eina millión limir og stuðlar í meira enn 100 londum og landspøtum. Felagskapurin hevur skipaðar deildir í meira enn 50 londum. Av hesum 50 londunum liggja 30 av teimum í økjum uttanfyri Vestureuropa og [...] viðvíkjandi menniskjum, ið eru komin í lívsvanda, annaðhvørt tí tey skulu avrættast, verða pínd, eru sjúk ella eru horvin. Maria Forrestal er samskipari í "Urgent Action" í Føroyum, og tekur hon sær av at senda [...] hóskandi hjá okkum. Tú kannst nevniliga skriva, hvar tú enn ert, í bý ella á bygd, ja enntá umborð á skipi, segði Ingibjørg Berg um "Urgent Action" í formansfrágreiðing sínari á aðalfundinum týskvøldið. Um
húsagang. Men tað var júst í 50-unum, at kanska størsta framstig í Føroya søgu hendi. Tað var tá føroyingar fingu fólkapensjónina. Og hon kom ikki í gildi í Føroyum, um vit ikki vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark [...] Høgni tileinkisger ríkisfelagsskapin, sum nú hevur verið í gildi í meira enn 50 ár. Og tað er tað brotið, sum viðmerkingar skulu gerast til. Í brotinum, sum hann nevnir: Ríkisfelagsskapur er tómt orð, [...] partur í ríkinum. Og teir politikarar, sum tá virkaðu, royndu at samstarva eftir heimastýrislógini, og tað er júst tað, sum hevur ment føroyska samfelagið til dagin í dag. Fimtiárini vóru torfør í Føroyum
at tú ert eldri enn 18 ár, hevur kunnleika til norðurlendskt og endskt og harafturat ert fyrikomandi. Í sambandi við ferðaleiðaraútbúgvingina, verður kunnandi fundur á Føroya Handilsskúla í Havn í dag klokkan [...] Nú kunnu føroyingar fara út í heim og læra til ferðaleiðarar, sum í framtíðini kunnu verða til gagns fyri føroysku ferðavinnuna. Tað er danski tænastuskúlin Service & Co. ið saman við Sámali Bláhamar á
ein advokat við royndum í at gera altjóða skipabyggisáttmála út á vestara áarbakka. Royndirnar hjá Tormóður Djurhuus, kunnu eins væl brúkast í Kina sum í Suðuramerika (Christian í Grótinum). Christian Andreasen [...] Føroyingar hava í áravís havt kenslu av skomm í sambandi við skandaluna um Nólsoyar Páll. Á odda fyri keypi av Nólsoyar Páll stóð fyrrverandi, og verandi yvirmaður í donsku sjóverjuni. Uttan iva sera [...] til slík viðurskifti. *Skipasmiðjan í Kina sum bjóðar seg fram at byggja fyri V&B, 23 mill. bíligari enn í Norra og 46 mill. undir tilboðnum úr Føroyum, er góðkent í tráð við altjóða standard. *At Kina
Í apríl seta teir spakan í suðuri í Vági. Kommunan hevur sett øki av til at byggja eldrasambýli á, og í fyrstu syftu verður rúm fyri 10 fólkum. Tó hevur kommunan tikið hædd fyri, at møguleiki skal verða [...] sigur Jógvan Krosslá, ið vónar, at tey fyrstu kunnu flyta inn í eldrasambýlið í januar næsta ár. Enn er endaliga avgerðin ikki tikin, men á fundi í næstu viku verður byggingin ætlandi samtykt og nevnd vald [...] útsýnið gott. Ein sær allan fjørðin, bygdina og Beinisvørð. Í næstu viku skal kommunan taka endaliga støðu til byggingina, ið væntandi er liðug í heyst. Í eldraárinum 1999.
frægastu fótbóltsleikararnir í landinum farnir undir venjingarnar, og sum tað longu sást í fjør, so savnast allir teir frægastu leikararnir í teimum báðu stóru feløgunum í høvuðsstaðnum. HB og B36 hava [...] um, at árstalsfelagið í Havn skuldi hava ein kanadiskan málmann til royndarvenjingar. Vit hava vent okkum til nýggja formannin í B36, Kristian á Neystabø, og spurt hann um nakað er í hesum tíðindunum. ? [...] bæði fyrr so stoltu »havnafeløgini«. Tann tíðin er farin og kemur neyvan aftur í brægi, men tá hugt verður at hvussu leikur fer í øðrum londum, so er hetta neyvan nakað óvanligt. Eisini útlendskir leikarar
Tónleikabólkar í hópatali teknaðu seg til kappingina, og fleiri av fremstu bólkunum í landinum eru við í kappingini. Góð undirtøka á Tvøroyri Fyrsta umfarið í kappingini var á Tvøroyri seinast í undanfarna [...] haraftrat hevur í huga, hvussu trúfastir eysturoyingar eru til at vitja slíkar konsertir, so er helst nógv fólk í væntu. Atgongumerkini til kappingina hava longu í eina tíð verið seld í forsølu í Eysturoynni [...] undirtøkuni har suðuri, so er áhugin millum manna sera stórur fyri tiltakinum. Dansihølini í TB-húsinum vóru stúgvandi full, og tað vóru ikki bert heilt ung, ið vóru og lýddu á tónleikin. Suðuri á Tvøroyri
gv í 1968 fór Bjørn lesa í Lund. Hann hevði ætlanir um at gerast journalistur ella lærari. Hann kom í samband við Mikael Wiehe og stovnaðu teir Hoola Bandoola Band. Bólkurin gav fyrstu plátuna út í 1971 [...] hjá Afzelius og varð hann heiðraður í Danmrk og í Noreg. Hann hevur verið mettur millum fremstu orð- og tónasmiðir í Norðurlondum. Hann royndi seg eisini sum rithøvund í 1993 við bókini "En gång i Havana" [...] væl umtóktur í Føroyum eisini og t.d. Jóannes Jacobsen og Frændur hava nýtt hansara tónleik. T.d. hevur Steintór Rasmussen (Frændur) hegnisliga latið sangin "Tú ert tað fagrasta eg veit" í føroyskan búna
Lív Hann hevur lisið livfrøði og arbeitt hjá Landsdjóralæknanum, í Hoydølum og á Fiskirannsóknarstovuni. Tá so ein tøkningur í ÚF fór í annað starv, fekk Finnur møguleikan og honum dámar væl. Hann arbeiðir [...] um. Har er hann ikki at koma uttan um. Men nú kennir nærum hvørt mansbarn í Føroyum navnið, tí nú er gerandiskostur at hoyra í Útvarpinum, at Finnur Hansen hevur staðið fyri tøkniliga partinum av sendingini [...] skjótt vaks seg stóran til at gerast bólkurin við størstu tónleikasnillingum í landinum. Síðani hevur hann spælt við teimum flestu og í nærum øllum samanhangum. Men nærum altíð sum tónleikari. Aftanfyri. Vit
dags. Hann gjørdist heimsmeistari í Sviaríki í 1958, í Chile í 1962 og aftur í Mexico í 1970. Tá ið spælt varð um heimsmeistaraheitið í Onglandi í 1966 vóru vit stødd suðuri á flatlondum. Tá ið tú sum smádrongur [...] og vónandi í allar ævir. Væntandi fáa vit sum lívfrøðiliga bara eru hálvir gøtumenn, eisini ein lut í hesum. Nú veit eg, at í hvussu so er ein 70 ára gamal Liverpool fan er ímillum okkum í kvøld, og helst [...] av miðjuni og sum brast í tvørliggjaran og í málið. Áskoðarafjøldin hjá GÍ hevur nakað av hesum bretska sniðnum í sær ? litfagurt og livandi. Ein spælari samanber áskoðararnar í Brasilia og Bretlandi, ella