Fara skjótt undir eldrasambýli í Vági

Einaferð í heyst stendur eitt eldrasambýli væntandi liðugt í Vági. Útsýni verður yvir allan fjørðin, bygdina, og Beinisvørð og rúm verður fyri 10 fólkum

Í apríl seta teir spakan í suðuri í Vági. Kommunan hevur sett øki av til at byggja eldrasambýli á, og í fyrstu syftu verður rúm fyri 10 fólkum. Tó hevur kommunan tikið hædd fyri, at møguleiki skal verða at byggja afturat, so á stóra stykkinum er pláss fyri at byggja slíkt býli 3 ferðir.


Kommunan stendur fyri at byggja sambýlið, men eittnú Matmøðrafelagið hevur skipað fyri tiltøkum, har ágóðin er farin til endamálið.


Eldra ár


Jógvan Krosslá, býráðsformaður, sigur, at eldrasambýli verður sjálvognarstovnur og rúm verður í fyrstu syftu fyri 10 fólkum. Hann sigur, at tað er mett at taka 6 mánaðar at byggja sambýlið, so væntandi stendur tað liðugt í ár, ið er eldra ár. Hetta er ikki nakað, kommunan hevur stílað eftir, men tað hevði hóskað væl, sigur Jógvan Krosslá, ið vónar, at tey fyrstu kunnu flyta inn í eldrasambýlið í januar næsta ár.

Enn er endaliga avgerðin ikki tikin, men á fundi í næstu viku verður byggingin ætlandi samtykt og nevnd vald at standa fyri ætlanini.


Arbeiðspláss


Jógvan Krosslá sigur, at húsini eru fín og stór. Talan er um 50 metur long hús. Har eru kømør við hondvaski og WC. Brúsa er ikki á kamarinum, tí ofta hoyrist, at eldri fólk hava ikki lætt við at fóta sær undir slíkum umstøðum, og tá er lættari hjá vaktinum at halda eyguni við einum felags brúsurúmi.


Kommunan setir náttarvakt og húsavørð og býráðsformaðurin er glaður fyri, at her eisini verða nøkur arbeiðspláss. Eisini skal leiðari og starvsfólk setast.


Jógvan Krosslá sigur, at nógvir fyrispurningar eru komnir um pláss, men ein nevnd skal setast at umsita hetta.


Jógvan Krosslá metir, at tað hevur stóran týdning, at funnin er ein loysn, har fleiri búgva saman, ístaðin fyri, sum eisini hevur verið frammi, at byggja einstaklingaíbúðir.


Somuleiðis metir Jógvan Krosslá, at stykkið er væl hóskandi og góður vegur verður gjørdur til. Eisini er útsýnið gott. Ein sær allan fjørðin, bygdina og Beinisvørð.


Í næstu viku skal kommunan taka endaliga støðu til byggingina, ið væntandi er liðug í heyst. Í eldraárinum 1999.