Føroyum er hann eini 20%, í Danmark er hann 30% og í USA er hann 40% og í Japan nøkur og 40% Í Kina er partafelagsskatturin yvir 30%, men eisini har eru ómetaliga stórar útlendskar íløgur. Sostatt er tað ov [...] talvur yvir kynsbýtið, at táið vit koma upp í 20 ára aldur, er rættiliga stórt undirskot av konufólki í Suðuroy. ? Hetta er ein rættiliga álvarslig støða. Men hendan støðan, sum Suðuroy er í nú, er sama [...] hetta er ikki ein vinnupolitikkur, sum hald er í sum frálíður. Ein onnur strategi er, at tað sum ikki kann standa, tað má falla. Tað almenna skal koma við vitan og gransking. Spurningurin er eisini um hetta
skriva eitt luftugt upprit um ein slíkan, so politiskt púrgjørdur og vatndeyvur er mergurin í ABC-samgonguni, sum nú roynir seg í aðru syftu í hesi øldini. Síðani er alt farið meira ella minni úr spónalagnum [...] ikki læt sita á sær. Kviki seyrvingurin høgdi til aftur, og mangt bendir nú á, at hetta opna stríðið er orsakað av, at tað er farið at øra fyri politisku eygunum á einum groggy boxara, sum bara slær samsvarandi [...] kríggið um Falklandsoyggjarnir við eitt stríð, har tveir skallutir menn bardust um ein kamb. Munurin er bara, at tað í okkara føri eru tríggir, heldur enn tveir, krúnrakaðir kombattantar, sum berjast um ein
Bara harmiligt, at tað ikki varð tikið uppá band. Men tað er nú so, at tað, sum er so dagligt fyri ein, hugsar ein ikki um, fyrr enn tað er ov seint. Umborð á sluppini Gudrun KG 243 var eitt skriftstað [...] Marjun og Símun Jóhan vóru mótsetningar, sum ofta er hjá hjúnum. Meðan Símun Jóhan kanska var tann meira forti, so er Marjun tann hóvliga, men hon kann nú eisini siga, hvar skápið skal standa. Tey fýra børnini [...] festa á blað. Eg var so heppin at vera ein teirra, sum kom at gera hetta møguligt. Tí er tað náttúruligt, nú hann er farin, at taka sumt av hesum fram aftur. Fyrst skal verða greitt eitt sindur frá lívinum
so var fagnaðurin ovurstórur. KÍF er enn við í stríðnum um finalupláss, men vestmenningar skulu nú til at ansa sær heilt væl, um teir ikki skulu missa sessin. Fakta um dystin VÍF-KÍF 26-27 (12-16) Málskjúttar [...] eydnaðist hjá VÍF. Og tað er freistandi at siga, so langt ífrá. Kollfirðingar vóru nevnliga alla tíðna grammara liðið sunnudagin. VÍF fekk kanska betri byrjanina, men so tóku gestirnir yvir. Sum ikki eina ferð [...] leiðslan eitt skifti heili seks mál. Trý sekund eftir Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk VÍF tó fatur um endan. Damir Oros noyddist av vøllinum eina løtu, og hetta ørkymlaði kollfirðingum nakað. Munurin minkaði
bøtir um sodningarlagið Vit hava ikki tosað um drekkjuvørur, men kostráð-gevin heldur, at eitt glas av víni ella bæði tvey, er í lagi afturvið góðum mati, og at tað kann lætta um sodningina. Tað er eisini [...] og fara nú at kanna, um vit eru framfarin av øllum átinum. Tað nýtast vit kanska ikki at hugsa so nógv um. Sambært Mariann Patursson, kostráðgeva á Landssjúkrahúsinum, hevur tað einki at týða, um vit eta [...] ilt av feittinum. Tí er best, um fólk eta nógv epli,og eisini brúnaði epli, reyðkál, gularøtur og bønir afturvið. Harnæst er góð regla ikki at eta seg ov mettan, av tí at hetta er treystur kostur, sum
og orkar næstan ikki fram á gólv. Forkálkingin er eisini farin at gera um seg. Hóast sjúkdómur og elli nývir mannin, so er tað kortini ikki hetta, sum er tað ringasta. Hinvegin av samfelagnum at verða [...] verður stórsti parturin verður tikin aftur. ? Nú tosa løgtingsmenn eisini um, at geva sær sjálvum meir í løn. Teir hugsa nógv meir um seg sjálvar enn um onnur. Sjálvur hevur maðurin ikki nógv at liva [...] mat, heilivág og annað, og tá alt er goldið er einki eftir. Lønin frá samfelagnum Tað er týðiligt, at maðurin kennir seg illa viðfarnan av samfelagnum, og hann spyr, um hetta skal verða støðan hjá teimum
fyri, at skaði hendir, um ikki okkurt verður gjørt at sissa spreingigleðina. Illgruni er um, at spreingimeistarin ikki verjir við máttum, sum hann eigur. ? Tað er ógvusligt. Larmurin er øgiligur, húsini ristast [...] fólk kenna seg ótrygg, tí tað er ein ógvuslig hending, tá sprongt verður fyri einari so stórari útstykking. Men onki er at óttast. ? Hetta er ein stór útstykking, tíðin er knøpp, og tí eru stór buldur at [...] Gøtu, har spreingingarnar nú eru í nánd. Løgreglan átalar Løgreglan váttar, at hon hevur fingið fleiri fráboðanir um, at grannarnir kenna seg ikki tryggar og hava illgruna um, at alt fer ikki rætt fram
nýggjan skúla sum hinir, er stríð og klandur um geografiska plasering. Mær vitandi er tað bara javnaðarflokkurin, sum er ímóti at geva okkum somu sømdir sum hinum skúlunum í Marknagili. Er tað hann, sum klandrast [...] Hoydal leggur afturat, at allir í nevndini vóru”bilsnir um, at tað hevði borið til at semjast og at koma so langt innan fyri ásetta tíðarkarmin og ernir um sjálvt uppskotið. Eitt løgtingsval kom ímillum og seinkaði [...] ”…tilsøgn um, at tað beinanvegin verður farið í gongd við at projektera og byggja stóra og nýmótans skúlalon oman á brendu toftirnar av Nýggja Húsi og allan vegin framvið skráninginum yvir til núverandi
mánaðir – og seks mánaðir frá nú av er fram til 15. mai næsta ár. Spurningurin er so, um steðgir verða um jóltíðir, nýggjárið og páskir, men eftir øllum at døma verður sjálvt boriarbeiðið liðugt tíðliga næsta [...] kenna aftur. Her er alt umskapað og at síggja til sera snøgt og væl frágingið. Er langt ímillum, at tú ferðast um hesar leiðir, kennist tað, sum alt hetta stóra arbeiði – og ein velduga stór útfylling – hevur [...] 4 metrar um vikuna – fer tað at taka tilsamans 24,1 viku at bora tað, ið er eftir av Eysturoyartunlinum. Tað merkir, at við verandi gongd í Eysturoyartunlinum verður tunnilin liðugt boraður um seks mánaðir
Status, nú tvey umfør eru leikt í millumbólki A, og eitt umfar er leikt í millumbólki B, er, at Frakland og Danmark hava vunnið allar sínar dystir, meðan Kroatia og Spania hava tapt ein dyst í part. Tað [...] til nógv flest mál. Hartil kemur eisini, at hann er á fjóðra plássinum á toppskjúttaralistanum. Og tað er rættiliga hugvekjandi, serliga tá hugsað verður um, at hann hevur verið rættiliga nógv spardur higartil [...] monnum, sum í skjótálopum leypa fríir inn av strikuni, og tað er einki at ivast í, at málverjin eigur sín stóra lut í, at Danmark higartil er farið ósigrað gjøgnum kappingina. Hin málverjin, Yannik Green, hevur