Ætlað men ikki væntað

Tað var ein sera fegin Sjúrður Skaale, sum valkvøldið og –náttina helt opið hús, ið sum kunnugt er siður, tá ein – ikki minst so óvæntaður – valsigur er fingin til vega

Tað lá ikki í luftini, at tað skuldi enda soleiðis við fólkationgsvalið í gjárkvøldið.
Veljarakanningarnar peikaðu á status quo, og hóast Javnaðarflokkurin kvinkaði alsamt longur og longur upp á prosentstiganum, so var tað einki ið bendi á, at hann skjuldi fáa annan mannin til fólkatingsvalið.
- Tað var ógvuliga tungt og skuldi vísa seg at vera ógvuliga trupult. Tá eg fór upp í Javnaðarflokkin hevði hann stutt undan verið niðri á 12,8 prosentum í undirtøku, so kom hann upp á 14, og beint um tað mundið, at eg kom upp í, kom hann upp á 15. Men at hann kundi fara úr 12,8 upp á 21 prosent so vit kundu fáa ein fólkatingssess, er heilt fantastiskt, sigur Sjúrður Skaale, tá vit hitta hann við hús, eftir at farið var um miðnátt.
Hann sigur, at talan er um størstu framgongd nakrantíð.
- Hetta er sensationelt, og eg eri púra tikin av fótum, sigur nývaldi fólkatingsmaðurin.
Tað eru bara vikur síðani Sjúrður Skaale boðaði frá, at hann salaði um og fór úr Tjóðveldi yvir í Javnaðarflokkin.
- Hetta hevur verið ein turbulent tíð hjá mær, tí tað hevur verið eitt keðiligt stríð, sum eg havi verið ígjøgnum. Úr einum flokki upp í ein annan, og vit hava havt konfliktir, og nøkur persónlig viðurskifti, ið hava verið ávirkað av politiskum stríði. Tað er sum at hava verið í einari sentrifugu, og tá man tá lendir á beinunum er fantastiska stuttligt, sigur Sjúrður Skaale.

Lodda dýpið
Tá ein slíkur valsigur verður vunnin, kemur sum vera man nógv fólk inn á gólvið, men nýggi fólkatingsmaðurin hevði ikki fyri reikað seg til tað.
- Nei, tað hevði eg ikki. Men Føroya Bjór vóru so blíðir, at tá eg kom heim stóð Føroya Bjór í túninum og setti nakrar kassar av øli av til fólk, ið komu á gátt. So tað var ein fantastiskur gestum frá teirra síðu, má eg siga, sigur Sjúrður Skaale.
Sjálvandi skal valkvøldið haldast við manér, men tað verður eisini ein gerandisdagur aftur.
- Tað fyrsta eg fari at gera, er at taka upp samband við danska javnaðarflokkin, og við teir grønlendsku og føroyska fólkatingslimin fyri at vita, hvussu eg skal skipa meg. Eg ætli mær at hava tætt samstarv við norðuratlantisku fólkatingslimirnar og við danska Javnaðarflokkin, sum jú verður stjórnarberandi, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at hann lættliga kundi verið komin í ta støðu, at hann gjørdist avgerandi atkvøðan.
- Nú fingu vit ikki ta stóru makt, sum vit kundu havt, men vit fara at gera okkara ávirkan galdandi í teimum stóru málum, ikð standa fyri framman. Eg havi longu tosað eitt sindur við Edmund Joensen um, hvussu vit skipa okkum, og nú fari eg so at tosa við grønlendsku umboðini og danska Javnaðarflokkin, sigur Sjúrður Skaale.

Fulla orku á Fólkatingi
Nýggi fólkatingsmaðurin kundi fingið eina avgerandi støðu, um danski Javnaðarflokkurin fekk bara eitt lítið vet verri val, men hann vil tó ikki fara so langt sum at siga, at hann ynskti eitt ella tvey mandat færri til Thorning-Smith.
- Nei, tað vil eg ikki siga. Men at siti við teirri avgerandi atkvøðuni hevði jú givið eina lyklastøðu, sum hevði verið spennandi, og sum – um hon varð brúkt ábyrgdarfult – hevði givið Føroyum eina ávirkan, sum vit sjáldan hava. Vit hava jú sæð við bankamálinum í 98 hvussu ótrúliga týdningarmikið tað er at sita við avgerandi atkvøðuni, sigur Sjúrður Skaale.
Men hóast hetta hevði blivið úrslitið, so hevði tað eisini verið ein støða, ið skuldi verið handfarin við skili.
- Tað hevði jú ikki verið ein spurningur um at trýst ella black-maila nakran, men tá hevði man sitið í einari støðu, ið hevði givið størri vald og størri ávirkan, sigur Sjúrður Skaale.
Javnaðarflokkurin hevur í valstríðnum koyrt ógvuliga hart upp á týdningin av, at ein javnaðarmaður kom á danating, tí donsku sosialdemokratarnir fóru at vinna valið, men Sjúrður Skaale dugir ikki at meta um, hvørt tað hevur havt týdning fyri úrslitið í Føroyum.
- Tað veit eg ikki. Eg haldi, at valstríðið hevur veirð ein heild, har vit hava verið greiðir um hvørji mál, vit arbeiða við. Vit hava greitt frá, hvussu vit fara at arbeiða og at vit fara at brúka fulla orku upp á fólkatingsarbeiðið. Vit vilja burtur frá konfrontatiónunum, burtur frá undirbrotligheitini, og tað haldi eg, at fólk hava tikið til sín.
Sjúrður Skaale hevur í valstríðnum lagt stóran dent á, at varð hann valdur í Fólkatingið, fór hann ikki at stilla upp til Løgtingið, og har stendur hann fastur.
Nei, tað fari eg ikki, staðfestir nýggi fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum.