monnum, har ímillum bróðrinum Osmundi Lognberg, keyptu teir 30 tons stóra útróðrarbátin Harðaberg fyri longu nógvum árum síðan. Herman Winther, keypmaður, var millum eigararnar og tók sær eisini av rakstrinum [...] bátinum. Teir róðu við línu og egndu í landi. Vanliga settu teir einar 40-50 stampar hvørja ferð. - Fyri tað mesta vóru Osmundur Lognberg, Tórálvur Poulsen, sum eisini var ein av eigarunum og eg við bátinum [...] báti. - Motorurin var loysnaður á fundamentinum, men so heppin var eg, at pakkdósin smeltaði og tetti fyri lekanum, sum báturin annars hevði fingið. Salli sigur, at hann hendan dagin kundi sigla til lands
Sosialur kapitalur er týdningarmikil fyri at fólk samstarva. Tað er somuleiðis so, at hægri útbúgvingarstøði gevur ein betri humanan kapital, sum er avgerðandi neyðugt fyri at vera í fremstu røð í altjóða [...] kanningar vísa greitt, at høgt útbúgvingarstøði hevur stóran týdning fyri framburði og vøkstri. Tað vísir, at tvey mál mugu røkkast; fyri tað fyrsta at fáa fleiri fólk við útbúgving til Føroya, og í øðrum [...] og at síggja hvønn annan meðan tosað verður tvørtur um knøttin og uttan at tað kostar. Føroyar eru fyri fyrstu ferð í søguni hálaðar fram í menningini. Um vit miðja eftir at verða eitt vitanarsamfelag,
út við marknaðinum fyri alifisk eystanfyri og í londunum í Asiu og eystari. Eins og onnur í føroysku alivinnuni harmast Brandur sjálvandi um, at russar í løtuni hava sett forboð fyri innflutningi av alifiski [...] fólk til arbeiðis enn annars. - Talið av arbeiðsfólki liggur soleiðis úr eini 18 og upp í stívliga 20 fólk, tá mest er at gera, leggur hann aftrat. Trúgv arbeiðsfólk Stjórin á Viking Seafood sigur, at [...] longur eysturi. - Tað eru vit sjálvi, sum taka okkum av søluni, men vit hava eisini aðrar, sum selja fyri okkum, sigur stjórin, sum viðgongur, at tað ikki gekk nakað serligt við sílunum í fjør, meðan betri
Og Toftir, har Anna hoyrdi heima, var serliga hart rakt, tí sjey av monnunum vóru av Toftum. Heili 20 børn í eini luftalsliga lítlari bygd tá, mistu pápa sín hesa illveðursnátt undir íslendska Suðurve [...] gjørdust sjey dreingir farðirleysir. Hvussu hart hetta hevur rakt, ber als ikki til at ímynda sær fyri okkum, sum ikki hava upplivað hetta. Eg minnist ongantíð ommu mína hava tosað um hendingina við meg [...] pyntaðar við riddarakrossum ella øðrum stási. Tær stríddu seg gjøgnum lívið við einum øðrum krossi fyri eyga. Tað er torført at ímynda okkum støðuna umborð á Onnu hetta vanlukkukvøldið í 1924. Útgerðin
kapitul 22 lesa vit, at tað einasta eitt mannfólk skal gera, fyri at fáa hendur á eini kvinnu hann hevur hug á, er at neyðtaka hana. "Revsingin" fyri neyðtøku er nemliga tann, at maðurin skal gifta seg við [...] vón, at tit áhaldandi fara at stríðast fyri at fyribeina hesum "perversitetum, spýggjiligheitum og forkvaklaðum útpensligum av kynslívi", sum bíblian leggur fyri dagin, og vónandi helma tit ikki í, fyrrenn [...] sexolog, og nú skal eitt forkvaklað kynslív útpenslast í grovum greinum og tekningum, sum eru uttan fyri øll mørk". Svenning á Lofti er beint í hølunum á honum við m.a. hesari viðmerking "Vit hava roynt
lítlan trúarbólk. Eyðkennini eru tey somu – um tú ikki trýrt, so er tú úti! Hetta hendi fyri tí eina generalinum, sum fyri fjølmiðlum gav tey »røttu tølini« upp. Hetta var í samband við eina meting av, hvussu [...] kjarnorkuvápn í Irak og fólkaræðið í Irak. Keldur, lýstar av Hersh sum høgt standandi CIA-agentar, ið fyri stuttum er givnir, siga eisini frá, at tað minnir um heystið 2002 undan hertøkuni av Irak, tá ið alt [...] er at trýsta Iran til at gera mistøk og síðan leggja enn meiri trýst á landið. Stóri spurningurin fyri Bush er jú, hvussu langt frá Iran er at hava kjarnorku, ið eisini kann nýtast til vápn. Hann tosar
filosofisk og tónleikafrøðilig evni. Fyri síni tónaverk, sum hava verið spæld víðar um í hemi, hevur hann vunnið sær viðurkenning og fleiri heiðursprísir, millum annað fyri symfoniina Snúningur, sum hann skrivaði [...] mezzosopranin, Dagmar Hødl, leggur fyri við at Antifona eftir halgaða skaldið Hildegard von Bingen (1098-1179) verður í Fuglafjarða Kirkju mánakvøldið 26. juni kl. 20.00 og í Norðurlandahúsinum týskvøldið [...] Í 1974 kom ungur tónlistamaður úr Wien til Føroya at kanna líkindini fyri eini konsertferð hendanvegin. Maðurin var Werner Schulzer, og hann fekk stóran tokka til Føroyar og føroyingar. Síðani hevur hann
smærri bólkar, í staðin fyri stóru felagskapirnar, ið eyðkendu stórar partar av søgu okkara eitt nú árúnaðarfelagsskapir, arbeiðsfelagsskapir, hugsjónarligir felagsskapir, osfr. Fyri bert fáum árum síðani [...] ³1 Øll samfeløg gjøgnum allar tíðir hava havt sínar trupulleikar at berjast við. Her móti endanum á 20. øld eru eisini ymsir trupulleikar, sum gerast alt meira viðkomandi. T.d. eru heilar bøkur skrivaðar [...] røkka síni privatu endamál, ikki so nógv eitt nú familjunnar áhugamál ella onnur kollektiv virði. Fyri hundrað árum síðani var bert hin eina trúargreinin umboðað í føroysku skúlunum og einans helt fáar
nýtt undir sólin, verður sagt. Soleiðis er eisini við ynskjunum fyri NámX. Vónandi kann myndugleikin síggja møguleikarnar og skipa fyri, at breytaundirvísingin í mesta mun gerst førleikagevandi, so øll [...] Fyri stuttum kom Vakstrarforum við fjølbroyttum uppskotum at skipa framtíðar Føroyar. Farið var víða um, men her skal bert eini parturin verða viðmerktur. Vakstrarformum hevur millum mongu uppskotini tilmæli [...] Vinnuháskúlan, verður sjóvinnubreytin undirvíst í navigatión (førleikar at føra stuttleikabátar upp til 20 brt.) og so fáa næmingarnir trygdarskeið. Eisini verður samstarvað við reiðarí, fyritøkur og stovnar
døgurðan, ikki noyðist at taka fiskin upp kvøldið fyri. Vit gera tað soleiðis, at tú altíð kanst fara í boksina og taka tað upp, sum tú hevur brúk fyri, sigur hann. Føroyingar kritiskir Jógvan Høj heldur [...] Frostvirkið í Norðdepli og stovnaði felagið, Sp/f Norðfra. Norðmaðurin var innkeypari av saltfiski fyri eitt spanskt felag, sum leveraði saltfiskavørur til einar 35 fyritøkur í Spaniu. Í Føroyum keypti [...] hond. Í umleið eitt ár arbeiddu tey soleiðis bara saltfisk á Sp/f Norðfra. - Tað gjørdist ov strævið fyri okkum at kappast á saltfiskamarknaðinum, bæði við innkeypi av fisk og úti á sjálvum marknaðinum. Tí