Ætlar sær ongan veg

Tony Paris ásannar, at trýstið er stórt, nú KÍ er dottið á trið niðasta plássið á stigatalvuni. Men hann slær eisini fast, at hann ikki ætlar sær nakran veg

Fótbóltur

 

Túnatosið í Klaksvík og á ymsum kjaktorgum hevur sínar greiðu niðurstøðu. Nevnliga at Tony Paris er ávegis úr KÍ, sum við einum áttanda plássi als ikki hevur livað upp til vónirnar um heiðursmerki.

Tað hevur eisini ljóðað, at fundarvirksemið í nevndini hevur verið stórt seinastu vikuna, og so seint sum sunnudagin hevur enn ein fundur verið, skilst. Somuleiðis hevur ljóðað, at KÍ hevur verið í samabndi við aðrar venjarar um at taka yvir í sessinum, og kanska verður hetta longu gjørt hósdagin.

Maðurin í miðdeplinum – Tony Paris – staðfestir tó sjálvur, at hann avgjørt ætlar sær at fullføra arbeiðið, sum hann saman við felagnum fór undir í fjør.

- Sjálvandi er trýstið stórt á bæði meg og spælarar, nú gongdin ikki hevur verið nakað serligt. Sjálvur trúgvi eg, at trýstið á venjaran hjá KÍ er størri, enn tað er hjá nøkrum øðrum venjara í landinum. Fólk vilja hava, at KÍ vinnur gull á hvørjum ári, og tað hava tey eisini allan rætt til.

- Í ár hevur tað bara ikki riggað serliga væl. Vit gjørdust nummar fýra í fjør, og kanska var tað eitt betri úrslit, enn vit í veruleikanum høvdu fólk til. Men sjálvur vónaði eg tó kortini, at vit kundu røkka málinum um eitt pláss millum heiðursmerkini. At tað so ikki tykist eydnast, hevur so eisini sínar orsøkir. Fólk hava lyndi at gloyma, at fortreytirnar hjá okkum hava verið alt annað enn góðar. Tveir spælarar eru farnir av landinum, og sunnudagin restaðu fimm aðrir mans. Og alt annað líka eigur tað at geva trupulleikar, sigur Tony Paris.

Afturat hesum listanum kundi venjarin helst lagt navnið á Høgna Madsen, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Men tað er tó eitt mál, sum Tony Paris ikki vil gera viðmerkingar til í løtuni.

 

Ringast fyri spælararnar

Sær sjálvum so líkt, so tykist Tony sjálvur ikki at vera stórvegis nervaður av trýstinum.

- Tað finnast fólk, sum renna undan ábyrgd. Og so finnast tað fólk, sum ikki vilja geva upp. Eg havi álit á mær sjálvum og spælarunum, og eg ætli mær ongan veg. At vit valdu at gera ein fýra ára sáttmála botnaði jú eisini í, at bæði eg og felagið vistu av, at tað fór at taka tíð, um KÍ skal endurreisast. Eg haldi avgjørt, at vit hava gjørt framstig á fleiri økjum, men tað er enn langt eftir á mál.

- Men í løtuni eru tað helst spælararnir, sum eru mest trýstir. Sjálvsálitið er ein so øgiliga stórur partur av fótbólti, og í løtuni er hetta at kalla burtur. Hetta eru altso ikki Ronaldo ella Rooney, men spælarar, sum royna at liva eitt vanligt lív, har teir spæla fótbólt í frítíðini. Og tá ert tú ikki líka væl fyri at tackla slíkt trýst, sum spælararnir uppliva í løtuni. Mítt arbeiði er væl eini 80% á mentala økinum, og tí mugu spælararnir aftur trúgva upp á seg sjálvar. Í bakspeglinum var tað kanska eyka keðiligt, at vit ikki vunnu steypakappingina í fjør. Eg hevði sagt, at vit fóru at vinna okkurt, og fram til tað seinasta trúðu spælararnir mær í hesum. Kanska viga míni orð ikki heilt so nógv í so máta í ár.

Júst steypakappingin er helst besti møguleikin hjá KÍ at vinna nakað í ár. Hósdagin er fjórðingsfinala móti Skála á skránni, og Tony hevur sjálvandi góðar vónir her.

- Í løtuni hava vit ikki eitt lið, sum kann stríðast um meistaraheitið. Vit hava spælt onkrar góðar dystir, men í landskappingini skalt tú raka rætt viku eftir viku. Í steypakappngini er tað øðrvísi, so megna vit at raka dagin, og kanska fáa eitt gott lutakast til hálvfinaluna, so kann alt henda, sigur Tony Paris.