Telvaðu seg heilt uppá tindin

Føroyar vunnu sannførandi sigur í Small Nations talvkappingini, sum í síðstu viku var í Monaco

Tað er ikki oftari enn so, at Føroyar eru best í Europa.
Í gjár var síðsta umfar í europeisku talvkappingini fyri smátjóðir – Small Nations – sum alla síðstu viku var í Monaco. Tíggju smátjóðir luttóku, og endaliga støðan var, at Føroyar vunnu við 16 dystarstigum. Tvey stig vórðu latin fyri sigur, eitt stig fyri javnleik og einki fyri tap. Í hvørjum dystinum vóru fýra talv, og Føroyar vunnu øll tey fyrstu átta umførini.
Undan síðsta umfarinum, sum var á skránni í gjár, var tað longu greitt, at Føroyar vóru samantaldur vinnari. Mótstøðuliðið í síðsta um­far­inum var Andorra, sum stríddist fyri at vinna næst­fremsta plássið. Einki er at ivast í, at motivatiónin mundi vera ymisk hjá liðunum báðum.
John Arni Nilssen tapti á øðrum borði. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard samdust skjótt við mótstøðumenninar um remis. Á fjórða borði hevði Høgni Egilstoft Nielsen lítlan fyrimun. Hann stríddist góða løtu fyri at vinna, men tað endaði javnt,og harvið taptu Føroyar síðsta dystin 2 ½ - 1 ½. Sjálvandi iðraðu før­oysku telvararnir seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku burturúr síðsta umfarinum ella í hvussu so er at røkka javnleikinum. Men tað kundi á ongan hátt skugga yvir framúr saman­talda avrikið og sigurin.
Í eitt nú fótbólti eru tað bara San Marino, Andorra og spildurnýggi limurin í altjóða samgonguni Gibraltar, ið eru undir Føroyum á altjóða styrkislistanum. Endastøðan eftir talvkappingina millum smátjóðirnar vísir, at Føroyar eru frammanfyri allar hinar europeisku smátjóðirnar.
Spurningurin spøkir beinan­vegin, um tað so at siga loysir seg at taka lut í kapping, har Føroyar eru best, og um tað ikki hevði verið skila­betri at nýtt tíð og pengar upp á størri avbjóð­ingar.
– Vit ætla okkum eisini kom­andi árini at taka lut í hesi kappingini, sum er á skránni annaðhvørt ár, segði formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjár. Hann og telvararnir vóru tá við til endahátíðarhaldið, har før­oyska liðið varð fagnað fyri góða avrikið.
Umframt at fagna saman­talda vinnaranum so vórðu eisini bestu telvararnir fagn­aðir. Á tveimum borðum áttu Føroyar telvararnar, sum vunnu lutfalsliga størstu úr­tøk­una. Talan var um Olaf Berg á triðja borði og um Høgna Egilsfoft Nielsen á fjórða borði. Hinir tríggir – Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen og John Rødgaard – vóru allir millum tríggjar teir fremstu á ávikavíst fyrsta, øðrum og triðja borði.

Framúr avrik
Avrikið í Monaco er stað­fest­ing av, at føroyska lands­liðið er væl fyri. Liðið hev­ur ongan­tíð verið so væl mann­að, sum tað var tað hesa ferð. Fýra teir fremstu á styrkis­listanum vóru á liðnum. Teir eru Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødgaard og Olaf Berg.
Fimti maður á liðnum var Høgni Egilstoft Nielsen. Hann var við sum avloysari, og hann fekk sanniliga høvi at vísa, at tað er dugur í hon­um. Í FM kappingini fyri ein­staklingar á páskum endaði hann á fjórða plássi. Hesa ferð telvaði hann seks av níggju talvum. Úrtøkan var 5 ½ stig. Tað var bara í síðsta umfarinum, at talvið endaði remis. Øll hini talvini vann hann. Tað er framúr gott avrik. Høgni Egilstoft Nielsen fylti 29. apríl 16 ár!
Eingin telvari í allari kappingini megnaði fulla úrtøku. Olaf Berg var við í sjey umførum, og úrtøkan var 6 ½ stig ella 92,9 prosent. Bara ein annar telvari – Pierre Villegas úr Monaco – megn­aði eins stóra úrtøku sum Olaf Berg.

Framtíðin
Nú eru føroysku telvararnir á veg til hús aftur eftir fína avrikið. Av teimum fimm, sum vóru í Monaco, eru tað bara tveir, sum telva fast í før­oysku landskappingini. Teir eru Høgni Egilstoft Nielsen í Sandavágs Talvfelag og Olaf Berg, sum er á liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, tá ið hann er heima. John Rødgaard hevur ikki telvað í lands­kappingini í ár, og John Arni Nilssen og Helgi Dam Ziska búgva uttanlands.
Næsta stóra altjóða av­bjóð­ingin er OL i talvi, sum er á skránni annaðhvørt ár. Næstu ferð verður kapp­ingin í Tromsø í Noregi. Kapp­ast verður í døgunum 1. til 14. august. At Magnus Carlssen júst hevur vunnið heims­meistaraheitið fyri einstaklingar kastar sjálvandi serligt ljós yvir kappingina í Noregi. Fregnast hevur verið eftir, um tað kann roknast við, at nýggi heimsmeistarin verður partur av norska liðnum. Tað hevur hann sagt, at hann ætlar at vera.
Spurningurin er so, hvussu føroyska liðið verður mann­að. Um teir, sum eiga hægstu styrkistølini, fara at mann føroyska liðið, so eiga útlit at vera fyri góðum av­riki. Í Small Nations vóru før­oyingar favorittar, og teir megnaðu at liva upp til tað, sum varð roknað við. Tað tænir føroyskari telving og Føroyum til heiður og æru!