- Burturvísingin er burturvið

Avgerðin at burturvísa ein næming í Hoydølum fyri at hava parkerað ólógliga uttanfyri studentaskúlan hevur fingið sinnið á kók hjá Marjusi Dam. - Tað er tað reina idioti at praktisera parkeringsbøtur við at hevna seg inn á eitt studentaprógv, sigur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin, við Rás 2.

Tað var í gjár, at Dimmalætting skrivaði um ein næming, sum varð burturvístur úr Hoydølum, tí viðkomandi hevði parkerað ólógliga á økinum uttanfyri studentaskúlan.

Næmingurin fekk fyrst skrivliga ávaring, tí tað er ikki loyvi at parkera í økinum í Hoydølum - uttan í heilt serligum førum.

Og tá næmingurin gjørdi tað sama umaftur, varð hann burturvístur.

Nú skal næmingurin væntandi upp í fullum pensumi.

- Studentsprógvið eigur tú at fáa út frá fakligum kriterium, meðan parkeringsbøtur eigur tú at fáa fyri at parkera skeivt. Tað hevur einki viðhvørt annað at gera, sigur Marjus Dam, sum nú krevur landsstýriskvinnuna í mentamálum í samráð í Mentanarnevndini.

Orsøkin er, at Mentamálaráðið staðfesti burturvísingina, eftir at næmingurin hevði kørt avgerðina fyri ráðið.

- Eg haldi tað vera at skjóta heilt við síðuna av at lata ein næming ganga í Hoydølum í trý ár og beint áðrenn endaligu royndirnar fær iðkomandi at vita, hann hevur parkera skeivt og tí skal upp í fullum pensum. Hetta er at halda fólk fyri tað turra spott, sigur Marjus Dam, sum sigur seg hvørki kenna burturvísta næmingin ella at hava fingið áheitan um at taka málið upp politiskt.