Mekta veitir klókar talvur og streymavroknarar

LÝSINGARTILFAR


Hvat kemur burtur úr, tá tríggir mans við sera ymiskum førleikum stovna eina fyritøku? Svarið er: ein fjølbroytt fyritøka, sum avspeglar ymisku førleikarnar hjá stovnarunum. Síðani 1. september í fjør hevur Óla Hans Hammer Olsen verið stjóri í Mekta, og hendan fyritøkan fer ikki at smæðast burtur á byggistevnuni.


Mekta er ein ung fyritøka við heimstaði í Saltangará, ið varð sett á stovn sum eitt datafelag í 2006. Stovnarar vóru Kári Sigvardsen, teldumaður, Matthias Davidsen, elektrikari, og Torben Nielsen, byggifrøðingur. Síðani stovnan hevur Mekta ment seg til eina umfatandi fyritøku, við eini breiðari viftu av tænastum, sum eisini avspegla teir ymsu førleikarnar, sum stovnararnir av fyritøkuni hava. Á KT-økinum veitir Mekta grundleggjandi KT-tænastur, sum netumsiting, veiting og viðlíkahald av KT-útgerð, telduumvælingar, netloysnir og røkt av servarum. Eitt stórt virkisøki hjá Mekta er eisini at gera el-innleggingar, har størsta einstaka verkætlanin í løtuni er íbúðarbyggingin undir Gráasteini í Havn.

Fyritøkan hevur eina sølubúð við vanligari telduútgerð og nýggjari KT-vørum, sum til dømis CleverTalvur og TallyKey. Hesar CleverTalvurnar, ella klóku talvurnar, er tað nýggja slagið av talgildum skúlatalvum, sum eitt nú Runavíkar kommunuskúli hevur fingið í nýggja skúlanum.

Óli Hans Hammer Olsen, sum hevur verið stjóri í fyritøkuni síðani 1. september í fjør, sigur, at fleiri skúlar, bæði fólkaskúlar og miðnámsskúlar, hava víst áhuga fyri CleverTalvunum, og vóru talvurnar eisini vístar fram á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag. Somuleiðis hava bæði stórar og miðalstórar fyritøkur ognað sær CleverTalvur.



TallyKey og klókar talvur á byggimessuni

TallyKey er eitt støðugt vaksandi virkisøki hjá Mekta. TallyKey eru aluminium-súlur, sum eru mentar til veiting og stýring av ravmagni og vatni til havnaløg, bátabrúgvar, kampingpláss og støð, har annars tørvur er á ravmagni og vatni. TallyKey hevur skipan við gjaldskortum av sama slagi sum telefonkortini. Við TallyKey-skipanini verður nýtslan av ravmagni og vatni avroknað á staðnum, og goldið verður við myntkortum.

- Í Føroyum verður vanliga ikki tikið fyri vatn, og tí er tað serliga ravmagn, sum verður avroknað. Men TallyKey kann halda skil á vatnveitingum og boða frá, um til dømis ólag er á veitingini, sigur Óli Hans Hammer Olsen.

Mekta kemur út um alt landið við sínum vørum og tænastum og hevur fyrimunir av at kunna gera el-innleggingar, veita netloysnir umframt ávaringarskipanir, ljós- og hitaskipanir alt í einum og sama firma.

Eingin ivi er um, at Mekta bjóðar eina breiða viftu av vørum og tænastum, so vit spyrja Óla Hans Hammer Olsen, hvat Mekta fer at vísa fram á byggimessuni.

- Vit fara serliga at leggja dent á TallyKey loysnir, sum hóska væl í samband við útbygging av kampingplássum og havnum. TallyKey loysnir eru væl umtóktar í øðrum Norðanlondum. Annars fara vit eisini at vísa fram klóku talvu-loysnirnar, sigur hann og leggur afturat, at ikki bert skúlar, men eisini vinnuligar fyritøkur ogna sær Clever-talvur til fundar- og skeiðsvirksemi.




Myndatxt:

Á byggistevuni fer fyritøkan Mekta úr Saltangará millum annað at vísa fram CleverTalvur og TallyKey-loysnir. CleverTalvurnar tykjast vinna frama í skúlum og privatum fyritøkum. TallyKey loysnirnar eru væl umtóktar á kampingplássum og havnarløgum, har tørvur er á at halda skil á ravmagns- og vatnveitingum.


Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo