Vit endaðu væl aftanfyri tey londini, sum vit vanliga bera okkum saman við; Finnland gjørdist nr. 3, Noreg nr. 12, Ísland nr. 16, Svøríki nr. 19 og Danmark nr. 24.
Vit kunnu ikki góðtaka hesa støðu, tí er neyðugt við átøkum, sum kunnu betra føroyska fólkaskúlan.
Játtanin til fólkaskúlan
Játtanin til fólkaskúlan er ikki lægri fyri hvønn næming í Føroyum enn aðrastaðni. Í Danmark og Føroyum brúka vit um 10.500 USD fyri hvønn næming, fremsta norðurlandi Finnland brúkar væl lægri um 8.000 USD, og Mexico, sum endaði á nøkunlunda sama støði sum Føroyar, brúkti 2.500 USD.
Eg haldi, at størsti trupulleikin er, at vit ikki gagnnýta játtanina nóg væl. Ein orsøk kann vera, at ábyrgdin av skúlaøkinum er tvíbýtt millum Mentamálaráðið og kommunurnar. Nógv størri samstarv má vera, so at skilabestu raðfestingarnar verða gjørdar. Hin møguleikin er, at kommunurnar einsamallar fáa ábyrgdina av fólkaskúlanum.
Skúlabygnaður
54 fólkaskúlar eru í løtuni. 20 hava fleiri enn 100 næmingar, 14 hava millum 50 og 100 næmingar, 9 hava millum 10 og 50 næmingar, og 11 hava færri enn 10 næmingar, 4 av teimum hava bert 1 næming. Lítil ivi er um, at skúlarnir kundu verið færri; og at starvsfólk, høli og útgerð kundu verið gagnnýtt betur, um skúlarnir vóru færri og størri. Eg haldi ikki, at allir smáir skúlar skulu leggjast niður, tí fleiri eru neyðugir – m.a. á útoyggj, og har samferðsluviðurskiftini gera tað trupult at koma í skúla. Men vit eiga í øllum førum at samskipa skúlaøkið nógv betri, so at meir fæst burtur úr leiðslutímum og umsitingartímum, og so fleiri tímar verða til næmingar við serligum tørvi. Størri samstarv skal eisini vera millum dagstovn og skúla, so at børn við serligum tørvi fáa neyðuga hjálp, tá tey byrja í fólkaskúlanum.
Eg haldi, at nógv størri dentur eigur at vera lagdur á næmingin, og hvussu hann fær bestu undirvísingina. Ein lítil skúli við góðum lærara kann óivað vísa á góð úrslit, men møguleiki er eisini fyri tí øvuta, m.a. at skiftandi vikarar undirvísa, og tá kann úrslitið gerast eitt heilt annað. Eg haldi eisini, at tað er týdningarmikið, at næmingarnir eru saman so stóran part av skúlatíðini sum gjørligt. Tað er ikki lætt at koma sum 13 – 14 ára gamal inn í ein flokk, har hinir næmingarnir hava fylgst síðan 1. flokk. Vandi er tá fyri bæði happing og mistrivnaði.
Undirvísingin
Vit mugu hava góðar og dugnaligar lærarar, tí má læraraútbúgvingin eftirmetast, og vit mugu geva lærarum so góðar umstøður sum gjørligt at eftirútbúgva og førleikamenna seg. Vit skulu eisini leggja stóran dent á at hava so gott og tíðarhóskandi undirvísingartilfar sum gjørligt.
PISA-kanningin vísti, at føroyskir næmingar eru nógv verri fyri enn aðrir næmingar í bæði lesing, støddfrøði og náttúruvísund. Men tað mest skelkandi úrslitið var, at heili 35,8% av føroysku næmingunum vórðu mettir so lesiveikir, at teirra lesiførleiki varð mettur ikki at vera virkisførur. Tað vil siga, at tað er ivasamt, um hesir næmingar eru førir fyri at fullføra eina miðnámsútbúgving, ella eru førir fyri at taka aðra útbúgving. Í ringasta føri verða hesir næmingar útilokaðir frá góðum og vælløntum størvum í framtíðini. Vit mugu gera ítøkilig tiltøk, so at nevndi bólkur av næmingum verður nógv minni.
Ein betri fólkaskúla, veljið Karl A. Olsen og Sjálvstýrisflokkin









