Ætlar at fara undir tunlarnar norður um fjall í ár

Men akkurat nær tað verður, er ógreitt

Enn er óvist, nær farið verður undir arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og í Fíggjarmálum. Men hann leggur afturat, at endamálið er at fara undir teir í ár.

Stefan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin vísir á, at Løgtingið hevur sett 15 milliónir av til tunlarnar Norður um Fjall. Og samstundis varð víst á, at tað skuldi arbeiðast so skjótt, at farast skal undir arbeiðið at bora seinni í ár og tí vildi hann hava at vita, hvussu langt málið er komið.

Jørgen Niclasen ásannar, at 15 milliónir røkka ikki langt. Men nú vísa metingarnar, at tunlarnir verða dýrari enn upprunaliga mett og tískil verður neyðugt at Løgtingið hækkar játtanina.

Samstundis hevur ætlanin verið at farið at broyta linjuføringina, so at tunnilin gongur av Gerðabøi í Klaksvík, men har eru nógv fornminni. Tey verða nú kannað, men tað er óvist nær tær kanningar verða lidnar.

Sostatt eru tveir møguleikar og tað er at bíða eftir fornfrøðiligu kanningum, ella at fara leggja tunlarnir har teir nú liggja, tí so slepst kanska skjótari ígongd.

Ein tunnil av Gerðabøi er nógv høgligari  og Jørgen Niclasen sigur kortini, at hansara endamál er at bjóða arbeiðið út í ár, soleiðis at arbeiðið eisini kann byrjað í ár.