Skotski venjarin, Craig Brown, sum hevur havt ábyrgdina av liðnum í fimm ár og tískil hevur verið venjari allar tríggjar ferðirnar, sum Skotland og Føroyar hava spælt, fjaldi ikki, at hann var sera glaður [...] vit undan tí aftur hesa ferð. Men eg skal viðganga, at hvørki leygardagin ella í kvøld hevur avrikið hjá okkum verið sannførandi. Í kvøld stóðu vit okkum væl í fyrra umfarinum, men eftir steðgin tóku vit
kemur til Føroya. Tað vildi Allan Simonsen ikki afturvísa, men tað mundi kitla skotunum í oyra, tá venjarin segði, at hann framvegis heldur Kekkia og Skotland vera mest uppløgdu boðini uppá pláss í EM-en [...] sum sjónligt tekin um, at tað verður arbeitt nógv og miðvíst í føroyskum fótbólti, var niðurstøðan hjá venjaranum.
trupulleikar í 1. hálvleiki, tá teir spældu á jørðini. Í luftini var hann sera sterkur alla tíðina. Venjarin hjá Motherwell fór úr starvinum, meðan landsliðið var í Skotlandi, men Hans Fróði Hansen sigur, at [...] bóltinum í 1. hálvleiki. Átti dómarin at havt bríkslað fyri brotssparki? ? Bólturin rakti í hondina hjá mær, eftir at teir høvdu lyft upp um Jákup Mikkelsen inni í fimm metrinum í høgra borði, og eg vil [...] Joensen, sum sostatt hevði fingið sín fyrsta landsdyst, fáa plássið á høgra vongverja. Hetta hevði venjarin umhugsað, tí skotarnir høvdu tveir smáar menn í álopinum, og tað sást eisini, at Hans Fróði hevði
at skuldi eitt mál komið afturat, so var mest upplagt, at tað kom ígjøgnum hjá nýggja málverjanum, Neil Sullivan, heldur enn hjá Jákupi Mikkelsen. Tveittu burtur Tað var útgangsstøðan undan hesum seinna [...] vánaligar, men hugflogið hjá skotum var ikki serliga stórt. Teir royndu at senda høgar bóltar í brotsteigin, og onkuntíð tóktist tað ivasamt, um tað skuldi vera høvuðsterka miðverjan hjá okkum ? tað var bara [...] í hesi undankappingini bar til at fáa mál, men úrslitini hjá landsliðnum síðani summarsteðgin hava havt við sær, at hvørki spælararnir, venjarin ella aðrir føroyingar til fulnar duga at fegnast um úrslitið
dystir í 1. deild hjá monnum. Í Vestmanna spæla KÍF og Kyndil, meðan H71 og VÍF hittast í Havn. KÍF tapti sín fyrsta dyst, sum var móti Neistanum, meðan Kyndil vann í tættari uppgerð móti H71. Vestmenningar [...] skappingini. Tveir dystir vera í dag og tríggir í morgin. Mansliðið hjá NSÍ hevur tikið seg úr kappingini, og tí verður dysturin hjá teimum móti Neistanum av ongum. Hann skuldi annars verið spældur leygardagin [...] og hetta vikuskiftið hava strandingar frí. Næsti dystur hjá teimum verður í Havn sunnudagin 25. oktober móti Neistanum. Tríggir kvinnudystir Hjá kvinnunum kunnu vit rokna við eini spennandi kapping í ár
ni, sum varð spælt næstseinasta vikuskiftið, tapti H71 tepurt móti Kyndli. Ta ferðina skeyt spælandi venjarin Hans Guðmundsson 17 av málunum hjá H71, sum tapti 23-24. Men sunnudagin móti føroyameistarunum [...] enn eru nógvir dystir eftir at spæla, og við dystinum sunnudagin í huga kann alt henda. H71-VÍF 25-23 (14-12) H71: Hans Guðmundsson 10 (4), Jákup Símun Simonsen 6, Petur Martin Poulsen 3, Bárður Brimvík [...] eftir tað hevði H71-maðurin sálarligu yvirvágina teirra millum. Okkurt mátti gerast, og við støðuni 5-0 tók VÍF time-out. Sámal og Áki Olsen býttu um pláss, og so fór at ganga betur hjá vestmenningum, sum
stríddust um eitt pláss í 1. deild, og Leiftursmenn vóru í Føroyum og spældu móti B36 og KÍ, so mundi tað hjá teimum flestu kennast sum stóra finalan, tá landsliðið var á ferð í Litava og í Skotlandi. Úrslitini [...] kunnu so smátt fara at rokna við, at um John Petersen skorar í 2. hálvleiki á útivølli, so gongur væl hjá Føroyum í seinna umfarinum! Síðsta ferðin undan tí í Aberdeen, at Føroyar hava vunnið ein 2. hálvleik [...] er ímóti ? so fær hvør spælari fýra túsund krónur í bonus. Tað vil við øðrum orðum siga, at úrtøkan hjá teimum átjan spælarunum, sum vóru í Vilnius og í Aberdeen, var í alt 10.400 krónur. Higartil í hesari
Bíða eitt sindur Í gjár vistu sumbingar ikki at siga, hvussu tað verður komandi ár. Jugoslaviski venjarin hjá teimum, Spasojé Biberdzic, ella Bibi, sum teir nevna hann har suðuri, hevur áður sagt, at hann [...] hundrað leirvíkingarnir, sum sunnudagin hugdu at fótbólti á Krossinum í Sumba, staðfest. Útgangsstøðan hjá leirvíkingum var, at teir vóru á odda 2-1 eftir fyrra dystin, sum var í Leirvík næstsíðsta leygardag [...] var tað Birgir Jørgensen, sum stútaði inn við nærra stólpanum, eftir at Mortan úr Hørg, vongverjin hjá Sumba í høgru, hevði lagt innfyri. Nú vóru tað sumbingar, sum tóktust darvaðir av leiðsluni. LÍF fekk
álopsmaðurin hjá FCK, er í vanda fyri at enda á beinkinum í størsta dystinum, sum FCK nakrantíð hevur spælt. Tað er hetta, sum onkur í pressuni leggur upp til, men nú fáa vit at síggja. Sigurin hjá FCK var [...] rinda teimum løn fyri at spæla fótbólt. Jákup Mikkelsen, sum hevði fingið grønt ljós frá læknanum hjá Herfølge at spæla, sjálvt um fótskaðin, sum hann fekk í Skotlandi, so langt í frá var burtur, var longu [...] Fram móti endanum pyntaði Thomas Høyer um vánaliga úrslitið, sum so púra oyðilegði góða málmunin hjá Jákupi og teimum. Undan dystinum var munurin í málum 16-6. Nú er hann 17-11. Herfølge er framvegis
menninir fingu ein sekk frá ÍF, gekk betur hjá kvinnunum, sum høvdu vitjan av TB. Við rutinuni hjá Marjun Kalsø og øðrum hevði Mjølnir alt at siga í dystinum. Kvinnurnar hjá Mjølni vunnu eins og menninir føro [...] venjari hjá Fleyr. Klaksvíkingar mugu nú spæla nýggjar spælarar inn á liðið, og tílíkt tekur altíð sína tíð. Møguliga kemur Jógvan Jacobsen aftur á liðið, men spurningurin er, um tað er nóg mikið hjá Mjølni [...] so var tað ÍF. Teir snøgt sagt hølvaðu Mjølnir av. Serliga vóru tað Pól Gudmundson og spælandi venjarin Suni Hansen, sum gjørdu vart við seg í dystinum, sum ÍF vann 3-0 við settúrslitunum 15-6, 15-13