Eftir míni meting, er bráneyðugt at umhugsa at skilja farmaflutning og ferðafólkaflutning sundur. Á hvønn hátt hetta skal gerast dugi eg ikki at siga beint nú, men møguliga eigur vinnan sjálv at finna loysnir fyri farmaflutningi innanoyggja eins og gjørt er til flutning av óviðgjørdum fiski av landinum, men mítt boð uppá ferðafólkaflutning, er, at hann, í nógv størri mun, eigur at fara fram við tyrlu. Vit mugu til at útbyggja tyrlutænastuna í øllum førum.