Norðfra hevur fingið føroyingar at eta meira fisk

Norðfra hevur meira enn flestu onnur virkir í Føroyum lagt seg eftir at virka vørur til føroyska heimamarknaðin. Fyritøkan hevur prógvað, at rættiliga fitt kann fáast burtur úr hesum marknaði. Av einum samlaðum umsetningi í fjør upp á slakar 20 mió krónur, stavar umleið ein fjórðingur frá sølu á heimamarknaðinum. Sosialurin hevur vitjað Norðfra í Norðdepli

Virkisvitjan

Tað var í 1997, at Jógvan Høj saman við einum norðmanni, sum hann áður hevði samstarvað við, keypti gamla Frostvirkið í Norðdepli og stovnaði felagið, Sp/f Norðfra.
Norðmaðurin var innkeypari av saltfiski fyri eitt spanskt felag, sum leveraði saltfiskavørur til einar 35 fyritøkur í Spaniu. Í Føroyum keypti hann saltfisk um felagið, Sp/f Fram, sum Jógvan hjálpti honum at stovna.
Á virkinum í Norðdepli høvdu tey maskinur til fleking og flakaskering, og størstu toskarnar skóru tey við hond.
Í umleið eitt ár arbeiddu tey soleiðis bara saltfisk á Sp/f Norðfra.
- Tað gjørdist ov strævið fyri okkum at kappast á saltfiskamarknaðinum, bæði við innkeypi av fisk og úti á sjálvum marknaðinum. Tí avgjørdu vit longu á sumri árið eftir at leggja framleiðsluna um, soleiðis at vit kundu virka frystar vørur.
Tá ið norðmaðurin tók seg burtur úr felagnum, keypti Jógvan Høj eisini partapeningin hjá honum.

Hýsan er álitið
Maðurin aftanfyri Norðfra sigur, at virkið var klárt at fara undir at virka frystar vørur í november 1998.
- Eg vil siga, at virkið nærum varð endavent við hesi umlegging, har umklæðingarrúm, sum áður vóru niðri undir, vórðu flutt upp á loftið, eins og ein laksakryvjilinja varð tikin niður, samstundis sum rúmið bleiv bygt um til skerihøll.
Jógvan Høj sigur, at heilt síðan umleggingina við endan av 1998, hava tey lagt seg eftir at virka frystar vørur  í fyrsta lagi úr hýsu, sum er veidd við línu og síðan úr toski.
- Um summarið, tá ið lítið fæst av hýsu, hava vit eisini arbeitt hvíting. Hýsan er góð til út í mai, og vanliga kemur hýsan ikki aftur, fyrr enn hvítingurin er farin, sigur hann.
Í 1999 byrjaði Norðfra eisini at keypa frysta hýsu frá russum.
- Vit høvdu eitt gott samstarv við Føroya Fiskavirking, sum keypti frystan tosk úr Ruslandi. Toskurin varð arbeiddur á virkinum hjá felagnum í Havn. Tá ið hýsa eisini var upp í frystu veiðini, keyptu vit. Hetta riggaði væl, soleingi vit fingu flutningsstuðul. Men sum so ofta, broyttust fyritreytirnar. Politikararnir avgjørdu at taka av flutningsstuðulin og lovaðu, at triðjalandstollurin skuldi fella burtur. Men okkum kunnugt er hann ikki burtur enn.
Jógvan sigur, at tey keyptu frysta hýsu frá russiskum skipum fram til ár 2002, og seinastu tíðina var flutningsstuðulin burtur.
- Meginparturin av lidnu framleiðsluni fór til USA, og tá ið dollarin fall so ógvusliga, var henda framleiðsla ikki lønandi meira.
Hann sigur, at frysta hýsan var við sum partur av vanligu framleiðsluni, men fiskurin frá føroyskum skipum og bátum  og frysta russiska hýsan, vórðu arbeidd atskild og seld sum tvær ymiskar vørur.
Høvuðsframleiðslan á Norðfra er stór hýsu-og toskafløk við plastik ímillum fløkini og smærri millumløgd fløk, sum tað verður rópt.Jógvan sigur, at ein partur av teimum smærru hýsufløkunum, sum verða einkultfryst, eru ætlað endaliga brúkaranum, eitt nú til fish & ships og til stórkøkar úti í heimi.

Heimamarknaðurin
Norðfra hevur meira enn flestu onnur virkir í Føroyum eisini lagt seg eftir heimamarknaðinum í Føroyum. Fyritøkan hevur prógvað, at rættiliga fitt kann fáast burtur úr hesum marknaði. Av einum samlaðum umsetningi í fjør upp á slakar 20 mió krónur, stavar umleið ein fjórðingur frá sølu á heimamarknaðinum.
- Okkum føroyingum dámar at eiga fisk í boksini, og síðan 2004 hava vit lagt dent á eisini at virka vørur, sum føroyingar vilja hava.
Hann sigur, at serføroysku vørurnar eru fløk  bæði hýsu-og toskafløk, sum ávkavist eru pakkaði í 4,5 og 4 kilo eskjur. Talan er bæði um raspaði og ikki raspaði fløk.
Men úrvalið, sum Norðfra bjóðar føroyingum er nógv størri enn so.
- Vit hava eisini ræstan fisk  bæði við og uttan skræðu, vit hava kjálkar og kalvastykkir.
Hann sigur, at virkið eisini hevur reyðsprøkufløk uttan skræðu og bein, eins og havtaskuhalar við ongari skræðu, men við miðbeini - umframt havtaskufløk uttan skræðu og bein, klár at skera sundur í bitar.
- Nýggjasta framleiðslan hjá okkum til heimamarknaðin er skøturavar, sum rigga væl at koyra í ovnin til fiskafat við ymiskum til.
Jógvan sigur, at kjøtið í skøturavum er serstakt, fibrurnar eru langar, men hetta er saftigur fiskur.
- Tað er "trend" millum fólk  og eisini millum føroyingar, at royna okkurt nýtt, og tí eru vit spent eftir at síggja, hvussu skøturavarnir verða móttiknir á heimamarknaðinum.

Fiskur á borðið
Dóttir Jógvan, Esther Eysturskarð, sum starvast á skrivstovuni hjá felagnum, sigur, at ymiskt er, hvat ymisku partarnir í landinum vilja hava.
- Tað vísir seg, at fólk serliga vilja hava óraspaði fløk, tí tey vilja líka sum krydda fløkini sjálvi, áðrenn tey fara á pannuna ella í ovnin. Hinvegin hava vit eisini góða sølu av raspaðum fløkum.
Hon sigur, at fólk í Norðoyggjum og í norðara parti av Eysturoy eru fegnast um hýsufløkini, meðan fólk í Vágum og í miðstaðarøkinum í fyrsta lagi vilja hava toskafløk.
- Vit selja nógv mest í miðstaðarøkinum, har fólk ivaleyst hava ringastu atgongdina til sjálvi at útvega sær fiskavørur.
Esther sigur, at Norðfra bæði selir um telefonina og á heimasíðuni, www.nordfra.fo, og flestu bíleggingarnar um heimasíðuna koma úr miðstaðarøkinum.
Meðan vit skifta orð við Esther, leggur Jógvan Høj upp í og sigur, at hóast norðoyingar eru óførir at rógva út, selir felagið eisini væl av fiskavørum í Norðoyggjum.
- Tað eru eisini línuskiparar, sum keypa fisk frá okkum. Tá sleppur konan undan at fara í boksina eftir einum "klumpi" av fløkum.
Hann sigur, at aðalmálið hjá Norðfra, tá ið ræður um heimamarknaðin er, at tú kanst seta eplini út á, áðrenn tú fert í boksina eftir fiskinum.
- Vøran er fryst soleiðis, at tann, sum ger døgurðan, ikki noyðist at taka fiskin upp kvøldið fyri. Vit gera tað soleiðis, at tú altíð kanst fara í boksina og taka tað upp, sum tú hevur brúk fyri, sigur hann.
Føroyingar kritiskir
Jógvan Høj heldur, at Norðfra hevur verið við til at gera, at føroyingar kring landið oftari hava fisk á borðinum.
- Tað eru tey, sum siga, at tað er torført at fáa fatur á fiski í Føroyum, men um so er, er orsøkin hon, at vit, sum virka vørur til heimamarknaðin, duga ov illa at gera vart við okkum. Vit halda, at heimamarknaðurin er rættiliga spennandi, og vit fegnast um, at vit hava verið við til at gjørt tað lættari hjá fólki at fáa hendur á fiski, sigur hann.
Norðfra hevur nógv viðskiftafólk kring landið, og fólk venda sær aftur og aftur til virkið og biðja um fisk og fiskavørur.
- Heimamarknaðurin gevur okkum eisini møguleikan at "avprøva" ymiskar vørur, sum kanska eisini kunnu seljast á útlendska marknaðinum. Soleiðis kann heimamarknaðurin vera eitt "barometur" fyri útlendska marknaðin.
Esther Eysturskarð sigur, at føroyingar eisini eru kritiskir, tá ið ræður um fiskavørur. Í so máta heldur hon, at føroyingar eru "broyttir" positivt.
- Tað er gott, at fólk siga frá, um tey ikki eru nøgd. Vit vilja gera okkara besta fyri at hava nøgd viðskiftafólk um alt landið, sigur hon.
Í eini aðrari grein fara vit at greiða frá nýggju eigaraviðurskiftunum hjá virkinum í Norðdepli, eins og vit fara at hyggja at øðrum virksemi og framleiðslum, sum virkið hevur.