Ígjøgnum nakrar vikur hevur ein sexologur havt innivist í vikuskiftisblaðnum hjá Dimmalætting (Punktum.fo). Í hesum blað hevur sexologurin á ein virðiligan og sakligan hátt varpa ljós á evnir av sexuellari náttúr, samstudis sum spurningar av hesum sama slag eru svaraðir. Og í einum landi sum Føroyum - har sexual frálæra enn ikki er sligin í gjøgnum í fólkaskúlanum, og har sex annars ikki er nakað man tosar opið um - var hesin sexologur eitt frískt lot, sum varpaði ljós á nøkur evni, sum ongin annars hevur áræði at viðgerða.
Nú eru Føroyar ikki bara eitt land, har sex ikki er nakað man tosar opið um. Føroyar eru eisini eitt land, har ein sjónleikur sum "Liva tikarar í Kongo" ikki má vísast í ávísum støðum, orsaka av sínum innihaldi. Føroyar eru eisini eitt land, har tinglimir í álvara royna at minka um játtanina til mentanarbólkar, tí hesir hava ditta sær at framføra ein sjónleika nevndan "Ginusøgur". So í ljósinum av hesum kann tað ikki undra nakran, at tað eisini finnast føroyingar, sum fáa ilt eitt ávíst stað, tí Dimma nú opið hevur viðgjørt eitt evni sum sex. Eg skrivi hetta í tátíð, tí leiðslan á Dimmu hevur valt at steðga við hesum góða sexologi. Tað letur til, at Føroyar framhaldandi eru eitt land, har tað mest náttúrliga millum menniskju ikki er nakað, sum man má festa orð á. Eg vænti, at Miðflokkurin fegnast um, at tað finnast føroyskt bløð, sum av sínum eintingum taka undir við teirra mentanarpolitikki...
Tey kristnu
Øssur Berghamar skrivar í lesarabrævi dagfest 28/12: "Punktum.fo hevur fingið ein sexolog, og nú skal eitt forkvaklað kynslív útpenslast í grovum greinum og tekningum, sum eru uttan fyri øll mørk". Svenning á Lofti er beint í hølunum á honum við m.a. hesari viðmerking "Vit hava roynt at uppala okkara børn í teimum natúrligu viðurskiftunum millum mann og konu á ein sømiligan hátt, men hetta er beinleiðis perverst og spýggiligt og sømir ikki Dimmu sum blað".
Tað er gleðiligt, at vit føroyingar hava menn sum Øssur og Svenning, sum kunnu fortelja okkum hvat vit hava gott av at lesa og ikki. Tað er eisini at fegnast um, at hesir menn hava tikið tað á sín kappa, at stríðast ímóti "øllum perversitet og útpensling av forkvaklaðum kynslívi" í føroyskum bløðum. Í samband við eina tílíka herferð er tað upplagt at leggja eftir tí størstu útpensling av perversiteti og forkvaklaðum kynslívi nakrantíð festa á blað við føroyskari skrift. Her hugsi eg ikki um tað, ið sexologurin hevur skriva í Dimmalætting, men heldur um okkara góðu bíbliu. Tað er ein sannroynd, at hendan góða bók inniheldur meira óhumsku og skenskheit enn nakað annað nakrantíð skrivað við føroyskum stavum. Hendan óhumska hevur verið útbreidd á føroyskum í nærum 200 ár, og tað er so sanniliga upp á tíðina, at onkur steðgar hesum. Tað var tískil við gleði at eg las lesarabrøvini hjá Øssuri og Svenning, tí eg veit, at um nakar føroyingur kann megna eina tílíka uppgávu, so eru tað menn sum teir.
Bíblian
Nøkur dømi:
1) Lot og døtrarnar
Søgan um Lot og døtrar hansara er vælkend, men kann tó ikki forteljast nóg ofta fyri at vísa á tann ómoral, sum bíblian diskar upp við. Aftaná at einglarnir vóru komnir til Lot, og tann rættvísi (!) Lot hevði bjóða monnunum í Sodoma, at teir kunnu hópneyðtaka døtur hansara - sum enn vóru jomfrýr - verður býurin lagdur í oyði . Lot og døtrarnar eru einastu íbúgvar, sum yvirliva. Døtrar Lots velja síðan at drekka pápa sín skít, og meðan hann ikki varar av nøkrum, hava tær samlegu saman við honum, so at tær báðar blíva uppá vegin (1. Mósebók 19)
Her er veruliga talan um eina "útpensling av einum forkvaklaðum, perversum og spýggiligum kynslívi". Eigur tílíkt ikki eisini at forbjóðast í Føroyum? Ella eigur tað at tolast tí tað stendur í okkara bíbliu?
2) Dávid kongur er samkyndur
Í 1. Samuelsbók lesa vit um tað serliga forhold, sum Dávid og Jónatan hava. Jónatan dámar væl at vera nakin frammanfyri Dávid (18:2-4) kanska tí hann var ógvuliga góður við hann (19:1). Teir báðir hava heldur onki ímóti at kyssast frammanfyri øðrum (20:41), og tá Dávid frættir um deyða Jónatans syrgir hann hann við hesum orðum: "Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki." (2. Sám 1:26).
Vit, ið lesa ein tílíkan tekst í dag, eru ikki í iva um, at hesir báðir menn vóru meira enn bara vanliga vinsamir. Teir hava allarhelst gjørt "hitt tit vita", sum hóttir føroyska samfelagið bæði tá tað kemur til fiskin á Landsgrunninum og oljuna í undirgrundini. Er tíðin ikki langt síðan komin til at forbjóða eini tílíkari útpenslan av ónáttúrligum levnaði, sum hesari vit finna í bíbliuni?
3) Rangsnúgvandi "leiðbeiningum"
Øssur Berghamar harmast um, at hesin góði sexologur hevur "fóðra føroyingar við rangsnúgvandi “leiðbeiningum”, har ólevnaður á lægsta stigi verður settur í hásæti.". Nú er bíblian sjálv ikki so langt aftanfyri, tá tað kemur til tílíkar leiðbeiningar. Í 5. Mósebók kapitul 22 lesa vit, at tað einasta eitt mannfólk skal gera, fyri at fáa hendur á eini kvinnu hann hevur hug á, er at neyðtaka hana. "Revsingin" fyri neyðtøku er nemliga tann, at maðurin skal gifta seg við kvinnuni, umframt at betala pápanum ein viðbót. Hetta var guds leiðbeining til jødarnar í oyðimørkini. Í 5. Mósebók kapitul 21 leiðbeinir guð jødarnar, hvussu teir skullu bera seg at í eini krígsstøðu: Um so er, at teir fáa eygu á onkra vakra kvinnu ímillum krígsfangarnar, so stendur tað teimum frítt at taka hana til sín, og gera við hana sum teimum lystir.
Nú veit eg ikki hvussu við tykkum, men eg sjálvur hava sjálvdan sæð verri "rangsnúgvandi leiðbeiningar, har ólevnaður á lægsta stigi verður settur í hásæti". Og tað er gud sjálvur, sum kemur við teimum. Eru hesar leiðbeiningar ikki nógv verri enn nakað av tí, sum sexologurin hevur skrivað í Dimmu?
So einhvør kann síggja, at okkara kæra bíblia er langt frammanfyri alt annað, tá tað kemur til óhumsku festa á blað. Tað er tískil mín inniliga vón, at tit áhaldandi fara at stríðast fyri at fyribeina hesum "perversitetum, spýggjiligheitum og forkvaklaðum útpensligum av kynslívi", sum bíblian leggur fyri dagin, og vónandi helma tit ikki í, fyrrenn vit hava fingið sett eitt 18 ára aldursmark á hesa perversu bók - okkara ungdómi og samfelag til frama!
Góða eyðnu!