Alivinna
Á Viking Seafood, sum er fyrrverandi Bátafisk á Strondum, tóku tey sløk 2.000 tons av laksi fyrra hálvár í ár, og nú í seinnu hálvu fara tey at taka umleið 1.500 tons av sílum.
Brandur Jacobsen, sum hevur verið stjóri á virkinum á Strondum, síðan virkið byrjaði sum kryvji-, pakki-og frystivirki í ár 2000, sigur, at samlaða tøkan í ár helst verður eini 2.500 tons av laksi og 2.000 tons av sílum.
Byrjaðu fyrr
- Vit byrjaðu at taka laks longu í februar í ár, meðan tøkan í fjør ikki byrjaði fyrr enn á sumri, leggur hann aftrat.
Stjórin sigur, at virkið hevur maskinorku og fólk til at taka og arbeiða undan eina rúgvu av fiski í vanligari arbeiðstíð, men í løtuni taka tey umleið 25 tons ein vanligan arbeiðsdag.
- Hetta kemst av, at ein partur av sílunum, sum hava langan veg út á marknaðin, ið liggur uttanfyri Evropu, mugu pakkast og frystast, og Viking Seafood hevur ikki so ógvuliga stóra fyrstiorku.
Brandur sigur, at tá síl verða tikin, sum skulu pakkast og frystast, eru vanliga nøkur fleiri fólk til arbeiðis enn annars.
- Talið av arbeiðsfólki liggur soleiðis úr eini 18 og upp í stívliga 20 fólk, tá mest er at gera, leggur hann aftrat.
Trúgv arbeiðsfólk
Stjórin á Viking Seafood sigur, at í tíðum, tá virksemið kemur seint í gongd, sum eitt nú í fjør summar, kann vera eitt sindur trupult at manna seg aftur eftir langan steðg.
- Men í ár byrjaðu vit so mikið tíðliga, at vit hava stabilisera okkum við einum ávísum hópi av fólki. Vit hava faktisk eina kjarnu av fólki, har nøkur hava arbeitt hjá okkum í fleiri ár.
Hann sigur, at síðan eru nøkur, sum nýliga eru liðug í skúlanum og sum kanska seinni fara víðari í skúla. Nøkur koma soleiðis úr skúlanum, meðan onnur, sum arbeiða hjá Viking Seafood, fara í skúla, sum árini ganga.
- Hetta merkir, at vit hava ein ávísan gjøgnumtekk av ungum fólki, meðan stamman á virkinum er hin sama ár um ár, sigur Brandur Jacobsen.
Á Viking Seafood verður fiskurin kruvdur, vaskaður og pakkaður. Sumt verður ísað og pakkað fekst til evropeiska marknaðin, og annað verður avhøvdað, pakkað og fryst til marknaðir, sum liggja longur burturi, eitt nú eystanfyri, í Asiu og longur eysturi.
- Tað eru vit sjálvi, sum taka okkum av søluni, men vit hava eisini aðrar, sum selja fyri okkum, sigur stjórin, sum viðgongur, at tað ikki gekk nakað serligt við sílunum í fjør, meðan betri gekk við laksinum.
Útlitini betri
Brandur vísir á, at meðan árið í fjør samanumtikið ikki royndist nakað serligt hjá Viking Seafood, sær betri út rakstrarliga í ár.
- Í ár er líkt til, at vit fáa tað at hanga saman. Nógv veldst um prísin, sum vit fáa fyri laks og síl. Prísirnir á sílum hava verið so sum so, men í ár sær heldur frægari út, samstundis sum prísirnir á laksi hava verið rímiligir.
Hann sigur, at høvuðsnøgdin av laksinum fer feskur á evropeiska marknaðin.
- Eystanfyri síggja vit nýggjar marknaðir alla tíðina og eisini marknaðir, sum áður vóru smáir og høvdu lítlan týdning, eru vaksnir. Tað sær spennandi út við marknaðinum fyri alifisk eystanfyri og í londunum í Asiu og eystari.
Eins og onnur í føroysku alivinnuni harmast Brandur sjálvandi um, at russar í løtuni hava sett forboð fyri innflutningi av alifiski úr Føroyum.
- Vit kunnu bara vóna, at hetta mál verður loyst skjótast gjørligt, leggur hann aftrat.
Minni brunnbátur
Fiskurin, sum verður kruvdur, vaskaður og pakkaður á Viking Seafood á Strondum, kemur frá Týggjará og Funningslaksi.
Tað eru feløgini Viking Seafood og Týggjará, sum standa aftanfyri alingina og kryvjivirkið, og høvuðseigari er Havsbrún í Fuglafirði.
Uppi í virkseminum hjá Viking Seafood hevur eisin verið stórur brunnbátur, sum hevur ført laks og síl til sláturs á Strondum.
Felagið hevur nú bert ein minni brunnbát, tí fiskurin verður ikki longur blóðgaður á Strondum.
- Vit hava í staðin mobila blóðgingarstøð á staðnum, sum tað verður rópt, og tá fiskurin er blóðgaður, verður hann koyrdur í tangabili til virkið. Vit hava valt heldur at fara út á økið eftir fiskinum, sum síðan verður tikin og blóðgaður.
Brandur Jacobsen sigur, at hesin háttur í fyrsta lagi sparir felagnum fyri ein stóran og væl útgjørdan brunnbát, samstundis sum fiskurin, ið tikin verður, gerst minni strongdur.
Størri stabilitetur
Sum er, hava feløgini, ið ala fisk til kryvjingar, vaskingar, pakkingar og frystingar á Stondum, bert tvey føst aliøki, eitt á Kaldbaksfirði og eitt á Funningsfirði, haðani sílini verða tikin í løtuni.
- Vit halda, at neyðugt er við í minsta lagi trimum føstum aliøkjum, um størri stabilitetur skal fáast í alingina og virksemið annars. Eftir avtalu við Luna eru vit eisini á Gøtuvík, og ein stórur partur av laksinum, vit hava tikið higartil í ár, er komin haðani.
Feløgini hava í løtuni smáan laks gangandi á Kaldbaksfirði, sum verður tikin næsta ár.
- Sum er, verður framleiðslunøgdin á leið hin sama tey næstu árini, men vit kundu hugsað okkum at hava okkurt øki fast aftrat. Tað er ikki optimalt at hava tvey føst aliøki, tá skipanin er, at tú setir út og tømir økið aftur, og síðan setir tú útaftur á einum øðrum øki og tømir tað.
Brandur vísir á, at skipanin er soleiðis til tess at byrgja uppfyri sjúkum, sum alarar alla tíðina óttast.
- Tað er soleiðis, at tá vit koyra við skiftisøkjaskipan í alivinnuni, er neyðugt at hava í minsta lagi trý økir fyri at hava stabilitet í virkseminum, sigur hann.
Slopnir væl
Føroyskir alarar eru tíbetur slopnir væl við sjúkum og felli seinastu árini, síðan alivinnan reisti seg aftur. Hinvegin hevur ila-sjúkan gjørt nógv um seg í eitt nú Chili, har hon hevur jarðlagt ein stóran part av alivinnuni.
- Chili hevur eina velduga langa strond, men alingin er savnað á einum lutfalsliga lítlum øki. Hetta er helst orsøkin til, at ila-smittan hevur gjørt so nógv um seg.
Brandur Jacobsen sigur, at samstundis, sum líkt er til, at norðmenn hava fingið bilbukt við ila-smittuni, eru teir vorðnir raktir av nýggjum sjúkum, eitt nú PD.
- Eg veit lítið og einki um hesa sjúku annað enn, eg havi lisið um hana, men sum eg havi skilt, hevur hon rakt norsku alingina nokso meint og er ikki ólík ila-sjúkuni í so máta, sigur stjórin á Viking Seafood.