- Bønarsvar so tað forslær

- Mikumorgunin átti Jónfríð Jacobsen úr Fuglafirði tríburðar, tríggjar dreingir, á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum

Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburðar verða føddir í Føroyum. Mikumorgunin 30. mars klokkan 9.46 átti Jónfríð Jacobsen úr Fuglafirði tríburðar við keisaraskurði, tríggjar væl skaptar dreingir.

Teir liggja allir í kuvøsu, men hava tað annars gott. Stórir eru teir eisini hóast teir eru føddir í 34. viku. Tann minsti, ið hevur fingið navnið Birgir, vigar 2110 gramm og er 47 cm langur. Miðlingabeiggin, ið hevur fingið navnið Tórur, vigar 2240 gramm og er somuleiðis 47 cm langur. Og tann størsti, ið hevur fingið navnið Teodor, vigar 2355 gramm og er 48 cm langur. Allir eru teir uppkallaðir, eftir báðum ommunum og eina abbanum.

- Tað gekk væl hjá Jónfríð at eiga, og hon og dreingirnir hava tað gott, sigur ein sera glaður pápi, Símun Andreas, vanliga nevndur Dia.

Jónfríð og Dia vórðu gift í 1990 og síðani hava tey ætlað sær børn. Øll hesi árini hava tey bíðað, men tað hevur loyst seg, tí nú hava tey fingið bonus, sum Dia tekur til.

- Hetta er heilt fantastiskt og eg skilji tað ikki rættiliga enn. Hetta er bønarsvar so tað forslær, nógv hava biðið fyri okkum og vit eru so takksom.


Kollvelting

Jónfríð arbeiðir á høvuðsskrivstovuni hjá Fiskavirking og Dia hevur koyrt trukk á havnarlagnum í Fuglafirði, men er í løtuni arbeiðsleysur.

- Kanska onkur býður mær arbeiði nú. Hinvegin verður tað ikki so galið at verða heima í eina tíð, tá ið vit fáa dreingirnar heim. Tað verður ein stór kollvelting í lívinum hjá okkum frá eingi børn at hava átt og til at eiga trý. Eg dugi ikki rættiliga at ímynda mær, hvussu tað fer at verða, sigur Dia.

Sum gamalt er hava tey ikki gjørt nakrar fyrireikingar heima til børnini koma, einki keypt og einki broytt.

- Vit hava vitað líka síðani Jónfríð gjørdist við barn, at vit fóru at fáa tríburðar, men vit hava einki keypt av nøkrum - uttan eitt seyðaskinn, eg keypti mánadagin at leggja teir allar á, sigur Dia.

Hvussu leingi Jónfríð skal liggja á Føðideildini, vita tey ikki enn.

- Dreingirnir hava tað gott, so tað kann verða rættiliga skjótt, sigur Dia.