HB er komið fyri seg

Rógvi Poulsen var serliga eyðsýndur, tá ið leikliga avrikið hjá oddaliðnum leingi var rættiliga sannførandi

Fótbóltur

 

Tvær tær fyrstu vitjanirnar í Eysturoy var úrtøkan so soltin, sum tað henni til at vera hjá HB. Men eftir tap í landskappingini í Runavík og í steypakappingini í Gøtu, hilnaðist tað væl frægari, tá ið HB í gjár vitjaði í Fuglafirði.

At HB ikki trívist nakra aðra staðni enn í Gundadali varð væl og virðiliga avnoktað. Hóast HB longu undan hesum umfarinum var oddalið, so hava teir í sigursvanda felagnum ikki dult, at teir ikki hava verið heilt nøgdir við leikligu avrikini. Hjá HB er tað ikki nóg mikið at vinna. Tað skal helst vera við manér!

Í Fuglafirði eydnaðist tað at fáa glið á spælið, sum HB vil vera kent fyri at megna. Heimaliðið, sum so dyggiliga saknaði Bartal Eliasen, ið sat skaddur uttanfyri, vísti góðan hugburð, og ÍF kundi havt lagt seg á odda tíðliga í 1. hálvleiki, men sæð yvir allar 90 minuttirnar, so var tað so eyðsýnt, at HB hevði bæði størri breidd og tyngd.

Serliga eyðsýndur var Rógvi Poulsen. Í 4-3-3 uppstilling var hann ytstur í vinstru í álopsrøðini, og hann var ógvuliga boysin hjá Áka Petersen á høgra vongverja hjá ÍF. Ferð eftir ferð nýtti Rógvi sín skjótleika og ríka hugflogið, og tað var eftir uppspæl í vinstra borði, at fleiri av HB málunum vórðu skorað.

Tað var ikki óvæntað, at HB miðskeiðis í 1. hálvleiki setti hol á. Tá hevði bólturin í longum løtum ferðast millum HB spælararnar, sum hesa ferð vóru í lítið HB kendu ljósabláu útivallartroyggjunum, sum vórðu nýttar, tí ÍF spælir í reyðum troyggjum.

Liðformaðurin Fróði Benjaminsen skoraði fyrsta málið, eftir at Rasmus Nolsøe hevði lagt horna úr høgru innfyri og eftir eitt sindur av aftur og fram.

Fýra minuttir eftir steðgin økti sentrali miðvallarin Milan Kuljic um munin, og so kendist tað sum um, at spurningurin bara var, hvussu stórur HB sigurin fór at verða. Páll Mohr Joensen vann í vinstru bóltin av ÍF verjuni, hann setti kós ímóti Andras Gango, sum mundi vera besti ÍF maðurin, og tá ið teir báðir nærkaðust hvørjum øðrum, trillaði Páll bóltin upp á tvørs til Milan, sum trillaði bóltin í tóma málið.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki tók Rógvi Poulsen sakina í egnar hendur. Hann sneiddi seg leysan í vinstru, og so smekkaði hann umvegins fyrst handara og síðani nærra stólpan bóltin í málið.

3-0 og kanska hevði HB hug at taka frá. Andy Olsen, sum hesa ferð var fremsti ÍF spælarin, minkaði um munin, og uppskriftin hjá honum var tann sama, sum hon hevði verið hjá Rógvan Poulsen. Andy gjørdist leysur á HB hálvuni, og hann sendi umvegis handara stólpan og í málið.

ÍF royndi at koma til fleiri møguleikar, men HB ressaðist eitt sindur við aftur, eftir at leikferðin kanska var farin eitt sindur niður, og tað var ongantíð vandi á ferð hjá HB, sum sammett við fleiri av teimum, ið hava verið mett at vera argastu kappingarneytarnir, styrkti um sína støðu í toppinum.

Sigurin var trivaligur, og at spælið hevði verið, sum tey í HB vilja hava, at tað skal vera, gjørdi, at lagið var gott, tá ið ferðalagið fór úr Fuglafirði. Sjálvt um fleiri av teimum kring vøllin undir upphitingini høvdu havt hug at fílast á, at teir ikki kendu teirra egnu, tá ið teir komu á vøllin í ljósabláum troyggjum!