Skotski venjarin, Craig Brown, sum hevur havt ábyrgdina av liðnum í fimm ár og tískil hevur verið venjari allar tríggjar ferðirnar, sum Skotland og Føroyar hava spælt, fjaldi ikki, at hann var sera glaður fyri stigini móti føroyingum:
? Vit høvdu vónað, at vit fóru at fáa seks stig móti Estlandi og Føroyum, og tað hava vit fingið, og tað er tað týdningarmesta. Vit hava í kvøld og fyrr í heyst sæð nógv púra óvæntað úrslit kring Europa, og tað hevur verið tætt við, at vit hava verið blandaðir upp í sovorðin úrslit, men tíbetur komu vit undan tí aftur hesa ferð. Men eg skal viðganga, at hvørki leygardagin ella í kvøld hevur avrikið hjá okkum verið sannførandi. Í kvøld stóðu vit okkum væl í fyrra umfarinum, men eftir steðgin tóku vit ov lætt uppá tingini, og síðstu tíggju minuttirnar bíðaðu vit bara eftir, at vit skuldu vinna stigini, uttan at vit kundu hugsa um málmunin, staðfesti Craig Brown.
Niður og upp
Ítróttarrásin Sky Sport sendi frá dystinum, og teir staðfestu aftaná, at talan avgjørt ikki var um stórsigur til Skotlands, og vit kunnu bara geva teimum rætt í, at úrslitið var langt burtur frá 8-0 sigrinum, sum teir løgdu upp til í tíðindasendingunum seinnapartin mikudagin.
Charlie Nicholas, sum í síni tíð var skotskur landsliðsframherji og spældi við Aberdeen og Arsenal, segði í steðginum, at Skotland var nógv betri enn Føroyar á øllum økjum, og at teir høvdu vunnið, men aftaná var hann ikki so avgjørdur.
? Eg skal rósa føroyingum fyri, at teir í 2. hálvleiki spældu í minsta lagi á sama støði sum skotar, og eg eri onga løtu í iva um, at brotssparksdómurin var rættur.