sum skulu taka avgerð um, hvørt vit kunnu sleppa at uppkrevja bummpening. - Enn er ov tíðliga at siga, hvussu alt verður, men hugsandi er, at ein slíkur tunnil verður fíggjaður yvir eini 30 ár, sum við væntaðu [...] vísir á, at fleiri "modellir" eru møgulig, tá ið ræður um, hvør kann standa aftanfyri byggingina. - Men vit eru sum nevnt ikki komnir so langt, at støða er tikin til hesi enn. Borgarstjórin sigur, at tað verður [...] byggja tunnil av Kambsdali og inn Millum Fjarða er út við 30 ára gomul. - Eg haldi, at Fuglafjarðar kommuna fyrst ferð í 1978 sendi løgtinginum bræv við áheitan um hesa tunnilsbygging. Hetta var tvey ár eftir
Soleiðis er kynið í blaktrandi miðlaverðini. Gitna ætlanin, um at knúlva ræðið yvir fíggjarligu stýringini av kommununum undir landsstjórn og undir veingir Fíggjarmálaráðsins, er eitt av hesum. Nú nakað er [...] Roðanum, vælskipaða samtakið, sum grannakommunurnar við Skálafjørðin eru gingnar saman um. Ongin avtala er enn undirskrivað um eldraøki í sambandi við útleggingina frá landi til kommunur, og tað tykist ikki, [...] eisini fyrsta punktið í uppskotinum. Tí sum tað stendur: Semja er tí um, at 5-ára játtanarkarmar, ið árliga verða samtyktir, skulu fevna um yvirskipaðan rakstrarvøkstur og yvirskipaðan íløgukarm fyri land
Sjúrður Skaale, tá vit hitta hann við hús, eftir at farið var um miðnátt. Hann sigur, at talan er um størstu framgongd nakrantíð. - Hetta er sensationelt, og eg eri púra tikin av fótum, sigur nývaldi fólka [...] so kom hann upp á 14, og beint um tað mundið, at eg kom upp í, kom hann upp á 15. Men at hann kundi fara úr 12,8 upp á 21 prosent so vit kundu fáa ein fólkatingssess, er heilt fantastiskt, sigur Sjúrður [...] fólkatingsmaðurin. Tað eru bara vikur síðani Sjúrður Skaale boðaði frá, at hann salaði um og fór úr Tjóðveldi yvir í Javnaðarflokkin. - Hetta hevur verið ein turbulent tíð hjá mær, tí tað hevur verið eitt keðiligt
undir í fjør. - Sjálvandi er trýstið stórt á bæði meg og spælarar, nú gongdin ikki hevur verið nakað serligt. Sjálvur trúgvi eg, at trýstið á venjaran hjá KÍ er størri, enn tað er hjá nøkrum øðrum venjara [...] eg og felagið vistu av, at tað fór at taka tíð, um KÍ skal endurreisast. Eg haldi avgjørt, at vit hava gjørt framstig á fleiri økjum, men tað er enn langt eftir á mál. - Men í løtuni eru tað helst spælararnir [...] kjaktorgum hevur sínar greiðu niðurstøðu. Nevnliga at Tony Paris er ávegis úr KÍ, sum við einum áttanda plássi als ikki hevur livað upp til vónirnar um heiðursmerki. Tað hevur eisini ljóðað, at fundarvirksemið
at bora seinni í ár og tí vildi hann hava at vita, hvussu langt málið er komið. Jørgen Niclasen ásannar, at 15 milliónir røkka ikki langt. Men nú vísa metingarnar, at tunlarnir verða dýrari enn upprunaliga [...] Enn er óvist, nær farið verður undir arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og í Fíggjarmálum. Men hann leggur afturat, at endamálið er [...] Samstundis hevur ætlanin verið at farið at broyta linjuføringina, so at tunnilin gongur av Gerðabøi í Klaksvík, men har eru nógv fornminni. Tey verða nú kannað, men tað er óvist nær tær kanningar verða lidnar
hvar skuldi eg tá farið? Nólsoyarfjørður er baldruttur um veturin. Tað kunnu flest fólk við útsýni yvir fjørðin nikka játtandi til, tá tey hava eygleitt mongu túranar við Ternuni um veturin. Men veðrið [...] ferðamál, tí tær bjóða upprunaligt bygdalív. Strandferðslan er við til at varðveita tær upprunaligu Føroyar". Men við gongdini, sum hon er nú, er Strandferðslan í gongd við at oyða Nólsoynna, tí fleiri n [...] kroka millum húsini, sæð brimið brotið upp um Eiði, tá landnyringur er og skrálað við onkran summardag saman við gittaraspælið til eyðkenda lagið "tí tað er í Nólsoy eg vil búgva". Í bygdini merkist b
rnar sjálvar sum avgera, um og nær farið verður í summarfrí. - Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu virkini velja at gera. Nøkur koyra uttan steðg og onnur lata aftur í 1-3 vikur um hásummarið. Agnar vísir á [...] sum liggja á láni. Viðhvørt er útlendsk ekspertisa her heima, sum veitir tænastur til virkini, eitt nú frystaríini, og tá er neyðugt, at ein ætlan fyriligur, hvussu farið verður út á virkini kring landið [...] verkfallinum, vistu tey einki at siga um, hvussu verður í summar. Agnar vísir á, at tað er ikki Vinnuhúsið, sum leggur frítíðina hjá flakavirkisvinnuni, men hetta er eitt arbeiði, sum Vinnuhúsið ger fyri
inntøkan er minni enn 50.000 krónur. Tær siga, at hetta er ein vinna, sum ikki er serliga lønandi sum er, tí vinningurin er so lágur, at tað er ringt at fáa nakað burtur úr. Tær siga, at talan er um eina vinnu [...] veru er tað ikki framleiðarin, sum fær ein lætta, men brúkarin, sum fær eina bíligari vøru. – Og skula vit vera heilt erlig, er hon ríkiliga bílig sum er, tá ið hugsað verður um ta tíð sum er løgd [...] Hetta er eitt signalvirði um, at hendan vinnan er ikki nakað man skal taka í álvara og at vit sum eru í vinnuni skulu bara halda okkum til heimahugna Tað siga tær báðar, Sissal Kj. Kristiansen í Shisa
Jónleif Johannesen spyr tí Henrik Old, um nøkur ætlan er um at gera arbeiðið liðugt. Men hann heldur, at áðrenn farið verður undir arbeiðið, eigur tað at vera kannað um tað ikki ber til at finna eina loysn [...] Klettskarð úr Tjóðveldi, reisa nú spurningin um at leggja sjóvarfals-orkuverk í Haraldssund. Men so skal sundið latast upp aftur, og tey bæði landsstýrisfólkini skulu nú greiða frá, um tey halda, at tað hevði [...] orku, og sum skilst er ætlanin hjá SEV at leggja eina orkuleiðing eftir botni úr Eysturoynni yvir á Borðoynna, fyri at útvega virkinum orku - Tað tykist burturvið, og sum at fara yvir um ánna eftir vatni
landsstýrismanninum fyrispurning um bakkaverju, nú søgurík kirkja, múrur og onnur fornminni í Kirkjubø eru um at farast av brimi. Í svarinum verður sagt, at øtlanin fevnir um ein nýggjan breiðari verjumúr [...] víkini. Orsøkin er, at aldan verður brotin so langt úti í víkini, at orkan er farin úr henni, áðrenn hon kemur inn ímóti. Landsverk heldur tí ikki, at nyttan av bylgjubrótarum á staðnum er tann stóra, og [...] undir Líkhúsi umvæld og styrkt. Ætlanin er at høvuðsumvæla verjugarðin og styrkja undirstøðið við at stoypa ein kant niðast við. Um játtanin røkkur, verður farið víðari við múrverkinum niðan fyri Ólavskirkjuna