Fíggjarheimur
Nú hálvársroknskapurin hjá Føroya Banka er almannakunngjørdur í dag, sigur bankin í tíðindaskrivi, at grundraksturin hjá bankanum er nógv batnaður fyrra hálvár í 2008.
- Fyri skatt, kursjavnan og burturleggingar vóru inntøkur bankans 83 miljónir krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 69 miljónir krónur sama tíðarskeið í 2007. Eftir skatt, kursjavnan og burturleggingar er hálvársúrslitið soleiðis 21 miljónir krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 84 miljónir krónur sama tíðarskeið í fjør.
Føroya Banki fegnast um, at grundraksturin er góður, og at nettorentuinntøkurnar eru øktar úr 133 miljónum krónum fyrra hálvár í 2007 upp í 161 miljónir krónur fyrra hálvár í 2008. Solvensur bankans er 18,2 prosent, ið er meira enn tvífalt so nógv sum minstakravið. Gjaldføri bankans er eisini gott, 79 prosent yvir minstakravið.
Føroya Banki ásannar kortini, at hóast betri grundrakstur, er avlopið fyrra hálvár í 2008 ikki eins stórt og fyrra hálvár í 2007.
- Hetta kemst í høvuðsheitum av einum kurstapi á 39 miljónir krónur upp á virðisbrøv fyrra hálvár í ár samanborið við ein kursvinning á 11 miljónir krónur sama tíðarskeið fjør. Eisini hevur bankin burturlagt 18 miljónir krónur fyrra hálvár í ár, meðan talan var um eina afturføring somu tíð í fjør upp á 22 miljónir krónur.
Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sigur, at tey eru væl nøgd við, at bankin fyrra hálvár í ár hevur megnað at hava eitt gott avlop – og at hildið er fast um útlitini fyri árið annars.
- Vit hava valt at hava stórt gjaldføri, sum er sett í virðisbrøv. Fyrra hálvár, tá órógv var á virðisbrævamarknaðunum, hevði bankin tí eitt lutfalsliga stórt kurstap, men hesi kurstap eru sambærlig við gongdina á virðisbrævamarknaðunum, leggur hann aftrat.
Góð spjaðing
Føroya Banki sigur í tíðindaskrivinum, at stórur dentur hevur verið lagdur á at hava góð útlán, eins og at útlán bankans eru væl spjødd, sum tikið verður til.
- Tá fyrra hálvár í ár endaði, stóð eingin vinnugrein fyri meira enn 10% av útlánum bankans.
Størstu útlán bankans, sum eru til fiskivinnuna, minkaðu fyrra hálvár við 3%.
- Fiskivinnan stendur nú fyri 10% av útlánum bankans. Hetta merkir samstundis, at útlán til aðra vinnu eru vaksandi.
Tilsamans 49% av útlánunum hjá Føroya Banka eru vinnulán – og 46% eru privatlán, harav út við 80% eru bústaðarlán. Bankin metir, at hóast ein ávís lækking hevur verið í bústaðarprísunum í 2008, eru hesi lán góð.
At enda eru seinastu 5% av útlánunum hjá bankanum til tað almenna.
Út-og innlán
Útlánini hjá Føroya Banka vóru 30. juni í ár tilsamans 7,7 miljardir krónur samanborið við 7,5 miljardir krónur við ársbyrjan 2008. Útlánini øktust soleiðis við 216 miljónum krónum.
Innlánini vóru 5,6 miljardir krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 5,5 miljardir krónur við ársbyrjan.
Hálvárið 2007 vóru innlánini 4,8 miljardir krónur, og seinasta árið eru innlánini økt við 725 miljónum krónum.
Eginpeningurin í Føroya Banka er nú 1.364 miljónir krónur samanborið við 1.345 miljónir krónur við ársbyrjan.
Fíggjarjavnin er 9,6 miljardir krónur.
Útlitini
Føroya Banki metti við ársbyrjan, at úrslitið í 2008 fyri skatt og virðisjavnan fór at gerast millum 165 og 185 miljónir krónur, og bankin heldur fast við við hesa meting.
- Vit vænta, at rentuinntøkurnar fara at vaksa við millum 12 og 18% í 2008. Hetta er størri vøkstur enn væntað í ársfrágreiðingini frá 2007. Økti vøksturin stendst í høvuðsheitum av vøkstri í útlánum og eini væntan um bøttan rentumarginal seinna hálvár.
Samanumtikið metir Føroya Banki, at búskaparligu útlitini fyri Føroyar góð, og at vit kunnu vænta við einum búskaparvøkstri í ár upp á eini 5%.









