»Tað er væl møguligt, at vit standa á gáttini til eitt risastórt kríggj!«
Hesi eru orðini frá blaðmanninum við gylta umdøminum, nakað inni í hansara fyrilestri. Kríggið hann tosar um, skal í høvuðsheitum standa millum USA og Iran – og hann meinar veruliga í nærmastu framtíð. Hann sigur seg sova illa um næturnar, men vónar, at hetta fer at gerast betri í januar 2009. Tá verður forsetaval yviri í USA. Og hann vónar, at heimurin kemur væl ígjøgnum næsta árið, tí, sum fleiri onnur, so ræðist hann amerikanska forsetan George Bush.
Yviri í USA eru fyrireikingarnar longu byrjaðar til álop og møgulig hernaðarligt stríð við Iran. Ímeðan skeptikarar peika á, at USA á ongan hátt er áhuga í at fara í eitt umfatandi vápnað stríð ímóti Iran, orsakað av eftirfylgjandi ovurhondshøgum oljuprísum, so hevur deildin hjá CIA, ið arbeiðir við viðurskiftum kring Iran, fingið eina starvsfólkaøking á 100 % seinasta árið. Hetta er sambært keldum hjá Hersh. Somuleiðis hevur Hersh í seinastu grein síni í The New Yorker greitt frá skiftinum, sum er framkomið ta seinastu tíðina, í politikkinum hjá Bush í samband við Irak-kríggið.
Nú snýr tað seg meiri um Iran, og minni um kjarnorkuvápn í Irak og fólkaræðið í Irak. Keldur, lýstar av Hersh sum høgt standandi CIA-agentar, ið fyri stuttum er givnir, siga eisini frá, at tað minnir um heystið 2002 undan hertøkuni av Irak, tá ið alt snúði seg um Irak-borðið, ella »Iraqi Operations Group«. Nú snýr tað seg um »Iran-borðið«.
Tað sigst, at hann loyvir sær at siga meiri í sínum fyrilestrum, enn hann loyvir sær at skriva í tí hátt virda The New Yorker – blaðið, har tey kunnu brúka dagar uppá at kjakast um komma og punktum í einum setningi og har t.d. tú kann lesa greinar á 25 síður um at pendla ella um innanríkispolitikkin í Kongo. Tí er tað at vóna, at hansara spádómur um eitt risastórt kríggj er eitt yvirdrívilsi. Og hann sissar seg sjálvan við at siga, at strategiin hjá USA er at trýsta Iran til at gera mistøk og síðan leggja enn meiri trýst á landið. Stóri spurningurin fyri Bush er jú, hvussu langt frá Iran er at hava kjarnorku, ið eisini kann nýtast til vápn.
Hann tosar kvikliga í eini monotonari rødd í eini 90 minuttir. Men tað verður lurtað eftir hansara orðum, og tað hann skrivar verður í heilum tikið upp aftur og brúkt aðra staðni kring heimin. Tað, hann sigur um amerikanskan uttanríkispolitik hevur tyngd. Ein kann ikki taka feil av, at hann er sera atfinningarsamur ímóti Bush-stjórnini og teimum neokonservativu – hansara skriving er eisini støðugt skeptisk, í støðum beinleiðis atfinnandi, mótvegis Irak-krígnum.
Leiðin til Baghdad – teir neokonservativu
Teir neokonservativu eru eisini ein orsøk ella veruliga orsøkin til, at Seymour svevur illa um næturnar. Tí tað eru hesir fáu, sambært Hersh, ið hava ført landið hagar tað er í tað. »Hvussu ber tað til, at eini seks-sjey mans – teir eru ikki meiri enn tað – kunna villleiða institutión eftir institutión og alt fólkið?« Her tosar hann um leiðina frá 11. septembur til Baghdad. »Her eru enn fleiri ósvaraðir spurningar og fjølmiðlarnar hava forsømt sína uppgávu – hetta er tann heilt stóra søgan í hesi øldini.« Teir neokonservativu lýsir Hersh sum ein lítlan trúarbólk. Eyðkennini eru tey somu – um tú ikki trýrt, so er tú úti! Hetta hendi fyri tí eina generalinum, sum fyri fjølmiðlum gav tey »røttu tølini« upp. Hetta var í samband við eina meting av, hvussu nógvir hermenn skuldi til eina hertøku av Irak. Sum Hersh sigur tað, so »trúði« generalurin ikki tølunum og metingini hjá táverandi verjumálaráðharra Donald Rumsfeld. Generalurin bleiv síðan skiftur út.
Gjøgnum fyrilesturin vísir hann ofta til sínar nógvu, oftast, ónevndar keldur - »Tað er vigtugt at hava sínar góðar keldur!«. Og so leggur hann afturat, at hann hevur til vana at tryggja sær, at tær upplýsingar, ið hann fær, eru rættar. Hann nevnir starvsfólk í oljufelagnum Total, ið hevur úr at gera í Irak, sum ein góðan keldubanka. Men eisini hevur hann keldur í amerikanska herinum og fregnartænastuni. Hetta eru fólk, ið ikki sita ovast og við evstu ábyrgd, men tó við týðandi vitan. Eisini er tað fyrrverandi tænastufólk úr t.d. CIA og fólk úr amerikanska herinum kring heimin, sum hann ger brúk av. Tað eru hesar keldur, sum er bulurin undir tí nógva av hansara virksemi.
My Lai til Abu Ghraib
Seymour Hersh hevur sæð og upplivað eitt sindur av nógvum í sínum lívi. Hann er maðurin, ið var við til at venda amerikansku almennu meiningini mótvegis Vietnam-krígnum fyrst í 70unum. Tá avdúkaði hann blóðbaðið í My Lai, har amerikanskir hermenn drupu 300 til 500 óvápnaðar vietnamesiskar borgarar. Og eftirfylgjandi avdúkaði hann royndirnar hjá myndugleikunum at fjala út yvir hendingarnar. Uml. 30 ár seinni, í 2004, var hann við til at avdúka enn eina gølu, har amerikanskir hermenn vóru uppí. Hesaferð var tað í Baghdad í Abu Ghraib fongslinum, har irakskir fangar vóru píndir. Hetta var í The New Yorker, í eini greinarøð, við ógvuliga ræðandi myndum frá sjálvum píningunum. Hesar myndir fóru sum eldur kring knøttin, og hava uttan iva gjørt amerikanska herinum nógvan skaða. Í fyrilestrinum samanbar hann My Lai í 1968 við Abu Ghraib 2003-4. Hann kom mest inn á lagnurnar hjá gerningsmonnunum, ið vórðu sálarliga meiðslaðir fyri lívið – hetta er jú eisini ein partur av søguni. Ein ungur maður, ið var við í My Lai í 1968, og ein ung genta, ið átti myndirnar úr Abu Ghraib. Viðvíkjandi tí størra perspektivinum, var hansara endaliga niðurstøða hetta kvøldið, at USA fer at gjalda ein høgan prís fyri tey mongu mistøkini í Miðeystri, í langa tíð frameftir.
--------------------
Seymour Hersh um George Bush forseta:
»Hetta er tann mest radikali forsetin vit nakrantíð hava havt!«
»Hann er ein óstýrilig missil«
»Hann trýr tí, sum hann sigur... og hann lurtar ikki eftir øðrum.«
»Hann fór í kríggj, og við sær hevði hann sína sannføring, eina trúgv um at hetta nokk kundi fara at lata seg gera...«
»Maðurin er tó ikki býttur, als ikki.«
»Hann hevur ofta tikið til, at um 20 ár, so fara fólk at virða seg og hansara virki.«
»Tað eru uml. 440 dagar eftir inntil januar 2009, tá er val í USA.«
-----------------------
»Defining the ´War on Terror´ can be torture«
AMNESTY INTERNATIONAL var saman við Trinity universitetinum í Dublin fyriskipari av tiltakinum. Fyrilesturin er sostatt partur av eini herferð, ið setur fokus á mannarættindabrot, sum verða framd í sambandi við »Kríggið ímóti yvirgangi«. Eins og aðrar herferðir hjá Amnesty, so er hendan fyriskipa altjóða og liggja info-faldarar frammi í stórbýum og skrivstovum felagsins, serliga í norð-vestara parti av heiminum.