sinni, og lesa fyri at fáa at vita, hvat bíblian lærir og hevur at siga okkum menniskjum. Út frá bíbliuni er tað ikki satt, at dópurin virkar syndanna fyrigeving, ei heldur er tað satt at trúgv á dópin gevur [...] vera at ein lesur fyri at síggja at katekismus er røtt. Tá ein lesur á hendan hátt ber til at fáa alt burturúr, tí finnast eisini í dag so nógvar ymiskar sektir. Hin hátturin lesast kann á, er at fara [...] Nýggja Testamenti lesa vit, at tað er bara ein vegur til frelsu fyri okkum syndarar og tað er við trúgv á Jesus Kristus son Guds. Hetta verður sagt okkum uml. 200 ferðir. Hetta bræv er ætlað teimum, sum líta
r broyttar meira grundleggjandi enn hetta seinasta valskeiðið. M.a. sigur tað ikki so lítið, at fólk á skipasmiðjuni í Havn í dag siga, at skipið sum ætlanin var at byggja til Skopunar, fyri fáum árum [...] Kunoyar í ørindum kann hetta við verandi sambandi taka 3 dagar. Tað verður tosað nógv um útjaðaraøki og búsetingarmynstur. Sum er, er veruleikin at alt uttanfyri miðstaðarøkið er uttanfyri kappingarført [...] flogvøllinum til Havnar gamaní, men ikki víðari. Ein máti at loysa henda trupulleika, er at útbyggja tyrlutænastuna. Tí hvat er í vegin fyri at flúgva ferðafólk av flogvøllinum í Vágum til Havnar ella fyri
eru nógvar, sum søgan veit frá at siga ígjøgnum ár og dag og roynt verður at forbetra bjargingarútgerðina so gott sum gjørligt hjá okkara siglandi fólki. Skeið tykjast at vera stóra dillan í okkara tíð [...] munni: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gista skal. Hetta bleiv ein sannroynd hjá so mongum av okkara landsmonnum, men skaðin var nokk ikki so stórur, um ein kom at gista á einum fremmandum [...] hvørjum av teim smærru bátunum. Eingin veit frá einum at siga, er gamalt orðatak, og tað hava vit tíverri eisini sannað í okkara tíð. Jesus fylgi tær, er ein gomul heilsan, sum teir flestu fingu við sær á
víðari, at advokatarnir senda bræv til landsstýrið hesum viðvíkjandi. Tað er í mínari verð eingin ivi um at partarnir vita hvat teir hava gjørt avtalu um, men at landsstýrið nú liggur í buktini fyri at fáa [...] semjuna setta í verk. Tað eigur ikki at koma TKST aftur um brekku at býráðið ikki fær landsstýrið við uppá at føra semjuna út í lívið. Tað er nevniliga soleiðis, at tveir partar hava gjørt eina avtalu, [...] trupuleika við Landsstýrið, so er tað ikki høvuðpínan hjá kommunala felagnum. Tá býráðið nú hevur »einmælt« samtykt at slíta sambandið við kommunala felagið, so er tað einki minni enn at renna undan ábyrgdini fyri
miðvíst fyri at fáa Fiskavirking at sleppa ætlanini og at varðveita virkið, og tað hevur eydnast - í hvussu so er fyribils. Í øllum førum hava tey fingið eitt skotbráð at arbeiða í og at royna at finna útvegir [...] tekniskt støði. Men tað er greitt, at Fiskavirking hevur lovað at gera ábøtur á virkið, so at tað verður lættari hjá okkum at yvirtaka. Tí tað er heilt greitt endamálið hjá miðvingum at yvirtaka virkið. Nú [...] við sær úr Havn, at Fiskavirking var gingin frá upprunaligu ætlanini at lata virkið aftur. Tvørturímóti er hon sinnað at hava virkið opið eina tíð afturat, so at miðvingar fáa stundir at finna útvegir fyri
avvaraðandi at gera vart við seg fyri at fáa polititikararnar at skilja, hvussu álvarslig støðan er. - Vit noyðast at gera vart við okkum nú, tí vit síggja, hussu illa stendur til. Tað er syrgiligt at síggja [...] vikuni um, at Heimarøktini vantar 4 mió. krónur til restina av árini. Og nú er komið fram, at rætta upphæddin helst er seks milliónur krónur. Heilt óvart kemur tað tó ikki á heimahjálpararnar, at stovnur [...] vísa teimum avvarðandi á, at um politsiki myndugleikin ikki er sinnaður at standa við sína ábyrgd, so kunu limir okkara ikki taka ábyrgdina av teimum avleiðingum hetta fer at fáa fyri tey fólk, sum hava
ára gamlir. Hóast Vígdis Højgaard bert er 63 ára gomul, so hevur hon valt at fara frá. Orsøkin er, at maðurin Jógvan Jallur Højgaard, lærari, eisini er givin at arbeiða. Tey hava búð í Havn, men hava eisini [...] Ætlanin var at selja húsini í Havn, og tað væntaðu tey mundi fara at taka eini tvey ár. Vígdis setti sær fyri, at tá húsini í Havn vórðu seld, og tey fluttu á Stykkið, so fór hon at siga upp. Tað vardi [...] havi eg sett mær fyri at ferðast í Føroyum. Eg eri ikki tann, sum brellast eftir at ferðast uttanlands. - Eftir at hava búð so nógv og góð ár í Danmark, havi eg brúk fyri at sleppa at ferðast til tey nógvu
frálíkum søgum. Hetta at duga at siga frá einari søgu ella einari hending var nógv umhildið í gomlum døgum. Men góð frásøgufólk fækkast í okkara tøkniligu tíð, og tí eru vit takksom fyri at kenna nøkur av [...] gáva hennara er hennara er hennara frásøgukynstur. Daniella hevur allar dagar verið ein góður eygleiðari, og hetta saman við hennara framúrskarandi frásøgukynstri ger tað til eina frægd at lurta eftir henni [...] altíð. Altíð er hon við tí góða orðinum, altíð til reiðar at síggja tað bjarta og ljósa í lívsins viðurskiftum, hóast onkuntíð kann vera myrkt fyri framman. Daniella eigur tey sjáldsomu evni at varðveita
Skrubbuna hjá SvF. Eitt er, at ein kappingarneyti, sum ætlaði at eiga føroyska marknaðin einsamallur, er firtin um kappingina. Annað er, at føroyska spælið verður niðrað so álvarsliga, uttan at fyrireikararnir [...] sjálva skipanina at framleiðsluni ella av spælinum at gera. Hvat er endamálið hjá Dimmalætting við at endurgeva ein kappingarneyta, sum einki innlit hevur í hetta málið? Sannleikin er, at Skrubban verður [...] fáa høvi at koma við eini viðmerking í somu grein. Í greinini verður m.a. sagt, at møguleiki er fyri »at snýta so nógv sum ein hevur hug til«. Kappingarneytin sleppur uttan mótsøgn at pástanda, at fyrireikararnir
míni meting, er bráneyðugt at umhugsa at skilja farmaflutning og ferðafólkaflutning sundur. Á hvønn hátt hetta skal gerast dugi eg ikki at siga beint nú, men møguliga eigur vinnan sjálv at finna loysnir [...] innanoyggja eins og gjørt er til flutning av óviðgjørdum fiski av landinum, men mítt boð uppá ferðafólkaflutning, er, at hann, í nógv størri mun, eigur at fara fram við tyrlu. Vit mugu til at útbyggja tyrlutænastuna