stuttari fjarstøðu leggur EB/Streym á odda 1-0. Gleðin millum sundalagsmenn fær næstan ongan enda, og tað er nærmast tøgn millum teir annars mælsku fuglfirðingarnar. 1-0 til EB/Streym! Sundalagsmenn verja borg [...] hinvegin fuglfirðingar, ið fáa fyrstu vandamiklu málroyndirnar, tá Fritleif í Lambanum eftir roynd frá Nenad Saric kemur til skot í 5-metrinum. Tíverri fyri hann og tey vælstuðlandi ÍF viðhaldsfólkini,
næmingar, 9 hava millum 10 og 50 næmingar, og 11 hava færri enn 10 næmingar, 4 av teimum hava bert 1 næming. Lítil ivi er um, at skúlarnir kundu verið færri; og at starvsfólk, høli og útgerð kundu verið [...] er ikki lætt at koma sum 13 – 14 ára gamal inn í ein flokk, har hinir næmingarnir hava fylgst síðan 1. flokk. Vandi er tá fyri bæði happing og mistrivnaði. Undirvísingin Vit mugu hava góðar og dugnaligar [...] ving, ella eru førir fyri at taka aðra útbúgving. Í ringasta føri verða hesir næmingar útilokaðir frá góðum og vælløntum størvum í framtíðini. Vit mugu gera ítøkilig tiltøk, so at nevndi bólkur av næmingum
Sum støðan er nú í sambandi við Eysturoyartunnilin, er als ikki neyðugt at gera nýggjar vegir til og frá honum. Tað helt Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, turrisliga fyri, í Løgtinginum hendan [...] Tí er hann sannførdur um, at hevði prísurin farið niður í helvt, so at eingin skal rinda meiri enn 1.500 krónur um mánaðin, er tað ein prísur, sum tey flestu húskini, høvdu góðtikið. Og so hevði ferðslan [...] nnilin. Tað hevði loyst trupulleikan Bill Justinussen sigur, at høvdu 10.000 vanligir bilar rindað 1.500 krónur um mánaðin, hevði tunnilsfelagið fingið 150 milliónir í kassan, bara av tí, og so høvdu aðrir
nevnast, at av teimum 118 grundstoffunum liggja 18 uttan fyri tað skerda stavraðið: ( 14 við c, 1 við w, 1 við x og 2 við z ). Hetta vita okkara oman fyri nevndu lærdu, hvat ið krevst, og tí hava bæði MMO [...] (MMO), og sum vit eisini finna í tí komandi Rættstavingar orðabókini. Móðurmálsalfabetið: 26 bókstavir frá latínska ISO basis alfabetinum og 8 serstavir: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o
Svimjing Tá mátistokkurin verður gjørdur upp í 1/100 sekundum, telur hvørt einasta lítla fet, sum kann fáa kappingarnar at ganga væl. Uttan iva er ferðingin, ið hálvgum fór fram á náttartíð ein av teimum [...] at, men hann fýltist á, at tað er neyðugt hjá svimjarunum at ganga teir 10-12 minuttirnar, sum eru frá hotellinum, har tey búgva, til svimihylin. - Vit hava gingið yvir higartil, men vit royna at busssambandið [...] komið í rættlag. Og tað kann gerast ov nógv, um vit støðugt skulu ganga allan vegin. Vit arbeiða í 1/100-partum, so tað kann verða ein av hesum smáu marginalunum, segði Jón Bjarnason, sum ikki dylur, at
Eliasen, ið sat skaddur uttanfyri, vísti góðan hugburð, og ÍF kundi havt lagt seg á odda tíðliga í 1. hálvleiki, men sæð yvir allar 90 minuttirnar, so var tað so eyðsýnt, at HB hevði bæði størri breidd [...] uppspæl í vinstra borði, at fleiri av HB málunum vórðu skorað. Tað var ikki óvæntað, at HB miðskeiðis í 1. hálvleiki setti hol á. Tá hevði bólturin í longum løtum ferðast millum HB spælararnar, sum hesa ferð [...] umvegins fyrst handara og síðani nærra stólpan bóltin í málið. 3-0 og kanska hevði HB hug at taka frá. Andy Olsen, sum hesa ferð var fremsti ÍF spælarin, minkaði um munin, og uppskriftin hjá honum var
rykt og bønað og biðið um at fáa hetta góða statsreiðarí at gjalda tað, sum teir skylda okkum nevnliga 1,9 mió. US dollar ella umleið 10,4 mió. kr. Hesum peningi hava vit nú bíðað eftir í 11 mánaðir, og hevur [...] hetta í ordan, hevði statsreiðaríið goldið okkara ágóða til tíðina. Umframt henda pening hava vit 2,1 mió kr í ágóða á øðrum stað. Tvs vit hava tilgóðar 12,5 mió kr. sum vit hava bíðað eftir nú í 11 mánaðir- [...] tí teir vildu líka at síggja tíðina ann. Havi so latið teimum nýggjastu tølini og vænti at hoyra frá teimum skjótt. Men hetta er ikki nakað, sum gevur okkum breyð í munnin her og nú - og tað er trupulleikin
Í gjár spældu teir seg leikandi lætt víðari í fjórðingsfinalurnar í FA Cup, eftir at hava vunnið 4-1 á Derby. Nani, Gibson, Ronaldo og Welbeck syrgdu fyri teimum fýra málunum. Hetta meðan menn sum Berbatov [...] hetta vikuskiftið syfti Everton Aston Villa um koll. Á Goodison Park syrgdu vertirnir fyri einum 3-1 sigri á Aston Villa, sum annars ikki hevur tapt 13 dystir á rað í Premier League, har liðið liggur á [...] verða leiktir millum 24. og 26. februar. Arsenal skal so í eldin í kvøld. Teir eiga útsetta dystin frá fjórða umfari í FA Cup til góðar, har mótstøðuliðið er Cardiff. Vinnarin av hesum dystinum møtir Burnley
fyritøku? Svarið er: ein fjølbroytt fyritøka, sum avspeglar ymisku førleikarnar hjá stovnarunum. Síðani 1. september í fjør hevur Óla Hans Hammer Olsen verið stjóri í Mekta, og hendan fyritøkan fer ikki at [...] hevur fingið í nýggja skúlanum. Óli Hans Hammer Olsen, sum hevur verið stjóri í fyritøkuni síðani 1. september í fjør, sigur, at fleiri skúlar, bæði fólkaskúlar og miðnámsskúlar, hava víst áhuga fyri [...] er tað serliga ravmagn, sum verður avroknað. Men TallyKey kann halda skil á vatnveitingum og boða frá, um til dømis ólag er á veitingini, sigur Óli Hans Hammer Olsen. Mekta kemur út um alt landið við sínum
árið eru innlánini økt við 725 miljónum krónum. Eginpeningurin í Føroya Banka er nú 1.364 miljónir krónur samanborið við 1.345 miljónir krónur við ársbyrjan. Fíggjarjavnin er 9,6 miljardir krónur. Útlitini [...] fara at vaksa við millum 12 og 18% í 2008. Hetta er størri vøkstur enn væntað í ársfrágreiðingini frá 2007. Økti vøksturin stendst í høvuðsheitum av vøkstri í útlánum og eini væntan um bøttan rentumarginal