Brøndby og David stjólu myndirnar

Fótbóltur: Herfølge tapti 5-1 á útivølli og FCK vann 5-1 á heimavølli

Myndin var eitt sindur ullint, tá teir báðir føroyingarnir í donsku superliguni í vikuskiftinum aftur fóru til verka í feløgunum, sum rinda teimum løn fyri at spæla fótbólt.

Jákup Mikkelsen, sum hevði fingið grønt ljós frá læknanum hjá Herfølge at spæla, sjálvt um fótskaðin, sum hann fekk í Skotlandi, so langt í frá var burtur, var longu í eldinum fríggjakvøldið, og tað skal valdast fyri neistarok.

Brøndby skal í annaðkvøld spæla á heimavølli í europeisku meistarakappingini móti sjálvum Manchester United, og 8.040 áskoðarar á Brøndby stadion sóu eitt heimalið, sum frá fyrsta bríksli var óvanliga væl upplagt. Herfølge stóð teimum ikki kurl, og sambært donsku pressuni var tað bara Jákup Mikkelsen, sum var orsøkin til, at tað gingu 39 minuttir, áðrenn hol kom á. »Jákup Mikkelsen lod sig ikke overliste med det samme«, verður tikið til.

Men so gekk skjótt, og tá 59 minuttir vóru farnir, var støðan 5-0 til heimaliðið. »Brøndby holdt legestue med Herfølge«, verður tikið til. Málini komu øll eftir uppspæl og royndir úr lítlari fjarstøðu, og tað verður fleiri ferðir tikið til , at »en sagesløs Jákup Mikkelsen« kundi ikki verja fyri.

Fram móti endanum pyntaði Thomas Høyer um vánaliga úrslitið, sum so púra oyðilegði góða málmunin hjá Jákupi og teimum. Undan dystinum var munurin í málum 16-6. Nú er hann 17-11. Herfølge er framvegis á triðja plássi, men nú nærkast Brøndby, sum er komið upp á átjan stig og bara er eitt aftanfyri Herfølge.

8.283 áskoðarar stríddu seg í Parkina, har FCK í kulda og nógvum vindi tók ímóti Lyngby, sum hevur havt fleiri av FCK spælarunum ? m.a. Toda Jónsson ? í tænastu.

FCK vann 5-1. Lyngby kom á odda, tá 24 minuttir vóru farnir, men Lars Højer javnaði tveir minuttir seinni við einum av sínum tiltiknu fríspørkum.

Todi Jónsson hevði ikki verið serliga eyðsýndur í 1. hálvleiki, og Kim Brink tók bæði føroyska landsliðsmannin og Peter Nielsen, liðformannin, sum hevur verið á danska landsliðnum, út í steðginum.

Í 2. hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá FCK, og vit kunnu siga, at soleiðis sum tað tørnaði út, var tað harmuligt, at Todi ikki var á vøllinum, tí spælið lagaði seg akkurát soleiðis, sum tá tað er best fyri Toda.

Lars Høyer legði heimaliðið framum, tá seinna umfarið var seks minuttir gamalt. So noyddist Lyngby at fara longri fram á vøllin, og FCK spældi uppá kontra.

David Nielsen hevði avloyst Toda Jónsson eftir steðgin, og hann gjørdist stóri maðurin. Hann skoraði trý mál upp í slag ? eftir 54, 64 og 81 minuttir ? og hetta var fyrsta ferðin, at ein FCK maður gjørdi hattrikk í Parkini.

Hósdagin skal FCK spæla í Europa Cup fyri steypavinnarar móti Chelsea, og David Nielsen prátaði fyri sínum møguleika, tá dysturin móti Lyngby var liðugur.

? Eg dugi onga orsøk at síggja til, at eg ikki skal byrja inni móti Chelsea, tá eg í dag havi skorað trý mál, segði framherjin. Danska pressan rósar eisini Thomas Thorninger, sum spældi á hinum álopsplássinum og millum annað legði upp til síðsta málið. Og so skal ikki so nógv til at rokna út, at tað er møguleiki fyri, at Todi Jónsson, sum higartil í ár hevur verið fyrsti álopsmaðurin hjá FCK, er í vanda fyri at enda á beinkinum í størsta dystinum, sum FCK nakrantíð hevur spælt. Tað er hetta, sum onkur í pressuni leggur upp til, men nú fáa vit at síggja.

Sigurin hjá FCK var tann fyrsti í landskappingini, síðani teir fyri seks vikum síðani vunnu 1-0 móti Brøndby. Venjarin var sum rímuligt er fegin og staðfesti, at nú eru bara trý stig upp til Herfølge, sum er á triðja plássinum.

Síðsta umfarið í norsku Tippuliguni verður avgreitt komandi sunnudag, og tað verður ikki fyrrenn tá, at tað verður greitt, um Kongsvinger og Julian Johnsson skulu flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina, um teir skulu spæla um eitt pláss í bestu deildini, ella um teir longu sunnudagin kunnu draga andan lættari, tí teir hava tryggjað sær framhaldandi tilveru í bestu deildini.

Kongsvinger við Julian Johnsson á liðnum allar 90 minuttirnar spældu síðsta heimadystin sunnudagin móti Viking Stavanger, sum kom á odda 1-0, tá tað bara restaðu átta minuttir. Málskjútti var íslendski landsliðsmaðurin Rikkardur Dadason. Tríggjar minuttir seinni fekk Kongsvinger brotsspark, sum teir fingu fulla úrtøku úr.

Kongsvinger, sum sunnudagin skal spæla á útivølli móti Haugesund, ið er næstniðast við 22 stigum, er triðniðast við 25 stigum. Sogndal hevur bara 16 stig og er fokið.

Rosenborg vann NM fyri sjeyndu ferð upp í slag, men kanska var gleðin eins stór í Vålerenga, sum hevur verið hótt av niðurflyting. Erik Drillo Olsen, sum var landsliðsvenjari til eftir HM kappingina, hevur havt ábyrgdina av liðnum síðani summarsteðgin, og hann varð lyftur og lættur sum ein annar kongur, eftir at liðið hjá honum hevði bast Tromsø 1-0 og harvið tryggjað sær plássið í Tippuliguni.