Sjúkrasystraútbúgvingin tók trý og eitt hálvt ár. Í hesum tíðarskeiði vóru tær í eisini í Danmark og tóku psykatri og barsil, sum hoyrdi til útbúgvingina. Nakrar byrjaðu á forskúla í Danmark, áðrenn tær komu á Dronning Alexandrines Hospital.
August 2006, f.v.: Hildibjørg Hansen (f. Zachariassen) av Sandi, býr í Havn, Elin Jacobsen (f. Danielsen) av Strondum, býr í Kolbanargjógv, Signa Petersen (f. Nielsen) frá Fámjin, býr í Fámjin, Nanna Lützen (f. Heinesen) úr Klaksvík, býr í Havn, Kristvør Guttesen (f. Sørensen) úr Kunoy, býr í Keypmannahavn, Gnippa Nólsoy (f. Johannesen) úr Dali, býr í Havn, Esther Sørensen (f. Jacobsen) úr Vági, býr í Havn, Dagny Joensen (f. Zachariassen) úr Hesti, býr í Gásadali, Birita Dam (f. Johansen) úr Havn og býr í Havn.
Hesar vanta á myndini: Edit Møller (Jacobsen) úr Vági, býr í Keypmannahavn, Ella Hammer (f. Olsen) úr Vági, býr á Tvøroyri. Gnippa Nólsoy, sum er við á myndini, byrjaði at læra til sjúkrasystir árið fyri, í 1955.
Myndatekstur:
Tær 10, ið fóru í læru sum sjúkrasystrar í 1956: Hildibjørg Zachariassen, Sandur, Elin Danielsen, Strendur,
Signa Nielsen, Fámjin, Nanna Heinesen, Klaksvík, Kristvør Sørensen, Kunoy, Esther Jacobsen, Vágur,
Dagny Zachariassen, Hestur, Birita Dam, Havn, Edit Jacobsen, Vágur, Ella Hammer, Vágur.
____________________________________________________________________
Kvøða til sjúkrasystranæmingarnar til ársroyndina 23. apríl 1958.
Lag: Úr øllum londum
Ein kvøða til heiðurs her ljóða skal
til sjúkrasystrarnar tíggju í tal
til merkisdagin, nú ársroyndin staðin
- tí lagið er gott
Í morgun tá sólin úr havinum fór,
“marchera” vit til yvirlæknans kantór,
í sólskini bjarta, men piprandi hjarta,
Gud veit – tað var satt.
Yvirsjúkrasysturin, Magnussen, Dahl,
har móttøku okkum sera væl,
tað fyrsta vit siga, “go´morin” øll biða,
vit trína um gátt.
Og síðan vit sessaðust allar á rað,
vit gloyma tað ei til vár doyggjandi dag,
nú læknarnir fara at spyrja – vit svara,
við skelvandi rødd.
Har spurningar hópaðust upp í ein dunga,
um livur og hjarta og nýra og lunga,
tuberklar, narkosu – mangt annað varð tosað,
sár – svull- infektión.
Vit kláraðu okkum á valinum,
tí veitsla nú á hospitalinum,
her sita vit saman við gleði og gaman,
við ársroyndarlok.
Tí veitsla fer fram nú á hesum stað,
við sjúkrasystrum og læknum á rað,
við smílandi brosi og skemtandi tosi,
við veitsluborð.
Her høllin er pyntað og vakurt prýdd,
við blómum og ljósum eru borðini skrýdd,
við donsk-føroyskum fløggum og tíggju so snøggum,
ja – nýbakað sprund.
Og her verður sungið og talað og klappað,
for tíggju uniformkløddum systrum við kappa,
nú burt við narkosu, bert skemtan í tosi,
og skemtandi orð.
Nei hygg hvussu fittar tær tíggju á rað,
har sita við borðið í fínasta lag,
var angist í morgun, bert gleði í borgum,
nú ráða skal her.
Vit eru so glaðar, nú loki er skeið,
nú syngja vit bara “hjuhey dillaleið”
í býin vit fara, í dansin at snara,
“hjuhey dillaleið”
Hvar starvast tær hava, vit greiða nú frá,
um bert her í tolni tit lýða á,
Kristianna úr Klaksvík, á pleygiheim starvs sítt,
væl umtókt hon er.
Kristvør og Ella á ovaru gongd,
tilsamans hava gingið eina øðiliga longd,
frá Vági til Kuni bert lítið tað munar,
vit nevna tað tó.
Signa og Dagny við nevna við,
tær báðar hava starvast á Epedemi,
í Famien og Hesti tær bústað sær festu,
tey blíoygdu sní.
Á barnastovuni har starvast tvær,
Esther og Hildibjørg so nevnast tær,
tann seinna av Sandi, hin sunnan av landi,
frá Vági so blíð.
Birita Tórshavn og Elin av Strondum,
og Edit frá Vági – úr Suðurlondum,
frá T.B. so fattar, so bringubrættar,
við bros á kinn.
Eg fagni øllum – men tykkum tó mest,
tí hesar tríggjar eg kenni best,
mítt ynski skal ljóða, um framtíð so góða,
“tillukku í dag”.
Verið heilsaðar – fagnaðar allar á rað,
so “hjartaliga” tillukku í dag,
við úrsliti góðum, tit royndina stóðu,
ja, kláraðu flott.
Ja starv tykkar virði eg – meti tað hátt,
í samfelagstænastu dag og nátt,
tit sjúkrasystrar allar – várt føðiland kallar,
at tæna sær.
Tøkk fái tit læknar og – systrar á rað,
for tykkar uppofrandi arbeið hvønn dag,
eins væl “systrar” nýggju, í tali tíggju,
tøkk fái tit øll.
Kom samfelt nú lætti oss øll uppfrá,
for tíggju uniformskløddum “systrum” hurrá,
her er eingin ivi – tit leingi livi,
hurrá, hurrá, hurrá
Heilsan
J. Hansen
Hendan sangin skrivaði Jesar Hansen úr Sandavági, sum var sjúklingur á T.B., til tær tíggju nýklæktu sjúkrasystrarnar. T.B. var húsið niðan fyri Dronnings Alexandrines Hospital, sum varð tikið burtur í sambandi við at nýggjur hospitalsbygningur var bygdur.