Thomas Lenvig 80 ár

Sunnudagin 2. november fylti Thomas Lenvig í Klaksvík 80 ár

Thomas er læraralærdur, og hann var lærari í Klaksvík fram til í 1987, tá ið hann fór úr starvi. Hann er framvegis byrgur og sæst ofta við súkkluni á veg heim í býin ella út eftir Oyravegnum. Ofta er hann eisini á ferð til og úr høvuðsstaðnum, har hann vitjar í sambandi við skrivligt arbeiði, sum hann framvegis fæst við.
Thomas Lenvig er ættaður úr Hesti. Foreldrini vóru Hans Frederik Lenvig í Hesti, og Súsanna Malena, sum var fødd Joensen og ættað úr Nólsoy. Thomas leyk prógv á Føroya Læraraskúla í 1946. Tvey tey fyrstu árini var hann lærari í Bø og í Gásadali, eitt stutt skifti var hann lærari í Leynum, og frá 1950 og til í 1956 starvaðist hann í Norðdepli. 1. september í 1956 varð hann settur í fast starv í Klaksvík, har hann eisini hevði verið 1948?49.
Síðani Thomas legði lærarastarvið frá sær í 1987, hevur hann ikki ligið á tí løtu síðuni. Hann hevur hildið fram við mentunararbeiðnum, sum hann hevði fingist við, meðan hann var lærari. 1977?78 hevði hann verið á ársskeiði á Føroya málsdeildini, og síðani las hann til exam. art í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Seinni fór hann undir høvuðsgreinalestur á Føroyamálsdeildini, og í 1991, tá ið hann var 68 ára gamalur, tók hann cand.phil prógv. Í 1995 gav hann út ritgerðina Fyrsta føroyska skaldsøgan. Regin í Líð: Bábelstornið, og í sambandi við ritgerðina læt hann keldusavnið Frælsmannamál ? blaðgreinir, fólkafundir, røður prentað og geva út.
Umframt at undirvísa í fólkaskúlanum, undirvísti Thomas Lenvig 1958?68 í Klaksvíkar Handilsskúla, og hann luttók í mentunarlívinum í Klaksvík. Eitt nú hevur hann spælt sjónleik. Seinasta ferðin, hann stóð á palli, mundi vera, tá ið klaksvíkingar miðskeiðis í seksti árunum spældu Magnus á loftinum í Føroya Banka. Saman við øðrum tók Thomas Lenvig í 1959 stig til at geva Hugnalig jól út. Umframt hann vóru tað John Reid Bjartalíð, Óli Dahl, Alex Sólstein og Johan Nielsen, sum tá var prestur í Klaksvík, ið stóðu fyri útgávuni av jólablaðnum, ið kom út 25 ferðir.
Í 1965 kom Aftursagnarbókin, sum Thomas hevði fyrireikað saman við øðrum, og í 1972 gav hann út savnið eftir S. M. Zachariasen: Ein yrkjari á útoyggj. Í 1994 skrivaði hann minningarritið Norðoya Sparikassi 75 ár.
Thomas Lenvig giftist í 1949 við Maluni, fødd Zachariasen. Hon var úr Klaksvík. Foreldrini vóru Símun Petur Zachariasen, sum var ættaður av Kirkju og var lærari í Klaksvík, fyrsti stjórin í Norðoya Sparikassa og løgtingsmaður, og Cathrine Maria, sum var av Dalinum í Klaksvík.
Malan og Thomas bygdu omanfyri hjá foreldrum hennara úti í Grøv. Tey fingu tvær døtrar ? Súsanna og Mildrid. Tað var ein dyggur smeitur hjá Thomasi, tá ið hann fyrst misti konuna og síðani yngru dóttrina. Súsanna er gift við Bjørn Kastalag, og tey búgva í Klaksvík.
Verfaðirin var ein av fleiri brøðrum, sum vóru frammarlaga í Sjálvstýrisflokkinum. Thomas hevur altíð verið og er framvegis íðin sjálvstýrismaður. Hann hevur verið virkin í Sjálsstýrisflokkinum. Tá ið flokkurin 1963?66 var partur av sjálvstýrissamgonguni, sum fyrsta samgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Framburðsflokkin hjá Kjartani Mohr varð nevnd, var Thomas Lenvig blaðstjóri á Tingakrossi, umframt at hann var lærari.