brúk aftur, tá útlit eru til, at tað kann bera til aftur. Men eins og flestu onnur, sum tosa um viðurskiftini á útoyggj, vísti hann til samferðsluna. ?Hon er einki broytt í míni tíð, segði Bjarni Jacobsen [...] Hetta mundi helst fyri stóran part koma av teimum vónum, kalsoyingar nú hava til ferjuleguna á Syðradali, helt Olga Biskopstø. Øðrvísi er á hinum útoyggjunum. Eitt nú stendur heilt illa til í Hattarvík, vísti [...] á samferðsluna til og úr Skúvoy. Hann vísti á, at har var gott ferðasamband um fjørðin og takkaði Strandferðsluni fyri ta góðu tænastu, skúvoyingar hava í so máta. Tað er ikki grundin til flytingina av
føroyskt. Tað er snøgt sagt landaskomm. Fyri bara 60 árum síðan bar til dømis illa til at skriva millum annað lógarmál á føroyskum, tí heitini og hugtøkini vóru ikki til. Skriftmálið er tíbetur nógv ment síðan [...] stúri eisini fyri, at fólk høvdu blivið hugtung, hevði eg skrivað við støði í mær sjálvum. Tað, eg skrivi um, kemur ikki tætt at mær. Tað dámar mær væl. Fyri nøkrum árum síðan ringdi Rás 2 til mín og spurdi [...] hevði hug at vera við í sending, sum snúði seg um ungdómsár míni. Eg svaraði, at eg minnist ikki nógv til tey, men at tey skuldu snúgva sær til Jógvan Asbjørn, hann hevði kunnað sagt frá nógvum forvitnisligum
útlit at vera fyri góðum avriki. Í Small Nations vóru føroyingar favorittar, og teir megnaðu at liva upp til tað, sum varð roknað við. Tað tænir føroyskari telving og Føroyum til heiður og æru! [...] talvkappingini fyri smátjóðir – Small Nations – sum alla síðstu viku var í Monaco. Tíggju smátjóðir luttóku, og endaliga støðan var, at Føroyar vunnu við 16 dystarstigum. Tvey stig vórðu latin fyri sigur, eitt [...] eitt stig fyri javnleik og einki fyri tap. Í hvørjum dystinum vóru fýra talv, og Føroyar vunnu øll tey fyrstu átta umførini. Undan síðsta umfarinum, sum var á skránni í gjár, var tað longu greitt, at Føroyar
kloakkir, 150 mill. til vatn, 130 til brennistøð, 200 mill. til vinniøkir og havnarbyggingar, 80 mill. til skúlar, 150 mill. til barnaansing (siti beint nú og lurti eftir útvarpskjaki, har Leivur sigur [...] men skal til eina og hvørja tíð loysa tann tørv borgarin hevur í tí samtíð vit liva í. Hetta var orsøkin fyri, at vit í áttatiárunum brúktu umleið 100 mill. til útstykkingar, 100 mill. til vegir og kloakkir [...] vitan sum fá onnur, loyvir sær at taka soleiðis til orða, sum hann ger í hesi grein, loyvi eg mær fyri fyrstu ferð síðani eg 1. januar 1993 fór frá, at taka til penning. Fyrst er at siga, at kommunur sum heild
_______________ Kvøða til sjúkrasystranæmingarnar til ársroyndina 23. apríl 1958. Lag: Úr øllum londum Ein kvøða til heiðurs her ljóða skal til sjúkrasystrarnar tíggju í tal til merkisdagin, nú ársroyndin [...] (f. Olsen) úr Vági, býr á Tvøroyri. Gnippa Nólsoy, sum er við á myndini, byrjaði at læra til sjúkrasystir árið fyri, í 1955. Myndatekstur: Tær 10, ið fóru í læru sum sjúkrasystrar í 1956: Hildibjørg Zachariassen [...] sangin skrivaði Jesar Hansen úr Sandavági, sum var sjúklingur á T.B., til tær tíggju nýklæktu sjúkrasystrarnar. T.B. var húsið niðan fyri Dronnings Alexandrines Hospital, sum varð tikið burtur í sambandi við
Vit báðir hoyra til ein slíkan bólk av listafólki, ið er besettur av at avmynda. At leggja beinleiðis tankar í myndina kom ikki fyrr enn nógv seinni, men vit høvdu nokk ikki blivið til tað, vit eru, høvdu [...] verið mær ein stórur íblástur, sigur Hans Pauli takklátin. Frá klippi til livandi modell Tvey ár seinni flutti Hans Pauli niður til Danmarkar. Har búði hann tað fyrsta árið saman við Torbjørn og einum, [...] tað yvirflatiskt, sigur Hans Pauli. Standmyndin, sum Hans Pauli hevur gjørt Williami Heinesen til heiðurs, er tann fyrsta, sum hann hevur evnað eftir einari mynd hjá øðrum. Men tað er tó minni munurin
hevur Zlatan til góðar at vinna Champions League. Stóran týdning fyri tilflytararnar Svenskir samfelagsfrøðingar eru rættiliga samdir um, at eingin tilflytari hevur havt størri týdning fyri útlendskar [...] har var ofta havt á lofti, at hann ikki passaði til spælistílin hjá Barcelona. Kortini var hann ikki fyri ongum, tí hann skoraði 16 mál í 29 dystum fyri tað katalanska stórfelagið. Zlatan hevði tvey framúr [...] u kappingina fyri steypavinnarar í 1996, tá teir vunnu 1-0 á Rapid Wien úr Eysturríki. Og longu aftaná 19 minuttirs spæl ímóti Dynamo Kiev í gjárakvøldið skoraði Zlatan Ibrahimovic fyri enn eitt felag
hópi. Og mín vón er so, at tað skal bera til at savna tey, sum vilja spæla í fremstu røð, í eitt felag her suðuri. Eftir míni fatan hevur Suðuroyggin ikki orku til at hava fleiri lið í bestu deildini. Somikið [...] og síðani skuldu partarnir taka støðu til, um samstarvið skuldi halda fram ella ikki. Og á eykaaðalfundi í Vági mánadagin fall tann spurningurin væl og virðiliga til jarðar. Fleiri høvdu tó roknað við, at [...] so vóru fyri einum framhaldandi samstarvi, so tað harmar meg almikið, at støðan nú gjørdist soleiðis, sigur John Henrik. - Og eg má eisini siga, at eg var bilsin um úrslitið. Tað tóktist fyri mær, sum
men dómararnir lótu ikki við seg koma. Aftan á kundi staðfestast, at orsøkin til longu bíðiðina - 45 minuttir ístaðin fyri 15 - var at skorurnar hjá fremstu skjúttunum fleiri ferðir vórðu taldar umaftur [...] hóast hann togaði 19 av hesum heim aftur á 50 metrunum, so varð ikki roknað við, at tað skuldi bera til at taka alt aftur. Ikki minst tí bestu skjúttarnir eru somiki javnir á 30 metrum, at tað aloftast eru [...] framvegis 10. Og eg haldi meg ikki hava skotið serliga væl á 30 metrum. Á 50 gekk hampuligt í mun til veðrið, men hetta er ikki soleiðis, at eg eri ovurfegin um skotini, helt hann. Áðrenn seinastu skotini
»Eg vil uppala míni børn eins uttan mun til kyn« Mildrid á Lógv, sjúkrarøktarfrøðingur Klaksvíkar Sjúkrahús Hvat merkir 8. mars – kvinnudagurin fyri teg? – Ljós verður varpað á kvinnur, og eg komi at hugsa [...] vit viska kynsmunin burtur og skapa virðing fyri tí einstaka. Við at velja politikkarar at stýra hesum landi, sum arbeiða fyri javnstøðu, er møguleiki fyri einum meira kvinnuvinarligum Føroyum. Annars [...] tó so ófatiliga stutt. Ja, vit fáa somu løn fyri somu størv sum menninir, vit hava sama rætt til størv og útbúgvingar og vit kunnu blíva tað, vit hava hug til. Vit kunnu frítt velja hvørjum við gifta okkum