Fleiri altjóða kanningar vísa á samanhangin millum útbúgvingarstøðið og búskaparvøkstur. Føroyar hava trupult at fáa nóg nógv fólk við hægri útbúgvingum til Føroya. Jobmatch tiltakið er ein roynd at fáa fleiri av hesum heimaftur og vísir greitt, at fyritøkur og stovnar hava stóran tørv á útbúnari arbeiðsmegi. Men er tað neyðugt?
Føroyar hava merkt stórar broytingar seinastu fjøruti árini. Oyggjalandið var eitt avbyrgt samfelag langt úti í Norðuratlantshavinum.Samskiftismøguleikarnir tá kunnu als ikki samanberast við í dag. Telex var samskifti, altjóða telefonsamrøður kostaðu meira enn vanlig fólk kundu gjalda og telefaxin var á veg. Atgongdin til vitan var avmarkað til tað sum fanst á bókasøvnum, og sum til bar at lurta eftir á ymsum útvarpsrásum kring heimin. Teir altjóðagjørdu samskiftisborgararnir vóru teir, sum við sendara funnu samband við aðrar radioamatørar kring heimin, og sendu hvørjum øðrum hesi eyðkendu radio postkortini sum prógv um, at samskiftið var farið fram.
Ferðasamband
Ferðasambandið tá var alt annað enn gott. Ein flogruta var til Keypmannahavnar og av og á var reglulig Íslandsflúgving, umframt sigling til Danmarkar. Hetta kann heldur ikki samanberast við støðuna í dag, nú flogsamband er við øll grannalondini og okkara egna ferja røkir ferðafólkasiglingina í Norðuratlantshavi.
Mitt í Atlantshavi
Samskiftistøknin ger at vit nú kunnu finna fram vitan á alnótini eins og í øllum øðrum heimsins metropolum. Til ber at senda teldupostar, chatta og at síggja hvønn annan meðan tosað verður tvørtur um knøttin og uttan at tað kostar. Føroyar eru fyri fyrstu ferð í søguni hálaðar fram í menningini. Um vit miðja eftir at verða eitt vitanarsamfelag, so eru vit heldur ikki ein útjaðarari longur, vit liggja mitt í Atlantshavi.
Hava styrkir
Vit hava longu í dag havgransking á hægsta altjóða støði, vit hava gransking um dálkingarárin á menniskja á hægsta altjóða støði. TACC ráðstevnan um veðurlagið vísti, at vit hava serstakliga góðar fortreytir at gera eitt klimauniversitet í Føroyum. Harumframt eiga vit heimsins tryggasta samfelag og eitt vinnulív, sum er við at flyta seg meira og meira yvir á vitan.
Vitan
Føroyingar eru eitt fólkaslag, sum ber tokka til søgu, mentan og vitan, og nógvir føroyingar nema sær útbúgving. Hóast tað, so bendir nógv á, at miðalútbúgvingarstøðið í Føroyum er nakað lægri enn í teimum londunum vit samanbera okkum við, og eisini kappast við.
Og tað er trupulleikin, ein stórur partur av teimum sum vit uppala og menna, fara av landinum í útbúgvingarørindum og koma tíanverri ikki aftur. Hóast vit helst altíð hava havt varhugan av, at so er, er tað ikki fyrrenn nú, at tølini koma á borðið. Og hesi tøl eru ikki hugnalesnaður.Spurningurin er so hví? Hvat ger, at vit ikki fáa fólk okkara heimaftur og hví eru tað serliga konufólk, sum hava minni hug at venda aftur til Føroya? Tað royna aðrar kanningar nú at svara uppá.
Tað er vanligt hjá føroyingum at leita sær av landinum at nema sær útbúgving. Serliga tá talan er um longri hægri útbúgvingar, fer størri parturin av landinum. Sum partur av alheimsgerðini kann tað vera sera gott at hava so flytbar fólk, at tey uttan uttan stórvegis hóvasták leita sær burtur í onnur lond at nema sær útbúgving. Men hetta gerst ein vansi, um vit ikki fáa nóg stóran part av hesum heimaftur á klettarnar og tað er tað sum er støðan í dag. At menna Føroyar til ein vitanarbúskap er krevjandi, og tað krevur starvsfólk við útbúgving. Tá gerst tað ikki nóg mikið bert at fáa ein ávísan prosentpart heimaftur, tá er avgerðandi neyðugt miðvíst at fáa tey bestu heimaftur.
Universitetsumhvørvi í Føroyum
Afturat hesum tørvar okkum eitt universitetsumhvørvi í Føroyum. Vit hava Fróðskaparsetrið, men tíðin í dag krevur meira enn tað Fróðskaparsetrið kann bjóða. Okkum tørvar tað umhvørvið, sum kann samanrenna akademisk- og vinnuáhugamál í gransking og menning. Bara umhvørvið í sær sjálvum er ein stórur partur av vitanar dynamikki og menning, og skapa betri samanhang millum vinnu og útbúgving.
Vita okkara ungu nóg mikið um Føroyar?
Ein partur av orsøkini, at fólk ikki koma heimaftur, er uttan iva at Føroyar eru sera lítlar og tí hava minni útboð á bæði arbeiðs- og frítíðarøkinum. Her er eingi ivi, at sambandið millum føroyskar útisetar og føroysk arbeiðsmarknaðin er alt ov lítið. Nógv lesandi hava lítið og einki samband við føroyska arbeiðsmarknaðin, meðan tey eru burtur. Eitt annað fyribrygdi er at tey, vit senda av landinum vita ov lítið um Føroyar og føroysk samfelagsviðurskifti, tá tey fara avstað. Hetta kann hugsast at elva til, at útisetar hava trupult at halda seg kunnugan um føroyska samfelagið og samfelagskjakið, og at hetta er ein av forðingunum, at fleiri ikki koma heimaftur.
Brúkarafíggjað av hvørjum?
Seinasta árið hevur at kalla bert snúð seg um eina seinkaða fíggjarlóg og um tunlar. Øll summarfrítíðin, meðan útisetar okkara kanska eru heima, hevur bert snúð seg um tunlar, ein freistast at siga vit(anar)leysar tunlar. Sjálvsagt er ein ávísur tørvur á tunlum um Skálafjørðin og til Sandoynna, men um 20 ár skulu tað helst ikki bert verða pensjónistar í ellisakførum, sum brúkarafíggja hesar tunlarnar.
Vitan og menning
Tað sum eyðkennir vitanarsamfeløg er miðvís íløga í útbúgving, gransking og menning. Altjóða samanberingar, ið stovnar sum OECD og Heimsbankin gera. Leingi hava granskarar víst á, at útbúgving hevur jalig árin á búskaparvøkstur. Nógvar ymiskar fatanir eru hvussu stóra ávirkan mett verður at útbúgving hevur, men ein kanning, sum Heimsbankin lat úr hondum í fjør vísir á, at fyri hvørt ár miðalútbúgvingin verður longd, er búskaparvøksturin 0,58% størri. Men kanningin leggur eisini dent á, at tá hugt verður eftir góðskuni á útbúgving, hevur tað nógv størri týdning. Tá verður hugsað um, at kvalitetur hevur størri týdning enn kvantitetur og at útbúgvingarpolitikkurin skal samansjóðast við búskapar- og arbeiðsmarknaðarpolitikkin annars. OECD tøl vísa á, at búskapurin veksur 1% skjótari við at hækka útbúgvingarstøði við einum ári.
Aðrir ágóðar
Fleiri kanningar vísa somuleiðis á, at hægri útbúgvingarstøði hevur jaliga ávirkan á sosiala kapitalin, soleiðis at færri fólk er tengd at hjálp frá tí almmenna og at færri lógarbrot eru. Sosialur kapitalur er týdningarmikil fyri at fólk samstarva. Tað er somuleiðis so, at hægri útbúgvingarstøði gevur ein betri humanan kapital, sum er avgerðandi neyðugt fyri at vera í fremstu røð í altjóða vitanarsamfelagnum.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur saman við Jobmatch greitt víst á, at tørvurin á fólki við hægri útbúgvingum er stórur. Altjóða kanningar vísa greitt, at høgt útbúgvingarstøði hevur stóran týdning fyri framburði og vøkstri. Tað vísir, at tvey mál mugu røkkast; fyri tað fyrsta at fáa fleiri fólk við útbúgving til Føroya, og í øðrum lagi at betra um útbúgvingarstøðið í Føroyum, og ja, tað er alneyðugt at fá fleiri fólk við hægri útbúgvingum til Føroya.










