eg eri sannførd um, at tað gevur lærarum hug at søkja størvini í skúlunum í Sunda kommunu. Teirra arbeiði verður jú virt, og eg eri eisini sannførd um, at tað gevur foreldrum at skúlabørnum góðan hug til at flyta til kommunurnar norðuri í Sundalagnum.

Eina útsøgn frá formanninum í Sunda kommunu vil eg tó seta spurnartekin við, og hon er: At tað altíð er óheppið, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunu er tvídeilt.

Ja, um allar kommunur í Føroyum høvdu sama hugburð, sum Sunda kommuna, vóru positivar mótvegis skúlanum, vildu spandera nógvar pengar og orku upp á skúlan, næmingarnar og lærararnar, vóru pro-aktivar, so hevði hetta kanska verið rætt, og so hevði mótstøðan frá skúlafólki móti at leggja skúlan út til kommunurnar kanska ikki verið so stór.

Men vit vita, at soleiðis er verunleikin ikki.

Vit vita eisini, at kommunustýrir skifta, soleiðis at tey, sum vóru positiv í fýra ár, væl kunnu vera negativ í fleiri enn fýra fylgjandi ár, alt eftir hvør mannar kommunustýrini. Og tá verður alt niðurbrotið, sum bygt varð upp.

Vit vita, at í heilt nógvum kommunum í Føroyum er tað soleiðis, at skúlaleiðslurnar skuldu liggja á knøum fyri at fáa pengar til rakstur og harumframt mugu argumentera fyri deyvum oyrum um forbetringar til skúlan hvørt einasta ár.

Vit vita tíverri eisini, at nógvar kommunur ikki hava ein skúlapolitik.

Aðrar kommunur skulu hálast í gongd. Látast ikki um vón fyrr enn vindeygu rotna, og takið er sum ein sold.

Fakhølir eru frá Metusalemsa tíð, og tá víst verður á tað, er svarið: “Tað var gott fyrr, tað má vera nóg gott nú. Vit pjøssa eitt sindur upp á tað, so heldur tað kanska inntil næsta val”.

Skúlagarðarnir eru gamlir, frá tí tíðini vit stóðu í røðum uttan fyri eftir hvørt fríkorter og bíðaðu eftir læraranum. Ongin hugni hvørki úti ella inni, og tað, sum verri er hesum viðvíkjandi, hetta umhvørvið er ein innbjóðing til happing.

Nógv verður gjørt burtur úr trivnaðinum í fólkaskúlanum í hesum døgum, men felagshølini í nógvum skúlum eru snøgt sagt ikki nøktandi, um nøkur felagshølir yvirhøvur eru.

Fyrireikingar-og fundarhølir til lærararnar mangla eisini á flestu skúlum í Føroyum. Líka sum teldur til hvønn lærara, hevur hetta verið eitt ynski í nógv ár, so lærarar kunnu arbeiða í millumtímunum og kanska gera seg lidnar fyri fyrireikingararbeiði, áðrenn farið verður heim eftir loknan arbeiðsdag.

Nógvir skúlar eru gamlir, men um man hugsar um tær lógarbroytingar, sum eru gjørdar á skúlaøkinum, tær broytingar í undirvísingarkrøvunum og tær nýggju lærugreinirnar, sum eru komnar inn í fólkaskúlan, síðani hesir skúlar vórðu bygdir, má niðurstøðan vera, at meginparturin av føroysku kommununum mugu taka sær um reiggj.

Føroysku kommunufeløgini mugu gera sær greitt, at áðrenn kravið um, at alt skúlaverkið skal leggjast út til kommunurnar at umsita, verður sett, má tað, sum kommunurnar longu nú umsita, verða væl røkt og nútímansgjørt. Fyrr enn tað er í lagi, kann ongin taka undir við, at føroysku kommunurnar eisini fáa ábyrgd av tí partinum av skúlaverkinum, sum Mentamálaráðið umsitur.

Og vit, sum minnast aftur til tað tíðina, kommunurnar umsótu alt, mugu ávara ímóti, at “sporene skræmmer”.

Men Sunda kommuna skal hava tað rós, sum hon hevur uppiborið, tí hon raðfestir skúlan høgt.