Hetta er eitt signalvirði um, at hendan vinnan er ikki nakað man skal taka í álvara og at vit sum eru í vinnuni skulu bara halda okkum til heimahugna
Tað siga tær báðar, Sissal Kj. Kristiansen í Shisa Brand og Jóhanna av Steinum í Steinum Knitwear, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá samgonguni um skattalætta til tey, sum fáast við heimavirki. Eftir uppskotinum skulu tey nevniliga kunna selja fyri 50.000 krónur skattafrítt.
Tær báðar, sum fáast við sniðgeving og framleiðslu av føroyskum klæðum úr ull og øðrum, siga nú í eini viðmerking til Løgtingið, at hetta fer eisini at køva vinuna.
Tær hava einki ímóti at tað verður lættari hjá eldri fólki, sum fáast við heimavirki. Men tey siga, at hendan ætlanin fer neyvan at gera tað lættari, tí tey verða undir øllum umstøðum noydd til at føra roknskap fyri at prógva fyri Taks, at inntøkan er minni enn 50.000 krónur.
Tær siga, at hetta er ein vinna, sum ikki er serliga lønandi sum er, tí vinningurin er so lágur, at tað er ringt at fáa nakað burtur úr.
Tær siga, at talan er um eina vinnu, sum er serstakliga prís-viðkvom og verður kappingin ójøvn, fer tað at raka vinnuna ómetaliga hart.
Tað skal vinningur til fyri at skapa menning, men hetta uppskotið máðar støðið undan vinnuni
– Uppskotið leggur upp til at trýsta prísin á vørunum niður, og tað ger tað enn meira trupult hjá okkum sum arbeiða miðvíst eftir at gera hetta til ein vinnuveg, siga tær báðar.
Tær siga, at tað í roynd og veru er tað ikki framleiðarin, sum fær ein lætta, men brúkarin, sum fær eina bíligari vøru.
– Og skula vit vera heilt erlig, er hon ríkiliga bílig sum er, tá ið hugsað verður um ta tíð sum er løgd í at framleiða hana. Við hesum uppskotinum, er tað í roynd og veru Løgtingið, sum trýstir prísin niður.
Tær staðfesta sostatt, at hetta verður ikki ein íverksetanarstuðul, men er bara við til at trýsta prísin niður.
Tað gagnar ikki íverksetarum, tvørturímóti rakar tað tey, sum royna at skapa eitt grundarlag at liva av.
Tey halda eisini, at hetta er ein ætlan, sum lítisgerð eina vinnu, sum, hóast alt, er við at byggja seg sterkt upp og í stóran mun er viðurkend uttanlands og í mótaheiminum.
– Tað harmar, at politiski myndugleikin hevur hug at gera tað truplari hjá okkum at reka okkara vinnu. Tað harmar okkum, at politiski myndugleikin beinleiðis vil seta fót fyri okkum sum vilja byggja eina vinnu upp. Tað harmar okkum eisini, at politiski myndugleikin – kanska ótilvitað – leggur eftir eini vinnu, har tað í heilt stóran mun eru kvinnur, sum arbeiða.
– Og tað harmar okkum eisini, at politiski myndugleikin setir kílar ímillum okkum sum reka vinnu, og tey, sum vilja vinna sær nakað av peningi av sínum frítíðarítrivi.
Heldur enn at veita ein skattalætta, mæla tær til, at tað verður gjørt lættari at gera roknskap, kanska við eini skrivstovu har pensionisturin kundi farið og fingið tað avgreitt. Tær halda eisini, at ein loysn kundi verið at mvg roknskapur kanska bara skal latast inn eina ferð um árið.
Men skuldi tað verið, kundi eitt aldursmark verið sett á fyri at fáa skattalættan, so at tað bara eru pensjónistar, ella kanska fólk yvir 60, sum fáa hann halda tær báðar.