hvat hon heldur um Bob Dylan: Hann er ein hermikráka. Bæði eru Joni Mitchell og Bob Dylan vælumtókt í tónleikagrein sínari, men sambært Mitchell eru tað eisini tað einasta, ið tey hava felags. Tey eru [...] henni ikki dámar hesa samanbering, svarar hon: - Bob er á ongan hátt ektaður. Hann er ein hermari, hansara navn og hansara rødd eru óektað. Alt við Bob er snýt og svik. Vit eru sum nátt og dagur, hann og eg [...] við L.A. Times, har eitt blaðfólk ? óivað vælmeint ? sigur við hana: - Tann folk-pallurin, tú kemur frá, stuttleikaðist við at skapa bakbeist. Tú varð fødd sum Roberta Joan Anderson, og ein drongur við navn
fólkið her býr. Tí er ikki líkamikið hvørjar bústaðarkarmar Tórshavnar Kommuna gevur havnarborgarum at liva í. Um sjálva verkætlanina skriva eigarafeløgini, at tey upp á allar mátar er ein vána loysn, ið [...] vónandi ikki nøkur Mjølnerpark ella Gelleruppark. Til tess er Havnar býur kanska ov lítil, og óumhugsaða byggiverkætlanin ov avmarkað. Men tað fer at tæna sitandi býráð og borgarstjóra til lítlan sóma, [...] Ístaðin fyri skilagóða bygging fáa vit høgar skemmandi íbúðarblokkar, mest líkir teimum vit kenna frá leiguíbúðarblokkunum á Eirargarði, ið fáur í dag man meta sum góð føroysk bygging, og sum mest av øllum
hála í troyggjuna, so hann ikki gjørdi tað aftur og fekk mál, sigur Claus Bech Jørgensen við tipsbladet.dk. Hann leggur afturat, at felagið stuðlar honum. - Bowyer er ein svínskur leikari, sum tú skal ansa [...] ansa eftir. Tílíkt hendir í hvørjum dysti, og tíverri sá dómarin hetta sum eina hevnissøku, sigur Claus Bech Jørgensen við tipsbladet.dk. Miðvallarin hevur leikbann í trimum teimum komandi dystunum.
onnur. Trupulleikin er nevniliga parkeringsviðurskiftini á havnalagnum. - Her er eingin avmerking og eingi skelti. Tí eru fólk eitt sindur í iva, tá tey skulu seta bilar frá sær. Harry Jensen vísir á, at [...] fyri ferðafólkið. Tað sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu. Hann ásannar tó, at fólk, sum ferðast um Skúvoyarfjørð, hava havt ein trupulleika, síðan atløgan hjá Sildberanum er vorðin ein onnur [...] Harry Jensen heldur, at um borgarstjórin í Sands kommunu sigur hetta ikki vera sætt, ger hann tað, sum ikki er loyvt at gera á tingsins røðarapalli. - Brandur Sandoy hevur sjálvur verið har, so eg rokni
havi helst mín part av skyldini, men staðfestast má, at politiska skipanin ikki er búgvin til eitt slíkt samstarv. Tað er mín vón, at tíðin fer at arbeiða fyri hesum...fyri saman at fremja grundleggjandi [...] helst fer at merkjast á eldraøkinum. - Hetta er jú eitt tungt og kostnaðarmikið øki, og tískil er væntandi, at farið verður hagar at spara pening. Hetta er óttin, fleiri føroyingar í dag hava, sigur Vilhelm [...] løgmanni og landsstýrismonnunum frá Fíggjarnevndini. Karsten vanrøkir uppgávuna Vilhelm Johannesen vísir eins og andstøðuleiðararnir í Dimmalætting á, at andstøðan higartil als ikki er tikin við í viðgerðina av
hann fær tað trupult, greiðir Gisle Thorsen frá. Má ikki miseydnast Sigursvanda Brøndby er eitt av stóru feløgunum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hinvegin gingið alt annað enn væl, og liðið er rapað [...] ímóti B36. - Tað má bara ikki henda. Felagið er akkurát sloppið úr kreppuni, og byrjanin á hetta kappingarári hevur verið frálík. Eg veit ikki, um eg kann lýsa tað við orðinum vanlukka, men tað hevði í øllum [...] uppleggið frá fyrra dystinum. - B36 stóð sera væl í verjupartinum, og tað skal størsti denturin eisini leggjast á í morgin. Málverjin hevði eina frálíka bjarging í fyrra dystinum eftir roynd frá Morten “Duncan”
hjá Marjusi Dam. - Tað er tað reina idioti at praktisera parkeringsbøtur við at hevna seg inn á eitt studentaprógv, sigur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin, við Rás 2. Tað var í gjár, at Dimmalætting [...] . Næmingurin fekk fyrst skrivliga ávaring, tí tað er ikki loyvi at parkera í økinum í Hoydølum - uttan í heilt serligum førum. Og tá næmingurin gjørdi tað sama umaftur, varð hann burturvístur. Nú skal [...] í fullum pensumi. - Studentsprógvið eigur tú at fáa út frá fakligum kriterium, meðan parkeringsbøtur eigur tú at fáa fyri at parkera skeivt. Tað hevur einki viðhvørt annað at gera, sigur Marjus Dam, sum
týðir út frá einum øðrum teksti, ið er kendur sum tann sýriski ella byzantiski teksturin. Ein munur er, sambært Sjúrði Højgaard, fatanin av Jesusi. - Gnostikararnir trúðu ikki, at Jesus Kristus er sonur Guðs [...] korruptar. Tað heldur Sjúrður Højgaard, sum sjálvur er farin í holt við at týða Bíbliuna av nýggjum. Hann vísir á, at tær báðar føroysku bíbliurnar eru týddar eftir upprunatekstum, sum so ella so stava frá Alexandria [...] hann ikki vera rætt. Sjúrður Højgaard er einsamallur um nýggju bíbliutýðingina, sum longu er løgd út á heimasíðuni kjv.fo. - Eg finni ongan, sum er púra samdur við mær, so eg havi valt at gera alt sjálvur
Tveir kranar frá Skipasmiðjuni í Havn lyftu húsini. Teir høvdu mátarar á, og húsini vigaðu nærum 40 tons, greiðir John Mrtensen frá. John Mortensen greiðir fegin frá. Nógv bygdasøga er knýtt at húsunum [...] vórðu bygd. Á einum loftskamari er leirur undir gólvinum. - Hetta er ljóðbjálving, tí læknin skuldi hava frið at sova, greiðir John Mortensen frá, og hann greiðir eisini frá um baðirúmið, har ein ovnur hevur [...] vísa fólki, hvussu staðurin fyrr sá út. Eisini halda vit, at tað er neyðugt, at ein veit hvaðani ein kemur. Hví júst vit fáast við hetta, tað er ilt at siga, men sjálvsagt hava vit áhuga fyri hesum, sigur
seg, tí nú hava tey fingið bonus, sum Dia tekur til. - Hetta er heilt fantastiskt og eg skilji tað ikki rættiliga enn. Hetta er bønarsvar so tað forslær, nógv hava biðið fyri okkum og vit eru so takksom. [...] Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburðar verða føddir í Føroyum. Mikumorgunin 30. mars klokkan 9.46 átti Jónfríð Jacobsen úr Fuglafirði tríburðar við keisaraskurði, tríggjar væl skaptar dreingir. Teir [...] gramm og er somuleiðis 47 cm langur. Og tann størsti, ið hevur fingið navnið Teodor, vigar 2355 gramm og er 48 cm langur. Allir eru teir uppkallaðir, eftir báðum ommunum og eina abbanum. - Tað gekk væl