Við síni vinnandi medferð og so skjótur, sum hann er at lofta sær í vendingini, hoyrir Victor við til býarmyndina í Klaksvík, har hann hevur búð alla sína tíð.
Victor er sonur Karlu og Dánjal Dánjalsson. Mamman er úr Gerðum, dóttur Malvinu og Jákup Joensen, og pápin var sonur Henrikku og Victor Danielsen í Fuglafirði. Victor er elstur av seks systkjum. Hann eigur fimm systrar: Malvina býr á Viðareiði, Henrikka í Klaksvík, so eru tað tvíburðarnir Jórun, sum býr í Klaksvík, og Elsba, sum býr á Hafnafirði í Íslandi og Eydna, sum býr í Norðragøtu.
Victor gekk í faðirsins fótasporum og lærdi til blikksmið hjá Erlingi Høgnesen, sum átti Norðoya Blikksmiðju. Seinni arbeiddi Victor hjá pf. Theodor við Keldu og hjá Dekkon, sum mammubeiggin Jógvan Gerðalíð og Dávur Jacobsen áttu. Frá tí at IRF sá dagsins ljós, var Victor í starvi hjá teimum, og teir gjørdu henda álitismannin til leiðara í Norðoyggjum. Nú hevur hann eitt skifti verið í farloyvi frá IRF. Victor arbeiðir nú hjá KBI, sum svágurin Karl Birgir Isaksen eigur. Í størvunum, sum hann hevur røkt, hevur Victor havt nógv við fólk at gera. Tað er hann meistarliga væl egnaður til.
Hjartamálini hjá Victori hava verið barnalegurnar í Ástjørn á Norðurlandinum í Íslandi og legurnar í Zarepta. Í 1977 var Victor fyrstu ferð á Ástjørn, og síðani hevur hann verið har yviri mest sum á hvørjum ári og ofta fleiri ferðir um árið. Bæði í Íslandi og í Zarepta hevur Victor dugað so sera væl at skipa fyri ella at vera primus motor, tá ið tað hevur rátt um nýbygging og viðlíkahaldsarbeiði. Hann hevur evnini at draga fólk afturat sær, og teir, sum hava verið í samstarvi við Victor, hava ongantíð kett seg, og nógv er komið burturúr.
Hesi seinastu árini hevur Victor lagt til rættis og útgivið álmanakkan Ráðgevari mín. Í hesum døgum er Ráðgevin fyri 2004 komin. Hetta er 68. árgangur. Abbin, Victor Danielsen, fór undir hetta tiltakið, og pápin, Dánjal Dánjalsson, tók ábyrgdina eftir pápa sín. Nú hevur triðja liðið ábyrgdina av Ráðgevaranum, sum hevur eitt orð úr skriftini til hvønn dagin í árinum umframt upplýsingar, sum hoyra til allar álmanakkar.
Victor giftist 11. oktober í 1986 við Gunnleyg Kallsberg úr Klaksvík. Tey eiga tvey børn ? Karla og Páll ? og tey búgva við Kjalarvegin.