Prix Føroyar aftur leygarkvøldið

Bygdarhúsið á Strondum verður komandi leygarkvøld karmur um tað næsta umfarið í kappingini Prix Føroyar 99

Áhugin fyri Prix Føroyar 99 hevur verið ovurhonds stórur. Tónleikabólkar í hópatali teknaðu seg til kappingina, og fleiri av fremstu bólkunum í landinum eru við í kappingini.



Góð undirtøka á Tvøroyri


Fyrsta umfarið í kappingini var á Tvøroyri seinast í undanfarna mánaða, og skal man meta út frá undirtøkuni har suðuri, so er áhugin millum manna sera stórur fyri tiltakinum. Dansihølini í TB-húsinum vóru stúgvandi full, og tað vóru ikki bert heilt ung, ið vóru og lýddu á tónleikin.

Suðuri á Tvøroyri var tað ikki óvæntað ein av favorittunum til at vinna samlaðu kappingina, Kjølar, ið fóru avstað við sigrinum, meðan ein heldur ókendur bólkur, ið nevnist Flux fór avstað við hinum finaluplássinum. Síðani tá hevur Flux tó verið at hoyrt í eitt nú vikuskiftissendingini í útvarpinum.

Eitt, sum eyðmerkti kappingina á Tvøroyri, var kanska tað, at teir flestu bólkarnir, ið luttóku har suðuri, spældu harðan rokk ella trash/rapp, og ein kann bert ímynda sær, hvussu nógv eldri fólk kring landið hava sitið og hildið sær um høvdið, tá ið sjónvarpið sendi frá kappingini har suðuri.



Níggju bólkar leygarkvøldið


Tað verða munandi fleiri bólkar við komandi leygarkvøld, enn hvat tað vóru á Tvøroyri. Á Tvøroyri vóru bólkarnir einans fimm í tali, meðan tað leygarkvøldið í bygdarhúsinum á Strondum verða ikki færri enn níggju bólkar, ið fara at royna seg.

Ein av bólkunum, ið skuldi verða við á Tvøroyri, suðuroyarbólkurin Wild Child, verður við nú leygarkvøldið. Hesin bólkurin fekk ikki verið við á Tvøroyri sum ætlað, tí ein av limunum fekk forfall. Wild Child telist annars millum favorittarnar til at koma í finaluna, og tað er ikki óhugsandi, at hesin bólkurin kann enda rættuliga ovarlaga í samlaðu kappingini eisini.

Annars verða fleiri aðrir kendir bólkar við leygarkvøldið. Nevnast kunnu millum annað Visible Fish við karismatiska forsangaranum Petur P. Jensen á odda. Visible Fish, sum helst eisini telist millum favorittarnar, gav í fjør út fløguna Doing Lounge Jesus.

Ein annar kendur bólkur, ið verður við, er eysturoyarbólkurin Ipkiss við Siri Hansen á odda. Siri Hansen vann fyri nøkrum árum síðani kappingina um at gerast ársins songrødd.

Haraftrat kunnu nevnast bólkar so sum heavybólkurin Diatribes við manning úr Sundalagnum, og so verður ein ókendur bólkur við, sum kallar seg Peachy Bounder og sigur seg spæla Grunge Rokk.

Teir níggju bólkar, ið fara at verða við í Prix Føroyar á Strondum leygarkvøldið eru annars hesir: Visible Fish (Rock), Daybreak (Rock), Diatribes (Heavy), Ipkiss (Popp/Rock), Peachy Bounder (Grunge Rock), Feedback, Artis, Siesta og so Wild Child.

Her eru nógvir góðar bólkar, og tað er sera trupult at spáa um, hvørjir fara at vinna seg víðari til stóru finaluna, sum verður í Norðurlandahúsinum í Havn seinni í vár. At summir bólkar hava størri royndir enn aðrir kann koma teimum til góðar, men hinvegin so hava meiri óroyndu bólkarnir tann fyrimun, at teir ikki hava nakra fløguútgávu at liva upp til.



Væntandi nógvir áhoyrar


Tað er lítið yvir at dylja, at tað kunnu væntast nógvir áhoyrar til kappingina leygarkvøldið. Nógvir kendir og góðir bólkar verða við, samstundis sum tað eisini verða fleiri ókendir og spennandi bólkar at hoyra.

Tá ið man so haraftrat hevur í huga, hvussu trúfastir eysturoyingar eru til at vitja slíkar konsertir, so er helst nógv fólk í væntu. Atgongumerkini til kappingina hava longu í eina tíð verið seld í forsølu í Eysturoynni, so hjá teimum, ið ætla sær inn á Strendur leygarkvøldið, ræður helst um at verða í góðari tíð. Eisini er vert at leggja sær í geyma, at hølini á Strondum ikki húsa so øtiliga nógvum fólki.

Yngd verður sjálvsagt á staðnum, og í komandi viku verður rúgvismikil frásøgn frá kappingini her í blaðnum.