sigldi eg úti við donskum dampara og kom so langt sum til Indiu, sigur Arne. Arne býr tætt við Norðurlandahúsið og Útvarpshúsið, sum hann var við til at byggja. Hann arbeiddi tá hjá Danberg og Sørensen og [...] Gamal fótbóltsskaði Søgan um vánaliga gongulagið hjá Arna Tausen er gomul. Vit skulu heilt aftur til dagarnar eftir seinna heimsbardaga á einum bóndagarði á Eyðafjørðinum á Norðurlandinum í Íslandi, tætt [...] hevur hann drigist við vánaliga knæið. Ikki soleiðis at hann hevur verið óarbeiðsførur, hann arbeiddi til hann var um tey seksti, men síðan hevur heilsan verið so vánaligu í beinunum, at hann at kalla hevur
Ebba, sum er ættað úr Søldarfirði og avgjørt hoyrir til tey stillu í landinum, hevur búð á Gerðareiði í Klaksvík síðani stutt eftir 2. heimsbardaga. Hon býr framvegis í heiminum, sum hon og maðurin bygdu [...] og Jonnhild, sum býr í Søldarfirði. Hanna doyði í 1933. Tá var hon bara 28 ára gomul. Hans Marius giftist uppaftur við Lenu Niclasen úr Sørvági, sum sat einkja í Søldarfirði. Hon hevði verið gift við beiggja [...] børn og okkara børn. Trettan í alt, og tey yngru vórðu fødd eftir at tey elstu vóru farin út. Ebba giftist við Alan Andrew Adam, sum var skoti og bretskur hermaður í Søldarfirði undir krígnum. Tey bæði fingu
og fór sum 14 ára gamal til skips. Á heysti 1939 fór hann til Danmarkar á Haandværkerhøjskolen í Haslev. Undir krígnum var hann í Danmark og í Týsklandi. Hann kom heim aftur til jóla í 1946. Eftir tað koyrdi [...] 1970 fekk hann koyriloyvi á bilstøðini Auto í Havn og koyrdi har til 1993, tá hann mátti gevast, tí eyguni vóru farin at bila. Sverri giftist í 1949 við Ingeborg, f. Olsen, av Deild í Vestmanna. Tey hava [...] koyrdi hann hýruvogn í Havn, til hann í 1949 kom at arbeiða á bilverkstaðnum hjá Sigird av Reyni í Rættará. Í 1952 gjørdi hann sveinaroynd sum bilmekanikari og arbeiddi nógv ár í Rættará, har hann eisini
blikksmiðjur í 1962, hann lærdi hjá Niels Juul Arge. Síðan arbeiddi hann sum sjálvstøðugur í nøkur ár, til hann bleiv settur sum vatnmeistari hjá Klaksvíkar Kommunu. Páll hevur stóran áhuga í seyði. Á hvørjum [...] hann verið úti í Hattarvík og hjálpt Hanusi, bóndanum, við at ganga á fjall og at fletta. Í 1966 giftist Páll við Eydnu, f. Justesen, dóttir Onnu og Hans Jacob Justesen í Klaksvík. Eydna og Páll eiga fimm
gamal fór Theodor til skips. Tey fyrstu árini sigldi hann sum dekkari og síðani sum motormaður. Eftir at hava siglt í nøkur ár keypti hann sær ein deksbát, sum hann hevði í eina tíð, til hann fekk sær handil [...] at tað var hann ov gamal til. Báturin er nú 25 ára gamal og enn er Theodor einsamallur á floti nærum hvønn dag, tá ið veður er. Hann hevur havt nógvar góðar avreiðingar til fiskamarknaðin í ár. Nú ið [...] børn. Eisini hevur hann verið fastur gestur í missiónshúsinum, sum hann eisini var við til at byggja. Theodor giftist við Nenceu og tey fingu 10 børn, 5 gentir og 5 dreingir sum øll búgva i Vágum.
hon til Danmarkar á húsarhaldsskúla og tænti seinni hjá kendum donskum rithøvunda. Hon kom heim aftur í 1948 og fekk arbeiði í skóbúðini hjá Jóan Jakku í Havn, har hon var í mong ár. Í 1950 giftist Sólveig
ábyrgdina av Ráðgevaranum, sum hevur eitt orð úr skriftini til hvønn dagin í árinum umframt upplýsingar, sum hoyra til allar álmanakkar. Victor giftist 11. oktober í 1986 við Gunnleyg Kallsberg úr Klaksvík [...] Við síni vinnandi medferð og so skjótur, sum hann er at lofta sær í vendingini, hoyrir Victor við til býarmyndina í Klaksvík, har hann hevur búð alla sína tíð. Victor er sonur Karlu og Dánjal Dánjalsson [...] á Hafnafirði í Íslandi og Eydna, sum býr í Norðragøtu. Victor gekk í faðirsins fótasporum og lærdi til blikksmið hjá Erlingi Høgnesen, sum átti Norðoya Blikksmiðju. Seinni arbeiddi Victor hjá pf. Theodor
Ferðast víða bæði innan- og uttanlands. Taka í móti gestum aftur. Eru til veitslur og samkomur víða um. Okkurt bingokvøld verður tað til av og á. Og so ikki at gloyma hondbóltin. Tó her er tað mest Marna [...] elsta á landsliði onkuntíð. Fyrr varð koyrt út á Skála og til Havnar at hyggja at dystum. Men nú er tað so høgligt. Nú hava tey fingið ítróttarhøll til granna, so tað liggur væl fyri. Kappróðurin er ikki heilt [...] einum flokki upp á fýra. Vaksin upp í krígstíð upplivdi hon eisini ófrið á Tvøroyri og fór so eina tíð til ommuna og abban í Sumba at vera. Ein tíð, hon tosar nógv um. Metir líkasum Sumba at vera sín annan
Vágsheygnum. Verkstaðurin POMEK heldur nú til í reyðu høllini uppi við Borðoyarvík og ikki er frítt, at Petur Ove enn er at síggja á verkstaðnum. Petur Ove giftist í 1949 Ragnhild, dóttir Jógvan Segl og Henriettu [...] november, fyllir Petur Ove Ellingsgaard í Klaksvík 80 ár. Petur Ove er ættaður av Eiði og flutti í 1941 til Klaksvíkar, har hann byrjaði í læruplássi á sleipistøðini hjá J. F. Kjølbro. Eftir lokna lærutíð sum [...] maskinmaður, sigldi hann í mong ár sum meistari við skipum hjá Kjølbro, t.d. við Skálabergi, ið kom til Klaksvíkar í 1956. Stutt eftir at Kjølbro fyrst í sekstiárunum keypti Pride og setti hann í fasta rutu
lærari í Klaksvík fram til í 1987, tá ið hann fór úr starvi. Hann er framvegis byrgur og sæst ofta við súkkluni á veg heim í býin ella út eftir Oyravegnum. Ofta er hann eisini á ferð til og úr høvuðsstaðnum [...] árini var hann lærari í Bø og í Gásadali, eitt stutt skifti var hann lærari í Leynum, og frá 1950 og til í 1956 starvaðist hann í Norðdepli. 1. september í 1956 varð hann settur í fast starv í Klaksvík, har [...] meðan hann var lærari. 1977?78 hevði hann verið á ársskeiði á Føroya málsdeildini, og síðani las hann til exam. art í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Seinni fór hann undir høvuðsgreinalestur